hósdagur 15. juni 2006síða 46
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2006
49
Puntur nr.13
Í sambandi við, at
Sosialurin í hesi
vikuni vitjar bretska
høvuðsstaðin
London, setur
Torfinnur Jákupsson,
ið er lesandi í London,
í hesi greinini fokus á
kenda listaskálan Tate
Modern
LONDON
Torfinnur Jákupsson
Ímillum mongu støðini,
ið eru verd at vitja sum
ferðandi føroyingur í Lond
on, er listaskálin Tate
Modern.
Saman við trimum øðr
um listaskálum runt um í
Onglandi er Tate Modern
partur av tí samlaða bretska
Tate Gallery. Tate Modern
hýsir nútímans altjóða list
ini.
Síðani Tate Modern lat
upp í mai í 2000, hevur
listaskálin verið eitt sera
væl umtókt ferðamál fyri
bæði London-íbúgvar og
onnur. Tað kostar ikki at
sleppa inn í Tate Modern,
og tað er eitt pluss. Savnið
er somuleiðis stórt og áhuga
vert.
Bygningurin sjálvur er í
sjey hæddum og hevur m.a.
eisini matstovu á ovastu
hædd, har til ber at hugna
sær við einum frálíkum
útsýni út yvir London.
Listaskálin er opin sunnu
dag til hósdag ímillum kl.
10.00 og 18.00, og fríggja
dag og leygardag frá kl.
10.00 til kl. 22.00.
The Turbine Hall á nið
astu hædd er størsti parturin
av listaskálanum. Henda
høllin hýsir størstu fram
sýningunum, og er høllin
3.400 fermetrar til støddar.
The Turbine Hall verður
nýtt til at sýna fram serlig
verk av samtíðarlist. Hetta
er ímillum oktobur og mars
mánaða hvørt ár.
Hesar
framsýningar
skuldu av fyrstan tíð, síð
ani Tate Modern lat upp,
bert vara fyrstu fimm
árini, men hava tær verið
so mikið væl umtiknar
millum tey vitjandi, at tær
fara at halda fram í tvey ár
afturat; til og við 2008. Hjá
listaáhugaðum føroyingum
eru hesar verdar at vitja.
Kann m.a. sjálvur nevna,
at eg fyrr í ár var til stóru
framsýningina í hesi høll
ini
av
listarverkinum
”Embankment” hjá Rachel
Whiteread. Henda listarliga
uppliving fer ikki skjótt í
gloymibókina.
Tað er ikki ein og hvør, ið
megnar at gera listarverk, ið
fevna um 3.400 fermetrar,
og Whiteread bíðaði eisini
í hálvt ár, áðrenn hon takk
aði ja til at luttaka í Tate
Modern.
Motivið helt eg tó vera
heldur løgið. Seinna partin
av september mánaða í fjør
og inntil miðjan oktobur
varð hennara verk sett upp.
Verkið fevndi um fjúrtan
túsund hvítar kassar, ið
vórðu lagaðir í ymsar bygn
aðir í høllini.
Í síni lýsing av verkinum
hevur Whiteread m.a. nevnt
síðstu senuna í filminum
”Citizen Kane” fyri at vísa
á, hvat hon hugsaði um,
tá hon gjørdi verkið. Hon
nevndi somuleiðis deyða
móðir sína, eins og eitt
tíðarskeið í lívi hennara, ið
snúði seg nógv um at pakka
saman og at flyta víðari.
Sjálvur kendi eg tað sum
at standa og hyggja niður í
eina stóra heilsølugoymslu,
tá eg stóð omanfyri verkin
um á fyrstu hædd. Tó var
upplivingin heilt øðrvísi,
tá ein gekk niðri ímillum
kassarnar.
Listarligu upplivingarnar
eru skiftandi og persónligar,
men upplivingin at vitja
Tate Modern er ein, sum tú
minnist sum føroyingur.
Ein av bestu hættunum
at ferðast til Tate Modern
listaskálan
er
umvegis
London
Millennium
Bridge, ið gongur tvørtur
um Thames ánna. Hetta er
ein fótgangarabrúgv, og er
hon eisini verd at spáka sær
ein túr um sum føroyingur.
Ikki hava vit nógvar brýr
í Føroyum, og er útsýnið
á Millennium Bridge sera
øðrvísi, enn hetta er á brúnni
um Streymin herheima.
Ferðamál:
Listarliga London
Millennium Bridge
gongur tvørtur um kendu
Thames ánna og endar
beint við listaskálan
Tate Modern. Útsýnið á
Millennium Bridge má
sigast at vera sera øðrvísi,
enn hetta er á brúnni um
Streymin herheima
Framsýningin av verkinum ”Embankment” hjá Rachel Whiteread fevndi um fjúrtan túsund
hvítar kassar, ið vóru lagaðir í ymsar bygnaðir. Hølið, ið verkið varð sýnt fram í, er 3.400
fermetrar til støddar