fríggjadagur 16. juni 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 114 - 16. juni 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í hesum døgum
fáa meiri enn 700
sjúkrarøktarfrøðingar
kring landið eitt
spurnarblað sendandi
við postinum. Spurn
ingarnir fevna so
vítt sum formlig
setanarviðurskifti,
strongd, ávirkan á
arbeiðsumstøður og
menning
Tíðindaskriv
Felagið Føroyskir Sjúkrarøkt
arfrøðingar hevur tikið stig til
at seta eina trivnaðarkanning
í verk millum føroyskar
sjúkrarøktarfrøðingar. Lim
irnir í felagnum starvast
víða innan heilsuøki - á
sjúkrahúsunum, á røktar- og
ellisheimum, í sambýlum,
innan heimarøktina, innan
heilsurøktina og við undir
vísing og ráðgeving. Felagið
ynskir at fáa eina heildar
mynd av, hvussu sjúkra
røktafrøðingar trívast í teirra
arbeiði og um trivnaðurin
møguliga er broyttur seinnu
árini.
Sparingar, yvirtøkur av
viðgerðum, umleggingar
og broytingar innan heilsu
verkið eru týðandi orsøkir
til, at felagið heldur, at tørvur
er á einari tílíkari kanning.
Tíðin til sjúklingin/brúkarin
er vorðin styttri og størri
krøv verða sett til tvørfakligt
arbeiði, menning og sam
skipan av uppgávunum.
Harafturat broytist sam
felagið við rúkandi ferð.
Hetta setur krøv til støðuga
førleikamenning samstundis
sum sjúklingurin/brúkarin eis
ini er vorðin meiri tilvitaður
um sín egna tørv. Hetta setir
eisini nýggj og avbjóðandi
krøv til tær uppgávur, sum
sjúkarøktarfrøðingar røkja
innan heilsuverkið. Nøktandi
førleiki, góðir møguleikar
fyri menning og trivnaður í
arbeiðinum eru tí av alstórum
týdningi fyri starvið sum
sjúkrarøktarfrøðingur.
Tað er Granskingardepilin
fyri Økismenning, sum
stendur fyri kanningini.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar:
Meiri enn 700 sjúkrarøktarfrøðingar
fáa høvi at siga sína hugsan
Nevndini í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, f.v.: Maria Debess, Jana H. Dalsgaard, Hervør
Eidesgaard, Elsa Vest, Turið Zachariassen, Joan Ziskason, Jonna Hansen og Einar Klakkstein
Í dag, 16. juni eru 20 ár liðin
síðan ein av okkara kendasu
politikarum,
Erlendur
Patursson í Kirkjubø, doyði,
72 ára gamal.
Erlendur var útbúgvin
hagfrøðingur (cand polit).
Hann kom fyrstu ferð inn á
ting fyri Tjóðveldisflokkin
í Sandoyar valdømi í 1954
og fall á valinum í 1966. Í
1970 varð hann aftur valdur
á ting fyri Tjóðveldisflokkin
í Suðurstreymoyar valdømi,
tá hann setti met við
fleiri enn 800 atkvøðum
atkvøðum og sat á tingi til
hann doyði í 1986. Hann var
landsstýrismaður frá 1963-
67 og sat á Fólkatingi frá
1973-77.
Hann
var
formaður
Tjóðveldisfloksins næstan
øll árini og blaðstjóri á
floksblaðnum 14. September.
Erlendur skrivaði eisini
fleiri bøkur og fekk M.A.
Jacobsens virðisløn fyri
yrkisbókmentir í 1981.
20 ár síðan Erlendur
Patursson doyði
Í dag eru 20 ár síðani
Erlendur Patursson doyði.
Hann var tingmaður í 24
Í 1976 fingu 20 nýggir lærarar prógv á Føroya Læraraskúla. Á myndini eru aftast f.v.: Janus Jensen, Suni Jacobsen, Per Gaard,
Kjartan Clementsen, Árant Olsen, Leon Johannesen, Alexander Kristiansen, Magnus Hansen, Elmar Jacobsen, Richard
Johannesen og Heri Thorsteinsson.
Fremra rað f.v.: Oddvá Nattestad, Emma Jacobsen, Hanna Kampmann, Ingvør Joensen, Inga Høgenni, Hansina Husgaard, Anna
Gásadal, Anna Thomsen og Sólbjørn Mortensen.
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1976
Fyri 30 árum síðan:
Læraraprógv í 1976
Áhugin fyri náttúru
lærugreinum skal
stimbrast við at byggja
legorobottar. First
Lego League skipar
fyri kapping í at byggja
robottar, og fleiri
føroysk lið luttaka
FIRST LEGO LEAGUE
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Seinnapartin í gjár var
kunnandi fundur í Lærara
skúlaauluni, har Kurt Madsen
kunnaði næmingarnar um
fyrireikingarnar til First Lego
League, har fleiri føroyskir
skúlar luttaka. Tilsamans eru
fleiri enn 6000 luttakarar í
FFL-kappingini, og úr Før
oyum eru 17 lið meldað til
kappingina. Tey skulu so
kappast sína millum í ymsu
londunum, um hvør teirra skal
sleppa til FFL finaluna, sum
verður í Svørríki seinni í ár.
Høvuðsendamálið við
First Lego League er, at
stimbra áhugan fyri náttúru
lærugreininum og at geva
børnum eina stuttliga upp
living við bólkaarbeiði og
tøkni. Ætlanin er so, at tað
eru luttakararnir sjálvir, sum
skulu læra hvønn annan, og
ikki lærarin, sum í vanligu
undirvísingini.
Í First Lego League skulu
næmingarnir byggja robottar
úr lego. Hesir robottar skulu
so klára at gera nakrar upp
gávur, og tað liðið, sum eigur
besta robottin, verður heiðra
við virðisløn. Men kappast
verður eisini á øðrum økjum,
millum annað sniðgeving og
framførðslu.
Kappingin er fyri børn í
millum 10 og 16 ár, og eru
tað børn í Danmark, Noreg
og Svøríki, sum luttaka.
Føroyar vóru í fjør við sum
gestaluttakarar, tá trý lið úr
Føroyum luttóku. Og í ár
eru Grønland eisini við sum
gestaluttakari.
Áhugin fyri náttúru
lærugreinum skal
mennast við lego
Kurt Madsen
vísir eitt
dømi um ein
legorobott
Lesið Sosialin - so eru tit við