Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 114 - 16. juni 2006 – Tað er eitt sindur ser­stakt at gerast borg­ arstjóri mið­skeið­is í einum valskeiði, tí tær stóru linjurnar eru longu lagdar. Men eg havi verið við í ar­ beiðnum at stinga út í kortið fyri tey næstu árini. Hetta verð­ur ein spennandi upp­ gáva, og eg gleði meg til at taka við borg­ar­ stjórasessinum, sigur Hans Jacob Lamhauge Borgarstjóraskifti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á eykabýráðsfundi í bý­ráðs­ høllini í Saltangará í gjárkvøldi samtykti býráðið ein­mælt, at Hans Jacob Lam­hauge tek­ur við sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu, tá ið Rodmundur Nielsen 1. sep­ tember í ár leggur frá sær. Sum skilst, boðaði Rod­ mundur herfyri býráðnum frá, at avgerðin um at lata borg­ arstjórasessin frá sær er tikin. Tá varð eisini semja gjørd um, at Hans Jacob Lamhauge verður eftir­maðurin. Avgreiðslan av hesum máli á fundinum í gjárkvøldi var stutt. Býta um sessir Rodmundur Nielsen segði, at hetta hevur ikki verið nøk­ur løtt avgerð at taka, men nú hon er tikin, er hann sann­ førdur um, at hon er røtt. Sum grundgeving fyri at fara úr borgarstjórasessinum í úrtíð, segði hann vera, at hann hevur gjørt stórar íløg­ ur í vinnulív, sum krevja nógv av honum. Hans Jacob Lamhauge segði, at borgarstjórastarvið kemur heldur óvæntað á seg, men við tí góða samstarvi og vilja, sum hevur víst seg at vera í kommununi, tekur hann hesa uppgávu á seg við treysti. Hóast Rodmundur letur borg­arstjórasessin frá sær, verður hann sitandi í býráðnum sum vanligur býráðslimur. Avtalað er, at Rodmundur og Hans Jacob býta um sessir í breiðari merking, soleiðis at komandi borgarstjórin fær uppgávurnar hjá fráfarandi – og Rodmundur fær upp­ gávurnar hjá komandi. Soleiðis verður Rod­ mundur eitt nú for­mað­ur í byggi-og býar­skip­an­ar­ nevndini og limur í sosialu nevnd. Aftrat hesum fær hann teir nevndarsessir, sum Hans Jacob hevur í øðrum nevndum, eitt nú í nevndini fyri Røktar-og Ellisheimið í Runavík. Rodmundur dugnaligur Hans Jacob Lamhauge, sum er 58 ára gamalur, varð fyrstu ferð valdur í Runavíkar bý­ráð á kommunuvalinum í 1976 og tók við, 1. januar 1977. Hetta er soleiðis 29. ári, at hann situr í býráðnum í triðstørstu kommununi í landinum. Í samanløgdu kommununi, har Oyndarfjørður, Eldu­vík, Funningsfjørður, Skála­fjørð­ ur og Skáli nú eisini eru við, búgva umleið 3.700 fólk. Taka vit Lambareið við sum sjálvstøðuga bygd, er talan um tilsamans 14 bygdir í Runavíkar kommunu. Semja er um, at sam­starv­ ið í samanløgdu komm­un­ uni higartil hevur verið fyri­ myndarliga gott, og lítið er, sum hevur skilt partarnar. Hans Jacob heldur, at Rod­ mundur Nielsen hev­ur ver­ið dugnaligur at saman­sjóða, og hann held­ur eisini, at staðbundnu nevnd­irnar, sum tær verða róptar, hava sín stóra týdning í hesum samarbeiði. Saman við borgar­stjór­an­ um er ein býráðslimur, sum er valdur í økinum, við í stað­bundnu nevndunum, og haraftrat eru trý umboð úr gomlu kommununum við í nevndunum. – Staðbundnu nevndirnar eru soleiðis viðvirkandi til, at útjaðarin í samanløgdu kommununi ikki verður gloymdur – ella verður fyri vanbýti, sigur Hans Jacob. Hann vísir á, at nevnd­ar­ umboðini hava møguleika at geva til kennar, hvussu støðan er, og hvørji serligu ynskini í økinum eru. – Eg haldi, at fitt av fund­um eru í staðbundnu nevndunum – og um ikki, verð­ur kallað til fundar, soleiðis at nevndirnar eru virknar, sigur hann. Spennandi uppgáva Hans Jacob Lamhauge sigur, at tað kom eitt sindur óvart á seg, at hann nú verður borgarstjóri. – Eg havi sitið øll hesi ár í býráðnum, og nú væntaði eg, at eg bara fór at vera vanligur býráðslimur ta tíð, eg havi eftir í býráðspolitikki. Hann heldur, at tað er eitt sindur serstakt at gerast borgarstjóri miðskeiðis í einum valskeiði, tí tær stóru linjurnar eru longu lagdar. – Men eg havi so eisini verið við í hesum arbeiði at stinga út í kortið fyri tey næstu árini. Hans Jacob sigur, at hann er spentur til hesa uppgávu – og hann gleðir seg at taka við borgarstjórastarvinum. – Jú, hetta verður ein spennandi uppgáva, og eg vil gera alt fyri, at tað álit, sum býráðið vísir mær við at velja meg til borgarstjóra, ikki verður svikið. Arbeiðs­ gongdin í býráðnum er mær eftir so mong ár ikki ókend, sigur hann. Góður í ráðum Komandi borgarstjórin í Runa­víkar kommunu sigur, at hann sum býráðslimur og formaður í byggi-og býar­ skipanarnevndini hevur havt eitt gott samstarv við Rod­ mund Nielsen, og hann ivast onga løtu í, at fráfarandi borg­arstjórin verður sær góður í ráðum. Tey meira enn 28 árini, Hans Jacob Lamhauge hevur sitið í Runavíkar býráð, hevur kommunan havt tilsamans fimm borgarstjórar; Dia P. Johannesen, Martin í Grund, Hans T. Olsen, Jákup Lam­ hauge og Rodmund Nielsen. Í umskipaða býráðnum, heldur Kári P. Højgaard fram sum varaborgarstjóri. Á eykabýráðsfundi í gjárkvøldi samtykti Runavíkar býráð at byggja nýggjan kommunuskúla í Runavík fyri umleið 85 mió krónur Nýggjur skúli Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Runavíkar býráð hevur nú samtykt at fara undir bygging av nýggjum kommunuskúla í Runavík. Av 11 býráðslimum, at­kvøddu 8 fyri, tvær at­kvøður vóru blankar og ein atkvøddi ímóti. Blonku at­kvøðurnar áttu Ólavur A. Olsen og Regin Olsen, og Kári P. Højgaard atkvøddi ímóti. Nú býráðið hevur samtykt verkætlanina, verður sáttmáli undirskrivaður við Articon, og ætlanin er, at spakin verð­ ur settur í longu um mán­að­ arskiftið, juni/ juli. Tað eru Articon og Tekni­stovan hjá Eyðuni Peter­sen, sum hava teknað verkætlanina í Runavík. Ætlanin hjá Runavíkar býráð er, at vanligu skúla­ stovurnar og serstovur skulu standa klárar at taka í nýtslu komandi summar. Síðan verður gamli fram­ halds­skúlin í Runavík rivin niður, og restin av byggi­ ætlanini verður framd. Við í nýggja skúlanum í Runavík verður umframt vanligar skúlastovur og ser­ stovur, eisini stórt bókasavn og stór aula, sum verður partur av mentanarvirkseminum í kommununi. Hetta verður ein væl út­bygdur skúli við nógvum møguleikum, og væntandi er, at hann kemur at nøkta tørvin fleiri ár fram í tíðina. Ætlanin er, at næmingar úr 4. flokki upp í 10. flokk skulu ganga í nýggja komm­ unu­skúlanum, meðan næm­ ingar úr 1. til 3. flokk skulu ganga í verandi skúla á Glyvrum. Tá ið øll ætlanin er veru­ leiki um tvey ár, verða barna­skúlarnir í Rytuvík og Søldarfiðri niðurlagdir sum barnaskúlar. Nýggjur kommunuskúli skal byggjast í Runavík Stór avbjóðing og spennandi uppgáva Tað eru Articon og Teknistovan hjá Eyðuni Petersen, sum hava teknað nýggja kommunuskúlan, sum skal byggjast í Runavík Mynd: Vilmund Jacobsen Eftir meira enn 28 ár í býráðnum verður Hans Jacob Lamhauge nú nýggjur borgarstjóri í Runavíkar kommunu eftir Rodmund Nielsen, sum fer úr starvinum 1. september í ár. Farandi og komandi borgarstjórin (høgrumegin) taka í hondina á hvørjum øðrum eftir einmæltu samtyktina í gjárkvøldi Mynd: Vilmund Jacobsen Kári P. Højgaard heldur fram sum varaborgarstjóri í um­skipaða býráðnum. Her heilar hann komandi ”yvirmann­in­ um” – og politiska partamanninum, Hans Jacob Lamhauge Mynd: Vilmund Jacobsen