fríggjadagur 16. juni 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 16. juni 2006
9
– Tey, sum kenna manna
gongdina hjá teimum ta
milsku tikarunum, eru ikki
í iva um, at tað vóru teir,
sum skipaðu fyri hesum
ræðuliga hópmorðinum -
hesari skilaleysu brots
gerðini, sigur srilankiski
uttanríkisráðharrin, Mang
ala
Samaraweera,
við
norska blaðið Dagsavisen.
Álopið á tann fullsetta
bussin nærhendis býnum
Kebitigollewa er tann ring
asta atgerðin, síðani stjórn
in og teir tamilsku tikar
arnir samdust um vápna
hvíld í 2002. Teir norður
lendsku
eygleiðararnir,
sum skulu halda eyga við
vápnahvíldini, vóru skjótir
á staðið, og teir eru heldur
ikki í iva um, hvør hevði
lagt tær báðar minurnar á
vegin. Jouni Suninen úr
Finnlandi stendur á odda
fyri eygleiðarunum, og
hann sigur við finsku tíð
indastovuna FNB, at tað er
neyvan nakar ivi um, at tað
vóru teir tamilsku tikarar
nir.
Stálkúlur
– Talan var um tvær sterkar
minur. Tær vóru fyltar við
stálkúlum
og
vórðu
sprongdar, júst tá bussurin
fór framvið, sigur Jouni
Suninen við FNB.
Teir tamilsku tikararnir
hava avsannað, at teir
høvdu nakað við tilburðin
at gera, men eygleiðarar
vísa á, at tikararnir átaka
sær ongantíð ábyrgdina av
slíkum atsóknum. Uttan
ríkisráðharrin er ikki í iva.
– Tað er bara LTTU (ta
milski uppreistrarherurin),
sum hevur førleika og
útgerð til at fremja eina
slíka atsókn, sigur Mangala
Samaraweera, sum heldur,
at altjóða samfelagið eigur
at draga uppreistrarleið
aran, Velupillai Prabhaka
ran, fyri krígsbrotsmanna
dómstólin í Haag.
UTTAN ÚR HEIMI
Stutt sagt
Ein skilaleys
brotsgerð
Myndugleikarnir í Sri Lanka og ST ivast ikki
í, at tað vóru teir tamilsku tikararnir, sum
sprongdu ein buss í luftina fyrradagin. 64 fólk,
teirra millum 15 skúlabørn, doyðu.
Sri Lanka
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hendan kvinnan misti
tvey av sínum næstu í
atsóknini at bussinum.
Um eitt lítið ár fara tríggjar
milliardir fólk at búgva í
stórbýum, og tað er fyrstu
ferð í søguni, at fleiri
búgva í bý enn á bygd,
sigur ST.
Men heimsfelagsskapur
in ávarar ímóti gongdini, tá
nógvastaðni er miðsavnanin
óskipað, og tað kann enda
við harðskapi og ruðu
leika.
– Megna vit ikki at hjálpa
teimum mongu milliónun
um, sum savnast í fátækra
býlingunum í stórbýunum,
endar tað við, at tey gera
uppreistur og taka valdið,
sigur ST-talskvinnan Anna
Tibaijuka.
– Skulu vit sleppa undan
ruðuleika, mugu vit geva
teimum fátæku rættindi og
ávirkan, leggur hon aftur
at.
Ringast stendur í teim
um afrikonsku londunum
sunnan fyri Sahara. Meiri
enn tveir triðingar av teim
um, sum búgva í stórbý
unum har, fluttu til býirnar
fyri at fáa betri livikor,
men liva nú í stórum fá
tækradømi, og gerandis
dagurin er merktur av
neyð, sjúku og harðskapi.
Tey hava tað verri nú, enn
tá tey búðu á bygd.
Fólk savnast í stórbýum
Um eitt ár verða fleiri stórbýarfólk enn bygdafólk í
heiminum, og tað elvir til stórar trupulleikar.
Búseting
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Funnið olju og gass
Norska oljufelagið Statoil
kunngjørdi í gjár, at fel
agið hevur funnið eina
nýggja oljuleið á Halten
bankanum og eina nýggja
gassleið nærhendis Kvit
bjørn-leiðini í Norðsjó
num.
Tim Dodson, sum hevur
ábyrgdina av leitingini hjá
Statoil, sigur við Aften
bladet, at enn er ov tíðliga
at siga, hvussu nógv olja
og gass eru á teimum báð
um leiðunum. Hann heldur
kortini, at tað fer at løna
seg at útvinna oljuna og
gassið, men at leiðirnir
møguliga skulu knýtast
upp í aðrar leiðir, har
framleiðsla longu er.
Statoil eigur 43,55 pro
sent av rættindunum til
nýggju oljuleiðina á Hal
tenbankanum og 50 pro
sent av gassleiðini við
Kvitbjørn-leiðina.
Bush bað um umbering
Amerikanski
forsetin,
George W. Bush, noyddist
nú um dagarnar at ringja
til ein blaðmann hjá Los
Angeles Times við einari
umbering.
Á tíðindafundum sínum
roynir forsetin við hvørt
at skemta, men á einum
tíðindafundi herfyri mis
tók hann seg, tá ein blað
maður við sólbrillum reist
ist og setti forsetanum ein
spurning. Bush spurdi, hví
hann ikki tók brillurnar
av, áðrenn hann setti sær
spurningin, tí har var eing
in sól.
Forsetin visti ikki, at
blaðmaðurin, sum eitur
Peter Wallsten, hevur eina
eygnasjúku, sum ger, at
hann noyðist at ganga við
sólbrillum. Tað fekk hann
at vita seinni, og dagin
eftir tók Bush telefonina
og bað blaðmannin um
umbering.
– Eg eri ikki illur inn
á hann. Men tað argaði
meg, at hann svaraði ikki
spurninginum, sum eg
setti honum, sigur Peter
Wallsten við AP.
Tey flestu eru innflytarar
Tey seinastu tíggju árini
er fólkatalið í Oslo vaksið
50.000, men hagtølini
vísa, at tað eru bara 4.000
fleiri norðmenn í býnum
nú enn fyri tíggju árum
síðani. Hini 46.000 eru
innflytarar ella fólk av
fremmandum uppruna.
Tøl hjá kommununi
vísa, at 92,5 prosent av
teimum nýggju íbúgvun
um í Oslo eru av frem
mandum uppruna, og at
sjey prosent av teimum
eru úr ymsum londum í
Vesturheiminum.
Geir
Thornæs, sum er ráðgevi
hjá Oslo kommunu, sigur,
at uttan fremmandafólkini
var fólkatalið í Oslo
minkað, og í besta føri
hevði tað staðið í stað,
sigur hann.
Hann og politikararnir í
býráðnum høvdu ikki
væntað, at tey fremmandu
eiga ein so stóran part av
vøkstrinum í Oslo. Geir
Thornæs sigur, at fleiri
fremmandafólk eru flutt
úr øðrum norskum býum
til Oslo tey seinastu árini,
samstundis sum fleiri eru
komin úr útlandinum.
Harafturat kemur, at tær
fremmandu kvinnurnar
fáa fleiri børn enn tær
norsku.
Í fjør vóru 115.000 ferðslu
óphapp í suðuramerikanska
landinum Kolombia, og
myndugleikarnir hava nú
kannað, hví talið er so
stórt. Undir kanningunum
eru teir komnir eftir, at
fimta hvørt óhapp kemst
av, at bilførarar tosa í
fartelefon, men tað hevur
vakt størri ans, at fimm
prosent av óhappunum
standast av, at menn hyggja
eftir kvinnum, meðan teir
koyra bil.
– Vit hava okkara egnu
mentan, og ein partur av
henni er, at menn hyggja at
tí, teir halda vera vakurt,
sjálvt um tað fær teir at
gloyma, at teir koyra bil,
sigur Fransisco Fernandez,
sum hevur kannað hag
tølini.
Kolombisku myndug
leikarnir hava gjørt nógv
burtur úr at bøta um við
urskiftini í ferðsluni, og
tað hevur eisini hjálpt. Fyri
bara fáum árum síðani vóru
umleið 200.000 ferðslu
óhapp har um árið, men nú
er talið komið niður ímóti
tí hálva. Um tað er tí, at
menn hyggja minni eftir
kvinnunum, sigur søgan
kortini einki um.
Vandamikið at hyggja eftir kvinnum