fríggjadagur 16. juni 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 114 - 16. juni 2006
So fór henda fyrsta HM vikan í fótbólti aftur um
bak. Tað er altíð nakað forkunnugt við tí at fylgja
endaspæli í HM-fótbólti. Hóast Føroyar ikki eru við
kenna mong av okkum seg kortini tætt knýtt at onkrari
av fótbóltstjóðunum, sum luttaka.
Hvussu hevur so gingið hesa fyrstu vikuna! Enn
er ov tíðliga at gera tær heilt neyvu metingarnar, tí
fyrsta umfarið er ikki liðugt. Men sum væntað eru
tað tær frægu fótbóltstjóðirnar, ið hava vunnið, tó
við undantøkum. Hóast sigrarnir ikki hava verið so
sannførandi, so hava lond sum Ongland, Týskaland,
Argentina, Brasilia, Háland og Italia vunnið sínar
dystir. Ójavnt hevur tó verið, hvussu hvør hevur ”lever
að vøruna”. T.d. hava Ongland og Brasilia, verið
vónbrot fyri teir fjepparar, sum hálova og tilbiðja
hesi lond.
Bert eitt norðurland er við. Svøríki hevur framum
mong onnur lond fingið ein stóra uppgávu, nevniliga
at tryggja, at Norðurlond eisini verða umboðað í
øðrum umfari. Hóast eina óvantaða byrjan tóku sviar
dyk á seg hóskvøldið, tá teir í seinasta minuttinum,
fingu sigursgevandi málið móti Paraguay og fingu
harvið annað beinið væl inn um gáttina til annað
umfar. Flestu av okkum norðbúgvum seta nú okkara
álit á, at svenska liðið kemur víðari.
Men Italia, Ongland, Brasilia og Frakland eiga eisini
mong viðhaldsfólk millum føroyingar, so tað er kanska
so sum so við tí norðurlendska, tá avtornar. Tó so at
fáa sviar sítt góða spæl at koyra og málkanónirnar
innstillaðar rætt, so man lív koma í okkara norrønu
røtur. Hvør norðbúgvi man ikki innast inni í hjartanum
ynskja, at ein av okkara spældi seg til finaluna og
kanska entá til HM-heitið!
At afrikonsku tjóðirnar hava sett seg á fótbóltslanda
kortið er at fegnast um. HM fótbóltur hevur nógv
meira at týða enn tað at vinna. Tað at vera við, vísa
rætta stríðsandan og sonn fótbóltskynstur og so
vónandi eisini fáa góð úrslit er góð marknaðarføring
av eini tjóð og tess fólki. Hetta kenna vit føroyingar
til. Fótbólturin savnar eisini og kann hava týdning
fyri menningina av fólkaræðinum. Spurningurin er
so eisini, um ikki hetta nærum ”forgudaða” spæl ikki
eisini hevur eina jaliga ávirkan á okkum øll, tá hugsað
verður um tað stress, sum er vorðið stórur partur av
okkara gerandisdegi. Har tað eisini hevur týdning at
kunna ”kobla” frá.
Hugaligt verður at fylgja HM kappingini, tó at vón
okkara skal vera, at frægu fótbóltstjóðirnar finna rætta
stevið aftur. Higartil hava ikki verið so nógvar perlur
á vøllunum í Týskalandi, men orsøkin kann eisini vera
tann, at krútið verður ikki tikið fram av álvara fyrr
enn í komandi umførunum, tá tann eini dysturin snýr
seg um ”lív og deyð”.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
HM kappingin …
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Í og við at gerandisdagur
og framtíðar vælferð
føroyinga hevur størri
týdning enn fullveldis
møsni, eigur ríkisveit
ingin at verða dagførd
og ágóðin m. a. at koma
okkara pensionistum,
sjúkrahúsverkinum og
skúlaverkinum til góðar
Øll vistu vit, at fullveldis
flokkarnir í andstøðu og
Fólkaflokkurin raðfesta full
veldi framm um væl-ferðina
hjá vanliga føroyinginum.
Men at Javnaðarflokkurin,
sum fyri bert 4 – 5 árum
síðani ikki duldi fyri, at eisini
hann reið á fullveldisbylgjuni
og tá segði seg vera til reiðar
at skerja ríkisveitingina við
106 mió. kr., framvegis velur
fullveldi fram um vælferð
føroyinga og ikki tykist
vera sinnaður at dagføra
ríkisveitingina, var ikki
væntandi.
Fólkafloksfjepparar og
landskassablokkur
Sá í bløðunum ein av døg
unum, at onkur fólkafloks
fjeppari úr Havn óttast, at
hækkandi ríkisveiting av
Sambandsflokkinum fer
at verða nýtt til til at betra
um korini hjá teimum,
hann kallar tey veiku í sam
felagnum, umframt til íløgur
í vegir og tunlar úti um landi.
Hugsaði við mær sjálvum,
um slíkur fjeppari mann gera
sær nakrar tankar um, hvussu
nógv tons av fiski skulu
flytast eftir vegum, gjøgnum
tunlar og við ferjum um firð
ir og sund kring landið, fyri
at rinda bert eina einastu
almenna akademiska løn,
harav langt tær flestu verða
útgoldnar í Havn. Loyvi
mær annars stórliga at ivast
í, hvussu sjálvbjargin stórur
partur av landinum hevði
verið uttan landskassablokk
og ríkisveitingina. Mangur
fólkafloksfjeppari hevði tá
uttan iva leitað sær starv í
sunnara partinum av ríki
num, har teir eisini fingu
sína útbúgving. Havi tí
ógvuliga ilt við at fata, at
fólkafloksfjeppari úr Havn
kann fá seg til at misunna
økjunum úti um landi neyð
ugar vegir og tunlar og før
oyskum pensionistum mann
sømilig kor.
Hvat teimum sokallaðu
veiku í samfelagnum við
víkur er at siga, at hesi eru
tey sterku, sum løgdu lunnar
undir – og í ríkisfelagsskapi
bygdu hettar samfelagið,
men nú eru komin í eftir
lønaraldur og tørva eina
væl uppiborna eftirløn og í
øðrum førum eru teir stinnu,
sum í ov ungum árum eitt nú
á skipsdekki slitu seg upp og
tískil tørva eina somuleiðis
væl uppiborna veiting frá
almennu Føroyum.
Almennu pensiónirnar
Kanning, sum fyri ikki
so langari tíð síðani varð
almannakunngjørd í før
oysku bløðunum vísti, at
almennu pensiónirnar í Før
oyum eru millum 20 – 40%
lægri enn tilsvarandi donsku
pensiónirnar. Við øðrum
orðum er vælferðin her á
klettunum í so máta munandi
lægri enn í sunnara partinum
av ríkinum. Harumframt
skulu vit geva gætur, at m.
a. oljuprísirnir eru munandi
hækkaðir, umframt at før
oyskir pensionistar, í mun til
eitt nú danskar pensionistar,
sum fyri ein stóran part
búgva í íbúðum, hava stórar
útreiðslur av viðlíkahaldi av
egnum bústaði v.m.
Skúlaverkið
Tað er einki dulsmál, at
neyðugar játtanir ikki hava
fylgt teimum lógarkravdu
broytingum, sum eru álagdar
skúlunum og lærarunum
seinastu árini, eins og tann
í seinastuni nógv umrødda
PISA-kanningin sjálvsagt
hevur verið orsøk til mikla
sjálvrannsakan og vónandi
eisini fer at hava við sær,
at orð verða til gerð heldur
enn
burturforkláringar.
Tað sigur seg sjálvt, at á
hesum øki verður tørvur á
íløgum í arbeiðsmegina og
undirvísingartilfarið.
Ríkisveitingin
Uppáhaldið, at ríkisveitingin
er skaðilig fyri føroyska
búskapin, er bert kávalótir.
Sjálvsagt er peningur í sjálv
um sær ikki er skaðiligur.
Hinvegin er tað politikarar
nir, sum nýta peningin
skeivt, ið eru skaðiligir.
Serstakliga teir politikarar,
sum fyri bert 4 árum síðani
skerdu
ríkisveitingina.
Henda dáragerð hevur við
komandi ársskifti kostað
føroyingum uml. 2 milliard
ir krónur, umframt at hesir
politkarar hækkaðu árligu
rakstrarútreiðslur lands
kassans við uml. 1 milliard
krónum – alt uttan at skapa
vøkstur og framburð.
Sjálvberandi búskapur
Sjálvsagt skulu vit arbeiða
fram ímóti einum sjálv
berandi búskapi – hvør vil
ikki tað. Tó ber ikki til bert
at lækka ríkisveitingina,
uttan at skapa meirinntøkur
og vøkstur. Fyri tað, at
landsbúskaparligu útlitini í
løtuni eru toluliga góð, bert
2 ár eftir at fullveldisskútan
kollsigldi og manningin
slapp sær undan búskaparliga
upptakinum, skulu vit gera
okkum púra greitt, at alla
tað tíð fiskivinnan er okkara
altavgerðandi høvuðsvinna,
er føroyski búskapurin sár
barur og stendur og fellur
við skiftandi fiskaprísum,
oljuprísunum og tí tilfeingi
okkara sjófólk dregur til
lands. Tí er tað ábyrgdarleyst,
um vit til komandi samráð
ingarnar við donsku stjórn
ina ikki leggja upp til dag
føringar av ríkisveitingini
og á hendan hátt fáa part í tí
hækkandi vælferð, restin av
ríkinum er fyri og sum vit
eiga sjálvsagdan rætt til.
Samandráttur
Í mínum hugaheimi er tað
ein niðurgerð av teimum
føroyingum, sum tørva
pensiónirnar, sjúkrahús-við
gerðina v.m., um vit ikki
gagnnýta fyrimunirnar í
ríkisfelagsskapinum, sum
vit eru og verða partur av
í mong ár frammyvir. Tað
er og verður teir veikaru
samfelagsbólkarnir og tey
politiskt veikaru økini í
landinum, sum verða fyri
vanbýti, tá tað aftur sansar
at í landskassanum. Vónandi
síggja hinir flokkarnir eisini
veruleikan í eyguni, gloyma
fullveldismøsni eina løtu og
verja borg saman við Sam
bandsflokkinum, heldur enn
at avreiða vælferðina hjá
vanliga føroyinginum.
Sambandsflokkurin verjir borg einsamallur
Tvøroyri
Jaspur
Vang