Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 16. juni 2006 11 VIÐMERKINGAR Havnarkórið til Salzburg og Wien Kórið verður eisini at hoyra í Helligaandskirken í Keypmannahavn og í Tivoli KONSERT Sunnudagin fer Havnarkórið á flog við kós móti Salzburg og Wien, har kórið skal luttaka í 6. World Choral Festival saman við fýra øðrum kórum ymsastaðni úr heimi og ti gitna Wiener Sängerknaben, sum er vertskór. Umframt at vera við í felags framførslum í hesum vala songliði, fer Havnarkórið eisini at framføra egna skrá við føroyskum kórsangi og føroyskum dansi bæði í Mozarteum í Salzburg og í gitnu konserthøllini Goldener Saal í Musikverein, haðan allur heimurin á hvørjum ári á sjónvarpsskíggja upplivir Afturvendandi Nýggjárskonsertina. Á leiðini dvølir kórið á og hevur framførslur eisini í Keypmannahavn: Konsert í Helligaandskirken mána­ kvøldið kl 19:30, har skráin umframt tað, sum fram­ ført verður í Eysturríki, eisini fevnir m. a. um Lista­ skálakantatuna fyri kór, solistar og orkestur, sum teir tríggir William Heinesen, Karl Clausen og Karsten Hoydal skrivaðu til upplatingina av Listaskálanum í 1970. Týsdagin seinnapart kl 16:30 hevur kórið framførslu av meira fólksligum kórsangi og føroyskum dansi á »Plænen« í Tivoli. Uttanlandsferð Havnarkórsins endar við kirkjukonsert í Prag mikukvøldið 28. juni saman við kekkiskum uni­ versitetskóri, sum eftir ætlan verður gestakór hjá føroyska kórinum næsta summar. Við á ferðini eru 46 sangarar. (Aftursvar til Jògvan Mørkøre, samfelagsfrøðing.)   Eg fari at takka fyri partar av tínum aftursvari. Men óhumskuna kanst tú eiga sjálvur. Hon stendur í tíni grein, ikki mínari.  Vit minnast øll, tá út­róð­ rarmaðurin á sinni skuldi býta veiðuna: Eg ein stóran, tú ein lítlan. Tú ein lítlan, eg ein stóran. Tað gjørdi, at tann ið skifti, fekk allan tann stóra fiskin, ímeðan “kollegin“ fekk allan tann lítla fiskin.  Hóast Jógvan Mørkøre nýtir nógv orð, so standa spurn­ingarnir enn ósvar­ aðir: 1: Hví skifta frá prosentum til tingsessir – tá tað tænir Tjóðveldisflokkinum? 2: Hví skifta frá tingsessum til prosentir - tá tað tænir Tjóðveldisflokkinum?   Sambandið ein tingsess fram: Í seinastu veljarakanning týddi alt uppá, at Sambands­ flokkurin, sum einasti flokkur á Løgtingi, fór eitt umboð fram. Hví varð tað ikki nevnt? Hví fáa vit í Sambandsflokkinum ikki tann stóra fiskin tá vit eiga hann? 1: Er tað framløgan? 2: Eru tað blaðfólk í eru óheft, ið verða tikin við nøsini? 3: Eru tað blaðfólk í eru íheft ávísan politiskan flokk, ið reingja tíðindini í pressuni til frama fyri Tjóðveldisflokkin? Óheft ella íheft! løgtingslimur Marjus Dam Góði Jóannes Eidesgaard Vit eiga at fegnast um, at stjór­ in á Fiskirannsóknarstovuni hevur traðkað fram alment og sett støðuna upp so greitt, at ongin kann venda hesum bakið: Spekulasjónin við al­menn­ um fiskiloyvum er nú so grov og ógvuslig, at vit kunnu tosa um beinleiðis “russ­iskar tilstandir”. Al­menn loyvir, sum reiðarí hava fingið fyri onki, verða seld privatum fyri upp til fjórðings milliard krónur og enda bert í privatum lumm­ um. Í mun til støddina á okk­ara búskapi og í mun til fólkatalið, svarar hetta til, at eitt reiðarí í tildømis Noregi hevði selt eina kvotu hjá landinum fyri meira enn 20 milliardir krónur. Ongin politiskur flokkur kann renna undan ábyrgdini fyri at lata hetta ganga fyri seg. Umsitingin av lóg­ gávuni gjøgnum nógv ár, hev­ur máað burtur enda­mál­ ið um, at fiskurin er ogn Føroya fólks, og at fiski- og veiðiloyvir eru al­menn brúksloyvi, sum bert eru til láns. Og nógvar and­søgnir eru í lógini, har greinar ganga beint ímóti høv­uðs­ endamálinum við lógini. Men tað kann ikki góð­ takast, at landsstýris­maðurin bert kastar ábyrgdina frá sær, og sigur, at onki kann gerast fyri at støðga gongdini. Tað er eftir mínum tykki sera ivasamt um tað, sum gongur fyri seg, er í samsvari við lógina – og í hvussu er ber til at koma í tingið við neyðugum lógar­ broytingum. Hóast bæði Tjóð­veld­­is­ flokkurin, Javn­að­ar­­flokk­ urin, Sjálvstýrisflokkurin, Miðflokkurin og partvís Sambandsflokkurin í langa tíð hava sagt seg vilja støðga spekulasjónini og fáa eina skipan, ið tryggjar, at tað almenna fær inntøkurnar av fiskirættindum, so heldur støðan fram og versnar. Tá ið Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin tosaðu um at skipa samgongu eftir seinasta val, vóru vit samd um, at málið um at fáa ein almennan fiskidaga- og loyvis­banka, var eitt tað fremsta málið at fremja. Og fyri knøppum ári síðani komu greiðar meldingar frá øllum omanfyrinevndu flokkum og frá tær sum løgmanni um, at nú skuldi ein skipan við tilfeingisgjaldi setast í verk. Tí mugu vit staðfesta, at ein lítil minniluti í tinginum blokerar fyri neyðugu broyt­ ingum – til gagns fyri tey fáu. Tú hevur gjørt teg til tals­ mann fyri at finna breiðar semjur – og í hesum máli er ongin ivi um, at ein heilt breið semja liggur beint fyri. Eg fari tí at heita á teg um at boða øllum floksformonnum til fundar sum skjótast at viðgera støðuna og at semjast um hvussu vit beinanvegin støðga spekulasjónini og seta eina skipan í verk, sum er í samsvari við tey endamál, ið vit hava sagt okkum standa fyri. Sunnudagin sleppur almenningurin á fyrsta sinni at uppliva Sands Listasavn, tá hurðarnar verða latnar upp fyri hesum forkunnuga og spennandi savnið í stásiligu hølunum mitt í Sands bygd Listasavn Jan Müller jan@sosialurin.fo Sunnudagin letur Sands Lista­ savn upp fyri almenninginum á fyrsta sinni, á savninum fáa sandoyingar og vitjandi á oynni høvið at uppliva eitt tað mest forkunnuga og serliga privatsavnið í føroyskari listasøgu. Hetta er list, sum sandingurin Sofus Olsen hevur savnað í eitt langt lív sum listasavnari. Við útvaldum listaverkum av m.ø. Samuel Joensen Miki­ nes, Poul Horsdal, Elinborg Lützen, Jack Kampmann og Frimod Joensen umframt nógv listaverk av Ingálvi av Reyni. Sofus Olsen hevur arbeitt við hesið ætlanini í út við seks ár. Arkitekturin J.P. Gregoriussen hevur teknað savnið, og Articon hevur tikið sær av allari byggingini. Bygningurin stóð liðugur fyri jól. Hildið var tó ikki, at tað var skilagott at fara at flyta nógvu málningarnar úr Havn til Sands á vetrartíð. Men nú eru málningarnir komnir til Sands, og sunnu­ dagin kl. 14.00 letur savnið alment upp á fyrsta sinni. Atgongumerkið til savnið kostar 30 kr. Sofus Olsen hevur sjálvur rindað allan kostnaðin fyri byggingina av listasavninum. Tað skilst, at hetta er ein upphædd millum hálva aðru og tvær millíonir. Sands kommuna hevur rindað helvt­ ina av mvg’num, og Menta­ málaráðið hevur rindað hina helvtina. Longu leygardagin verður móttøka fyri innbodnum á savninum, tá verður somu­ leiðis bringumyndin av Sofusi Olsen avdúkað, tað er listamaðurin Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt bringu­ myndina. Vinfólk hjá Sofusi Olsen, við Karini Kjølbro á odda hava tikið stig til at gera hesa bringumynd av manninum, ið lesarar á Sosialinum valdu ársins mann í fjør. Síðan fyrst í sekstiárunum hevur Sofus Olsen savnað serliga útvalda føroyska list. Eitt tíðarskeið setti Sofus, saman við vinmonnunum Nonnegaard og Hanusi við Høgadalsá, eina ávísa upphædd um mánaðin av til at keypa listaverk hjá útvaldum listamonnum, m.ø. Ingálvi av Reyni. Teir deildu síðan listaverkini í millum sín, hetta var við til at stuðla gávuríkum listafólki, og verður nú til frægd fyri øll tey, ið vitja listasavnið. Sofus Olsen er kendur fyri at seta høg góðskukrøv. Hetta hevur verið við til, at gera savnið hjá Sofusi, til ivaleyst tað mest forkunnuga og spennandi privata lista­ savnið í Føroyum. Umframt listina, ið Sofus Olsen hevur savnað, hava fleiri listafólk og fyritøkur latið málningar til savnið, Sparikassin hevur latið ein málning hjá Hansinu Iversen og Tryggingarfelagið Føroyar ein hjá Torbirni Olsen. Aggi Ásgeirsdóttir, ið er ættað av Sandoynni hevur latið ein málning, harumframt hevur savnið fingið málningar av Eyðuni av Reyni og Amariel Norðoy. Stórur meiriluti fyri at støðga grovu spekulasjónini – opið bræv til løgmann Høgni Hoydal Sands Listasavn letur upp Sofus Olsen við málninginum »Listamaðurin og modellin« av Torbirni Olsen, ið Tryggingarfelagið Føroyar hevur latið Sands Listasavni