hósdagur 15. juni 2006síða 47
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 113 - 15. juni 2006
Niels Uni Dam er 33 ár og blaðmaður
á Sosialinum. Honum dámar væl at
ferðast. Hann hevur ferðast rættiliga
fitt í lívi sínum, mest kring Evropa
men eisini eitt so fjarskotið stað
sum Ný Sæland. Í hesum døgum
sigur Niels Uni okkum 10 ferðamál,
ið hann hevur hug at vitja. Hann
sigur, at hetta verður eitt gott bland
av støðum, ið hann hevur vitjað
og vil vitja aftur, støðum, ið hann
ongantíð hevur vitjað, men kundi
hugsað sær at vitjað.
Dreymaferð nr. 8
Edinburgh,
Skotland
Eg havi tvær ferðir verið í Edinburgh,
fyrstu ferð var eg eina viku á enskum
málskeiði, aðru ferð steðgaði eg har eina
løtu á veg til Isle Of Man. Eg hevði tað
nakað so hugnaligt báðu ferðirnar. Skotar
eru eitt avbera fitt fólk, sera vinarlig og
líkatil. Øll pubmentanin er eisini herlig.
Eg eri greiður yvir, at hetta kanska ikki er
heimsins mest eksotiska stað, men hugnin
í býnum er stórsligin.
Tað er ikki so nógv, sum eg kann nevna sum beinleiðis orsøk fyri at fara aftur til Edinburgh, men tað er bara heimliga
kenslan, ið gevur staðnum eitt serligt pláss í hjartanum. Sjálvandi er eisini nógv vakurt í býnum, serliga kring Edinburgh
Castle, og har er hugnaligt at ganga túr. Til ber eisini at fara busstúrar í vakra umhvørvinum rundan um býin. Tað einasti
minusi er skotski maturin, ið ikki er so øgiliga spennandi. Tó so haggis er ikki so galið.