hósdagur 15. juni 2006síða 48
‹ fyrra síða allar 49 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 15. juni 2006
51
Áðrenn farið verður í summarferiu við bilinum, er tað av stórum týdningi, at aircondition
skipanin í bilinum er tøtt og virkar optimalt.
Bilverkstaðurin hjá Auto Service hevur serliga útgerð til eftirlit og viðlíkahald av
teimum aircondition skipanum, sum eru í øllum nýggjum bilum.
Tað er soleiðis, at airconditionskipanir í bilum skulu røkjast og haldast við líka,
annars er vandi fyri, at tær ikki rigga, sum tær skulu. Tað er eitt sindur ymiskt, sum
bilverksmiðjurnar mæla til hesum viðvíkjandi, men eftirlit annaðhvørt ár er nokk so
vanligt.
Arbeiðsgondin er tann at anleggið verður fyrst tømt fyri freon, síðan verður vakuum
sogið inn í skipanina, áðrenn freon verður fylt á aftur. Eftir tað verður ein tættleikaroynd
gjørd, kondensatorin verður reinsaður og ventilar og samankomingar verða eftirspent.
Eisini verður kompressarin kannaður fyri oljuleka.
Kølievnið R134a (freon) minkar við tíðini, og verður skipanin tóm, er vandi fyri at
kompressarin tekur skaða, og tá kann talan verða um eina dýra umvæling, sigur Otto
Andreasen frá Auto Service, sum leggur afturat at vanliga kostar eitt slíkt eftirlit við
øllum kr. 1.375.00, men í løtuni hava vit summartilboð upp á einans kr. 895.00
mg
Auto Service:
Aircondition tænasta til øll bilmerkir
Skapið framtíðina saman við okkum...