Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 16. juni 2006 7 Nýggja sangbókin kallast Okkara Sangbók, og verður hon væntandi at finna á handilshillunum áðrenn ólavsøku. - Ætlanin er, at nýggja sangbókin skal gerast ogn hjá øllum føroyingum - eins og Grøna Sangbók og songbók Føroya fólks, sigur Ernst S. Olsen, fyriskipari. Mentan Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo – Tað er eingin loyna, at vit hava fingið íblástur til Okkara Sangbók frá hinum sangbókunum – Grønu Sang­ bók og Føroya fólks. Men vit ætla okkum ikki beinleiðis at leggja okkum á tær, og hava vit tí gjørt nýggju sangbókina eitt sindur øðrvísi. – Eitt nú hava vit útlendskar sangir við. – ‘Slagarir’, ið verða margfaldaðir í sang­hefti til veitslur. Men sjálvandi hava vit eisini allar teir kendu føroysku sangirnir við í Okkara Sangbók, sigur Ernst S. Olsen, fyriskipari. Hugskotið til nýggju sang­bókina kom fyri nógv­ um árum síðani, men fyri­ reikararnir fóru ikki miðvíst til verka fyrr enn í februar í ár. Síðan tá hevur Ernst S. Olsen arbeitt burturav við bókini. – Øll hava verið sera posi­ tiv, tá tey hava frætt um nýggju sangbókina. Tað, sum fyrst og fremst hevur sett hana í gongd, er stóri eftir­spurningur eftir Grønu Sangbókini. Hon varð útseld á marknaðinum fyri nógvum árum síðani, og síðan tá hev­ ur tørvurin verið sera stórur. Tí hava vit valt at gjørt eina nýggja sangbók, sigur Ernst S. Olsen. – Men eisini hava vit lurt­ að eftir, hvat fólk syngja til veitslur, og hvat Útvarpið spælir. At byrja við høvdu vit ein sera stóran bunka av sangum, men síðan hava vit eftir besta førimuni roynt at raðfest, greiðir Ernst S. Olsen frá. Um 300 sangir verða í nýggju sangbókini. Nýggjar besiffringar (til fylgispæl), ið hóska væl til felagssang, eru gjørdar til allar sang­ir­ nar. Og eisini hava allar sang­ bøkurnar ‘spiral’ og eitt gott innihaldsyvirlit, sum stendur í stavrað. Tann so væl dámda Grøna Sangbókin, ið nærum hvørt húski hevur í húsinum, stendur somuleiðis fyri durum Mentan Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Tó vil Simme A. Jacob­sen, fyriskipari, ikki ná­greini­ liga siga, nær vit aftur kunnu vænta at síggja eina Grøna Sangbók á hand­ ilshillunum: – Vit eru komin væl áveg­ is, men eg tori ikki at siga akkurát, nær hon kemur út. Um eg skal geva eitt boð, vænti eg, hon kemur seint í heyst. – Í løtuni stríðast vit við at seta tað seinasta saman. Nógvir nýggir sangir eru gjørdir, síðan Grøna Sang­ bók kom út á fyrstan tíð. Næstan allir teir somu sang­ irnir verða í, men so verða nakrir nýggir lagdir afturat. So nýggja sangbókin verð­ ur rúgvusmiklari enn tann gamla. Somuleiðis verður hon betri skipað í allar mátar og bert til keyps við ‘spirali’, sigur Simme A. Jacobsen. Nýggj Grøn Sangbók ávegis Nýggj sangbók á marknaðin Sangbókin er í alt býtt upp í fýra partar, men aftast í bókini er somuleiðis ein uppseting av ‘gittaragrebum’. Partarnir verða kallaðir soleiðis: Føroyingar, sum her nú koma saman (veitslusangir) Barnahjarta alramest (barnasangir og jólasangir) Sertilfar (borðsangir, sálmar, vísir, tættir og kvæði) Í húnarhátt (tjóðsangir) FAKTA Í høvuðsheitum standa hesir menninir aftan fyri Okkara Sangbók: Ernst S. Olsen, samskipari Magni Olsen, ráðgevi Súni Danielsen, tónlistaligur ráðgevi FAKTA Nýggja sangbókin kallast Okkara Sangbók og kemur út á marknaðin áðrenn ólavsøku: - Enn hava vit ikki endaliga avgjørt, hvussu stórt upplagið verður, men væntandi nakrar túsund, sigur Ernst S. Olsen, fyriskipari. Í næstum koma tvær nýggjar sangbøkur út á marknaðin. Syngið við