Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 16. juni 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Erling Højgaard, ætt­ aður úr Rituvík, andaðist í Rødby týsdagin 13. juni, 75 ára gamal. Henrik Thomsen, Keyp­ mannahavn, vanliga nevnd­ur Thomsen, andað­ist hóskvøldið, 93 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Tey, ið vilja minnast Thomsen, kunnu lata eina gávu til abbasonin, René Bryld, ið virkar sum trúðboðari í Grønlandi, konto í Før­ oya Sparikassa. Marius A. Rubeksen, Tórshavn, andaðist á Lands­sjúkrahúsinum hós­morgunin 15. juni, 78 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Ebba Lamhauge, bú­­ sitandi í Florida, andað­ ist sunnudagin 11. juni, 84 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá góða mamma, vermamma, omma og systir okkara Mia Larsen Tórshavn andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Amnesty International. Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og Vesturkirkjuni. Tøkk til tykkum, ið bakaðu til ervið. Hjartans tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Marjun, Kinna og Kristjan Fríggjadagin 16. juni fyllir Karl Wolles í Havn 65 ár. Karl er havnarmaður. Hann vaks upp sum næst­yngst­ur av teimum fýra børn­ unum hjá Signhild, f. Jensen, úr Havn, og Johan Wolles av Trøllanesi. Karl eigur tríggjar systrar: Jóna, Kirstin og Agnas. Jóna og Agnas búgva í Havn, og Kirstin býr í Týsklandi. Karl hevur altíð havt stór­an áhuga fyri bilum, og eft­ir barnaskúlan fór hann sum 15 ára gamal í læru á bilverkstaðnum hjá Sverra Djurhuus í Rættará. Sverri Djurhuus plagdi at siga, at tá hann møtti Karl úti vegn­um, og hann spurdi um ar­beiði, hevði hann eina slíka útstráling, at hann fekk seg ikki til at siga nei. Tað víst seg eisini, at Karl hevði hjartað á røttum stað og gekk upp í sítt arbeiði við lív og sál. Tá hann varð útlærdur, arbeiddi hann eina tíð á bilverkstaðnum hjá Hans Johs. Clementsen í Lucas Debesargøtu, ið eisini hevði serviceverkstað fyri Volks­ wagen, sum Farodane umboðaði. Eftir tað fekk hann starv hjá bil­ fyri­tøkuni P/F Vilhelm Nielsen, sum hevði stóran bilverkstað og umboðaðu GM-bilmerkini Opel, Vauxhall og Bed­ford. Í hesum starvi kom Karl at ferðast nógv kring landið, við tað at hann vera sendur út á bygdirnar at gera eftirlit og umvælingar av bilum. Hann kom at kenna nógv fólk og knýtti nógv vinarbond hesa tíðina. Tað hevur nokk ikki altíð verið so lætt at arbeiða einsamallur úti á bygd tá í tíðini. Gamli Vilhelm Niel­sen plagdi í hesum sambandi skemtandi at siga við Karl „Du skal bar se klog ud“, og um hann onkuntíð stóð fastur og arbeiðið ikki gekk eftir vild, so skuldi hann bara ganga sær ein túr, so fór alt at laga seg, vóru ráðini frá Vilhelm Nielsen. Har arbeiddi Karl í eini átta ár. Í hesum tíðarskeiði var Karl tvær ferðir í Grønlandi og arbeiddi, í Christi­ ans­haab og á Syðra Streymfirði, har hann arbeiddi upp á bilar á basanum hjá amerik­an­ar­unum. Í 1970 fekk Karl starv sum bil­mek­ anikari á nýggju Shellstøðini á Fræls­ inum, sum Gunnar Poulsen átti og rak tey fyrstu árini. Eftir at hava arbeitt umleið trý ár á Shellstøðini, byrjaði Karl við egnum verkstaði heima hjá sær sjálvum í Stoffalág, har hann hevði nógv at gera og hevði nógvar trúfastar kundar, sum hann hevur røkt­að bilarnar hjá í mong ár. Í sínum arbeiði er Karl sera nærlagdur og vælgjørdur. Eftir 10 ár sum sjálv­støð­ugur fekk Karl starv sum sýnsmaður hjá Bil­eftir­lit­ inum. Har arbeiddi hann, til hann gavst fyri 5 árum síðan, tá hevði hann arbeitt har í 14 ár. Eitt skifti avloysti hann sum húsavørður á Maskinskúlanum. Karl hevur verið í bil­branchuni í næstan 50 ár og verið við í øllum teimum broyt­ingum, sum eru farnar fram hesi árini, bæði hvat bilunum sjálvum og verk­støðunum viðvíkur. Karl er ein av stamgestunum í kaffi­ vogninum á Eystaru bryggju í Havn. Hann gongur nógv og svimur fast tíggj­ ar ferðir um vikuna. Hann er ógvuliga systematiskur, og alt er til sína ásettu tíð. Karl er giftur Elsu, f. Siv­ertsen, úr Klaksvík. Tey eiga trý børn: Jóhann og Elsebeth Mariu, sum búgva í Havn, og Signhild sum býr í Sørvági. Elsa og Karl eiga eisini ommu- og abbadóttrina Jónu, sum er 8 ára gomul. Føðingardagurin verður hildin í heim­inum í Stoffalág 38 sunnudagin 18. juni frá kl. 13 til 18. m. Karl Wolles 65 ár Tøkk Eina hjartans tøkk senda vit tykkum øllum, sum sýndu samkenslu og á annan hátt hjálptu til, í stóru sorg okkara, tá okkara høgt elskaða mamma, vermóðir og omma Elin Maria Knúdina Joensen Oyri lá sjúk, doyði og varð jarðað. Tøkk til familju og vinir, sum vóru um hana og okkum og hjálptu til á ymiskan hátt meðan hon lá sjúk. Tøkk tit, ið veittu ugga við at ringja, skriva ella stukku inn á gólvið, bæði heima og á landssjúkrahúsinum. Tøkk til tykkum á B6 ið vóru um hana, og fyri ta umsorgan, ið hon og vit fingu. Tøkk til kommunulæknar, heimahjálpir og heimasjúkrasystrar fyri alla hjálp. Tøkk til Emil Olsen prest, fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og gravarar. Hjartans tøkk til øll tykkum, fyri tað stóru hjálp, ið tit á ymiskan hátt veittu okkum við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávu til Føroya Felag Móti Krabbameini. Hjartans tøkk øll somul. Familjunnar vegna Anna og Jóannis Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara høgt elskaði maður, pápi, abbi, verfaðir og bróðir Marius A. Rubeksen fjarritari, Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum 15. juni, 78 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Familjunnar vegna Rhoda, Bjarni og Guðrun v/ familju 65 ár Í dag, 16. juni verður Karl Wolles, Tórshavn, 65 ár. Dag­ ur­in verður hildin heima sunnudagin 18. juni frá kl. 13.00-18.00. 80 ár Sunnudagin 18. juni verður Ingeborg Djuhuus Tórshavn 80 ár. Dagurin verður hildin sama við børnunum og syskinum Lesið -so eru tit við!