fríggjadagur 16. juni 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 114 - 16. juni 2006
Dagurin
17. juni. Bótolvsøka ella bótolvsmessa. Munkurin
Botolphus stovnaði kleystur í Lincolnshire í Onglandi,
og býurin Boston eitur eftir honum. Hann doyði umleið
ár 680. Navnið Bótolvur ella Bótal hevur verið brúkt sum
mansnavn í Føroyum og kemur fyri bæði í samband við
jørð og útróðrarmið.
18. juni. Leontius, deyður umleið ár 135. Heryvirmaður
í rómverska herinum, sum varð tikin av døgum fyri trúar
sakir.
19. juni. Gervasius, deyður umleið ár 300. Gervasius og
bróðirin Protasius vórðu tiknir av døgum í Milano.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
29. mai fingu Birita Petersen og Tórfinn S. Simonsen,
Sandavágur, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði
4125 gr.
3. juni fingu Herborg Petersen og Julian Hansen, Kaldbak,
ein son. Hann var 49 cm. langur og vigaði 3300 gr.
8. juni fingu Ruth og Kári Jacobsen, Klaksvík, ein son.
Hann var 51 cm. langur og vigaði 3450 gr.
9. juni fingu Rikke Berg Larsen og Jens Pauli Petersen,
Hoyvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3325
gr.
10. juni fekk Kari Ann Leonhardsen, Fuglafjørður, eina
dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3550 gr.
13. juni fingu Tina og Teitur Johannesen, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3600 gr.
13. juni fingu Lovinda og Tórhallur Halgaklett, Miðvágur,
eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3100 gr.
13. juni fingu Eva M. og Niclas Holm, Runavík, eina
dóttur. Hon var 47 cm long og vigaði 2400 gr.
13. juni fingu Judith og Jón Jacobsen, Eiði, ein son. Hann
var 54 cm. langur og vigaði 4400 gr.
14. juni fingu Karin Klakk og Hemming Thomasen,
Viðareiði, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði
4300 gr.
14. juni fingu Henny Mortensen og Fróði Nolsøe, Sørvágur,
ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3350 gr.
14. juni fingu Brynhild Hellisdal og Heri Ellendersen, Hoyvík,
eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3550 gr.
15. juni fingu Linda og Janus Kannuberg, Vatnsoyrar, ein
son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3800 gr.
Brúdleyp
17. juni giftast Lív Petersen, Tórshavn og Benny F. Hansen,
Norðoyri. Tey, ið vilja gleða brúðarparið, eru hjartaliga
vælkomin út á Norðoyri, 700 Klaksvík, kl. 17.30.
Leygardagin 17. juni kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni,
Birita Dalsgaard Hansen, Saltangará og Martin Karl Olsen,
Vágur. Veitslan verður í HB-húsinum fyri innbodnum.
Leygardagin 17. juni giftast Janus Larsen av Argjum og
Karina Jonson, Herlev, í Sankt Andreas Kirke í Keyp
mannahavn.
65 ár
Í dag, 16. juni verður Karl Wolles, Tórshavn, 65 ár. Dag
urin verður hildin heima sunnudagin 18. juni frá kl.
13.00-18.00.
12. juni fingu
Linda og Søren
Olsen í Oslo ein
son. Hann vigaði
3200 gr og var
51 cm langur.
Tann 9. juni fekk
Rúna Maria ein
lítlabeiggja, sum
var 51 cm. langur
og vigaði 3200
gr. Foreldrini eru
Eyðfríð Í. Jacobsen
og Finn Rúni
Simonsen í Havn.
Terji Rasmussen er ein leg
enda í føroyska tónleika
heiminum. Eins og bretar bert
hava ein Robbie Williams,
so koma føroyingar bara at
eiga ein Terja Rasmussen.
Eingin er sum Terji. Hann
er bara, sum hann er, og tað
kann vera trupult at greiða
frá, hvussu hann er, og hví
hann er soleiðis.
Hann er havnamaðurin,
sum dugir framúr væl at
skriva og framføra popp
sangir. Hann kann saktans
finna upp á at rýma av ein
ari konsert, áðrenn hon er
liðug. Hon torir væl at biða
áhoyrararnar halda kjaft, so
at hann fær spælt í frið. Men
hann er eisini maðurin, sum
gevur seg hundrað prosent
hvørjaferð. Og tað hevur
hann gjørt í meira enn 25 ár.
Pallurin er hansara frístaður,
hansara beinleiðis samband
til sínar mongu fjepparar, og
hevur tú einaferð upplivað
Terja á palli, so veitst tú, at
hann er nakað serstakt.
Hann er meira enn ein
einstáttaður handverkari
- hann er ein undirhaldari,
ein sangari, sangskrivari og
ósamanberiligur entertainari.
Terji er ikki bara framúr
á palli, hann hevur eisini
avrikað nakrar av størstu
poppsangunum í Føroya
søgu. Hvør kennir ikki
sangir sum Eros, Nummar,
Eg flýggi til tónleikin og
allar sangirnar av tiltiknu
útgávuni hjá Terja og Føstu
fressum. Hann hevur ferð
eftir ferð rakt seymin á
høvdið við sínum framúr
góðu poppkompositiónum,
og hann megnar framvegis at
skriva fangandi sangir.
Sum menniskjað og vinur
er Terji fantastiskur. Hann
kann verða pínliga erligur,
men hann er eisini trúfastur,
positivur og dugnaligur í
øllum tí, hann fæst við.
Seinnu árini hevur Terji
búð í Nólsoy, og tað hevur
undrað mangan, hví so er.
Ferð eftir ferð hevur Terji
fingið spurningin: Hví býrt
tú í Nólsoy?
Kanska er tað sangurin
Eg flýggi til tónleikin, sum
hevur havt sína ávirkan á
hann. Terji hevur ongantíð
verið eitt býarmenniskja,
sum hann hevur verið við
til at læsa náttklubbarnar í
Havn. Hann trívist best mill
um fá og góð fólk. Í Nólsoy
hevur Terji funnið henda
friðin og frælsið. Ikki tí at
hann bara situr inni í Nólsoy,
onkran túrin er hann niðri í
Kaffistovuni, og tað kemur
meir enn so fyri, at hann
syngur nakrar sangir. Og
mangan er tað hugnaligt, tá
ið Terji situr og syngur har.
Fyri 14 døgum síðani aft
aná Asfalt konsertina, møtti
eg nøkrum hvalbingum
uttan fyri Miðlahúsið. Teir
greiddu frá, at teir høvdu
havt sítt lívs upplivilsi í
kaffistovuni í Nólsoy, teir
høvdu fingið Terja at spæla
allar sínar slagarar. Og tað
var nógv betur enn at ganga
í Havn og mala á Asfalt,
søgdu teir.
Seinastu árini hevur tað
ikki sørt av mótgangi verið
ímóti Terja Rasmussen sum
tónleikara. Serliga hava tað
verið ummælarnir á bløðun
um, ungu tónleikarnir og
festivalarnir, sum hava funn
ist at honum. Eg veit, at nógv
av tí, sum hevur verið skrivað,
hevur Terji ikki verið glaður
fyri, ikki tí at hann ikki tolir
kritikk, men av at tað hevur
verið skeivt, sum hevur ver
ið skrivað. Millum annað
skrivaði eitt av bløðunum
um Ólavsøkukonsertina, at
tá ið Terji fór á pallin, vóru
nógvir áhoyrarar rýmdir, og
tá ið hann var komin á pallin
rýmdi restin. Undirritaði
var har, og hetta passar ikki.
Seinsta summar varð Terji
noktaður backstage til ein
av festivalinum, grundin
skuldi verða, at hann ikki
hevði spælt, var sagt. Mundi
sanleikin ikki verða, at hann
óynsktur har.
Prix Føroyar tónleika
kappingin gav honum eisini
nakrar snuddir. Aðrastaðni
í heiminum fáa tónleikarar,
sum hava avrikað so nógv
sum Terji Rasmussen, stóra
virðing frá teimum yngru.
Men soleiðis er ikki allastaðni
í Føroyum. Heldur mátti
Terji standa fyri skotum, tá
ið øvundsjúkir ummælarar
og tónleikarar loystu av
ímóti honum. Kallaðu hann
ein handverkara – eitt tað
størsta poppskaldið í Før
oyum nakrantíð. Nei, nógvir
av hesum kundi lært nógv av
Terja og hansara tónleikaligu
avrikum á útgávum og palli.
Á Summar Festivalinum
í fjør hevði Terji sína lívs
framførslu saman við Eyðuni
Nolsøe, sum hann hevur spælt
nógv saman við gjøgnum ár
og dag. Onkur tónleikakønur
vildi verða við, at hatta
helst var besta konsertin
á
Summarfestivalinum.
Tað var eisini tað, sum teir
kønu ummælararnir hildu
backstage, men ikki eitt orð
kom á prent um framførsluna.
Tað kunnu vit bara gita
okkum orsøkina til.
Nei, Terji Rasmussen gev
ur ikki upp aftan á nógvan
kritikk, hann er aftur farin
í holt við at gera nýggjan
tónleik. Hann hevur samlað
sær teir gomlu Frensarnar
saman aftur, og vit eru
mong, sum gleða okkum til,
at hann skal koma við einari
nýggjari fløgu.
Tá ein er 40 ár, halda
summi, at ein er gamal. Tað
heldur Terji sgu ikki. Hann
er framvegis sprelllivandi,
fullur av orku, og hann ætl
ar sær at halda fram við at
undirhalda fólki við sínum
tónleiki. Leygarkvøldið
verður so ivaleyst aldarinnar
veitsla í Nólsoy, har fólk
úr øllum landinum fara at
hátíðarhalda 40 ára dagin hjá
Terja Rasmussen. Hav eina
góða veitslu og nógv góð ár
framyvir
Jonhard
Popplegenda rundar tey 40
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum mintust
okkum á gullbrúdleypsdegi okkara, tann
9. juni 2006 við gávum, telegrammum og
uppringjan, men mest verða tit, børn og
svigarbørn takkað, fyri at tit gjørdu okkum
dagin so hugnaligan.
Blíðar heilsanir
Sunneva og Ásgrímur Debes