Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 114 - 16. juni 2006 Tað er altíð dram­at­ iskt, tá eitt skip rennir á, men manningin kann ikki lastast fyri nakað. Hinvegin haldi eg ikki, at tað kann vera rætt, at ferða­ fólkið bara verður slept upp á fjall, tá skipið hevur lagt at og skal kannast TEISTIN Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Oskar Oskarsson var umborð á Teistanum í gjárkvøldi, tá skipið bar við land á Gomlurætt. - Sjálvandi er tað dramatiskt, tá eitt skip rennir á. Serliga tí veðrið var so mikið gott, og ferðafólkini stóðu og hugdu at, meðan skipið bara nærkaðist landi meiri og meiri. Oskar Oskarsson greiðir frá, at tað vóru onkrar smá­ gentur sum grótu og róptu eftir mammu, men at ferða­ fólkini fólkini fingu boð yvir hátalararnar um, at skipið hevði borðið við land, og at skipið fór at leggja at og fólkini skuldu sleppa í land. So gekk ein løta har onki meiri frættist, inntil at boð komu um, at bilførararnir skuldu fara niður á dekkið, og verða klárir at koyra í land. – Hesi boð gjørdi sjálvandi fólk bangin, tí onki meiri var sagt í hátalarunum, so úrslitið var, at øll tóku beinini á nakkan og sluppu sær niðurundir. Bíða í fleiri tímar Oskar Oskarsson hevur ikki hug at lasta manningini um­borð fyri nakað sum helst. – Tá slíkar støður eru, kemur panikkur í fólk líkamikið hvat. Men tað, sum eg sakni, er hjálpina á landi. Hvar var hon, spyr Oskar Oskarsson. Ferðafólkini fingu at vita, at eitt annað skip skuldi koma og sigla tey yvir um klokkan níggju, men so fingu tey heldur onki meiri at vita. Klokk­an var farin nakað av hálvgum seks, tá ferðafólkini komu í land, og næsta skipið skuldi ikki koma fyrr góðar tríggjar tímar seinni. - Hví kemur ongin bussur eftir ferðafólkunum og koyrir tey til Havnar, har tey kunnu sita og fáa sær eina bita og tosa saman? Á Gomlurætt sluppu ferðafólkini at vála runt í fleiri tímar til næsti bátur kom, og tað kann ikki vera rætt, at skelkaðu ferðafólkini ikki skulu fáa betri viðferð, heldur Oskar Oskarsson, og fýlist hann á, at tilbúgvingin á landi er alt ov vánalig. – Á Strandferðsluni fáa tey boðini um óhappið bein­anvegin, og tá eiga tey samstundis at fara undir at gera okkurt fyri ferðafólkini beinanvegin, soleiðis at tey kunnu fáa ta hjálpina teim­ um tørvar, heldur Oskar Osk­ ars­son, sum var umborð á Teistanum, tá hann bar við land í gjár. Klokkan hálvgum seks rendi strand­ fara­skipið, Teistin, á land við Gomlurætt. Talan er ikki um stóran skaða og kann­ingararbeiðið er í gongd, fyri at stað­ festa hví skipið bar við land TEISTIN Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Seinnapartin í gjár, tá klokk­ an var hálvgum seks og Teistin skuldi fara av Gomlu­ rætt til Skopunar, bar hann við land inni á havnini. Skip­ið megnaði sjálvt at sleppa leyst aftur, og legði seg so við bryggjuna, so at ferðafólk og bilar sluppu í land aftur. Kanningar vístu beinan­ vegin, at sjógvur ikki var komin í skipið, men kortini varð gjørt av at taka Teistan upp á beding í Havn, fyri at kanna skipið nærri. Regin Vágadal, rakstrarleiðari hjá Strandfaraskip Landsins sigur, at tað beint nú ikki ber til at siga hvussu umfatandi skaðin er, men hann kann kortini siga so mikið sum, at talan er ikki um nakran stóran skaða. Á bedingini í morgun sást tó, at skipið hevur fingið tvey hol - annað á síðuna og hitt á kúlustevnið. Regin Vágadal kann held­ur ikki siga nakað um orsøkina til, at skipið bar við land, annað enn at kanningararbeiðið er í gongd, og at tíðindaskriv verður sent út seinni. Í løtuni røkir Ternan sigl­ ingina fyri Teistan. Hvar er hjálpin? Teistin bar við land Á bedingini í morgun umvaldu menn skaðan, sum Teistin fekk í gjárkvøldi Mynd: Jens Kr. Vang Ferðafólkini sluppu at ganga fyri vág og vind, inn til Ternan kom tá klokkan nærkaðist tíggju Mynd: Oskar Oskarsson Ongi talutíðarkort til korttelefonir eru at fáa í Havnini, og onki røkist fyri at hetta fer at broytast fyrr enn um tvær vikur. Á Føroya Tele eru tey hørm um hetta. - Feilurin er ikki okkara, men vit gera alt fyr at loysa trupulleikan TELEFONKORT Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tey, sum ikki eiga eina far­­telefon, men nýta kort­ tele­fonirnar, ið eru settar upp runt í Havnini, hava fing­ið ein trupulleika. Tey fáa ikki ringt, tí sum skilst eru ongi talutíðarkort til korttelefonirnar at fáa nakra­ staðni í høvuðs­staðn­um. Soleiðis hevur støðan verið seinastu tíðina, og soleiðis fer tað eisini at vera komandi tvær vikurnar. Á Føroya Tele kenna tey til trupulleikan, og siga tey, at tey longu í febru­ar bíløgdu fleiri talutíðarkort. – Vit hava langt síðani bí­lagt fleiri kort, men trup­ul­leikar av ymsum slag hava gjørt, at vit enn ikki hava fingið nøkur kort. Feil­urin liggur tó ikki hjá okkum, men hjá danska Xponcard. Kort­ini gera vit alt fyri, at trupulleikin verður loystur skjótast gjør­ligt, sigur Martin Brod­ersen, samskipari av marknaðardeildini hjá Føroya Tele. Hóast tað er ógvuliga av­­markað, hvussu nógv brúka korttelefonir í dag, so hevur Føroya Tele vanligt eina rúgvu talu­tíðarkortum liggjandi. Men nú komu vit so í ta óhepnu støðu, at vit ikki hava nøkur á goymslu, og tað eru vit kedd um, sigur Martin Brodersen frá Føroya Tele. Í meðan bíðað verður eftir talutíðarkortunum til korttelefonirnar, kunnu fólk keypa sær eitt simkort til eina fartelefon. Ein sovorðin pakki kostar 199 kr. og tá fylgja 100 kr. tele­tíð við. Hava fólk ikki fartelefon, so mugu læna telefonina frá øðrum, ella fara inn á eitt hotel ella okk­urt líknandi og læna tele­fonina har, sigur Martin Brodersen á Føroya Tele, sum lovar, at um tvær vikur eru talu­tíðarkort aftur til at fáa til keyps. Ongin talutíð til korttelefonir Ongin telefonkort til kort­ telefonir eru at fáa í Havnini