Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 114 - 16. juni 2006 ] B36 dámar betur útivøllin Toftamenn hava nú møguleikan at skræða seg heilt leysar úr botninum, men tað verður trupult móti b36, sum stendur seg væl betri úti enn CONTACT _Con-3F7C24A5E5 \c \s \l heima Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum vera man er lagið fínt á Toftum, eftir at teir fóru úr Klaksvík við øllum stigunum seinasta sunnudag. Sigurin gav nakað av andarúmi niður til hóttandi strik­ una, og ein sigur sunnudagin kann lyfta teir heilt úr akutta vandanum. Størsta ivamálið hjá B68 er, hvørt Arnbjørn Danielsen verður tøkur til dystin. Hann hevur verið skaddur í nakrar vikur, men seinastu vikuna hevur hann vant við fullari ferð. So er spurningurin, hvørt hann aftur verður partur av miðverjuni, har Kári Hansen hevur verið fínur vikarur, ella um hann verður nýttur aðra staðni á vøllinum. Hjá B36 er talan um at kalla sama fólk, sum fyri viku síðani spældu javnt á heimavølli móti VB/Sumba. Eitt úrslit, sum als ikki var nøktandi hjá føroyameistarunum, men sum tó sýndi, hvussu trupult teir hava havt tað á heimavølli í ár. Hóast B36 enn ikki hevur tapt heimadyst í ár, so hava teir bert vunnið tann eina av slagnum – júst móti B68. Hinvegin hevur úrtøkan á útivølli verið góð. Har hevu B36 higarti vunnið fýra av seks dystum, meðan teir tvær ferðir eru farnir av vølli sum taparar. Rógvi fekk fult KR tykist vera í legu, har teir vinna aðru hvørja ferð og tapa aðru hvørja ferð Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í morgin, leygardagin 17. juni, er tjóðardagur í Íslandi. Hóskvøldið vórðu fleiri dystir spældir í 7. umfari í landskappingini. KR, sum tykist vera komið í rillu, har teir tapa aðru hvørja ferð og vinna aðru hvørja ferð, hevði vitjan av Víkingi, sum eisini er úr Reykjavík. Mánakvøldið tapti KR 2-0 í Vestmannaoyggjum. Hóskvøldið høvdu teir leikliga yvirvág, men tað gekk illa at fáa mál. At enda eydnaðist tað. Vísarin var farin ein minutt út um vanligu leiktíðina, tá ið teir skoraði sigursmálið til 1-0. Rógvi Jacobsen var alla tíðina í KR álopinum. Eftir dystin undraðust KR menn um, at dómarin ikki hevði bríkslað fyri brotssparki og reyðum korti til málverjan hjá Víkingi, tí hann skuldi hava hevnt seg inn á Rógva Jacobsen. Símun Samuelsen og Keflavík taptu mánakvøldið 2-1 á útivølli móti Fylkiri. KR er nummar trý við tólv stigum, og Keflavík er nummar sjey við sjey stigum. Meistararnir í FH eru á odda við 19 stigum, og Fylkir er næstfremst við 12 stigum. Strævnir HB-dagar Sunnudagin kl. 17 spælir HB fyrra dystin móti lettiska FC Dianburg í Intertoto-kappingini. Fríggjadagin fer ferðalagið hjá HB av landinum, og er hetta samstundis bara byrjanin til nakrar sera strævnar vikur hjá liðnum. Mikudagin spældu teir oddadyst móti GÍ, og komandi mikudag verður aftur trupul dystur á skránni, tá teir spæla í Klaksvík. Síðani er heimadysturin ímóti lettiska liðnum á skránni, grannauppgerð móti B36 og kanska eisini fjórðings­finala í steypakappingini. So alt í alt bendir kalendarin á nakrar sera strævnar vikur hjá bæði spælarum og venjara. -mørk Fuglfirðingar hava gott mót, eftir at tað eydnaðist teimum at fáa stig á útivølli móti oddaliðnum Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Fuglfirðingar vóru væl nøgd­ir við teirra avrik í 12. umfari, meðan klaksvíkingar vóru minni væl nøgdir við teirra avrik. ÍF spældi 1-1 í Gøtu, og tað var fyrsta stigið hjá teimum á útivølli móti grannunum síðani í 1980. At talan var um fínt úrslit varð undirstrikað mikukvøldið, tá ið GÍ við sigri í Gundadali setti seg á oddasessin. KÍ tapti 3-1 á heimavølli móti B68, og burtursæð frá stórsigrinum í Vági 2. hvítusunnudag hevur KÍ ikki vunnið síðani 30. apríl, tá ið teir vunnu 4-0 á Toftum. Í Klaksvík eru fleiri iva­ mál undan ferðini til Fugla­ firðar. Tað er heilt víst, at Iulian Florescu ikki verður við í Fuglafirði. Hann hevur lítið seinastu vikurnar og ikki spælt, tí hann hevur verið skadd­ur. Tað tykist vera rættu­liga ivasamt, um hann yvir­høvur fer at halda fram í Klaksvík. Atli Danielsen hevur ikki vant saman við hinum í vik­ uni, tí hann hevur trupulleikar í øðrum knænum. Sinisa Jovevic hevur vant fyri seg sjálvan, og Christian Lund­ berg, sum kom til Klaksvíkar mándagin, var ikki førur fyri at venja fyrrenn hóskvøldið. Tá vandi Símun Joensen ikki, tí hann hevði trupulleikar við knænum. Í Fuglafirði er Árni Pet­ er­sen leikbannaður eftir reyða kortið í Gøtu. Fritleif í Lambanum var orsaka av fótskaða ikki við í Gøtu síðsta sunnudag. Hann verð­ ur ivaleyst aftur í mið­verj­ uni. Móti GÍ spældi ein av klaksvíkingunum í ÍF, Tórður Lervig, vinstri vongverji. Tað tykist sannlíkt, at hann verður afturvaldur móti vin­ monnunum í barn­dóms­fe­ lagnum. Tað verður framvegis ar­beitt við at fáa tveir serb­ ar – ein verjuspælara og ein álopsspælarar – til Fugla­ firðar at hjálpa til. Enn duga teir ikki at siga, nær teir koma henda vegin. Í 4. umfari 17. apríl vann KÍ eftir tógvið stríð 3-2 í Fuglafirði. Skálamenn eru so mikið væl fyri við fólki, sum teir ikki hava verið fyrr í ár Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Stevnudysturin verður í Runa­vík leygardagin klokk­ an 18.30. Optimala fyri­ treytin fyri góðum stevnu­ hýri hjá Eystanstevnu vert­ unum hevði verið, um NSÍ hevði fingið trý stig eftir, at Eysturoyingur hevði vunnið kappróðurin millum 10- manna­førini. Skála tapti sunnudagin 1-0 á heimavølli móti HB. Skála hevði bóltin størsta partin av tíðini, men tað gekk illa at spæla seg til málmøguleikar. Tað kann hugsast, at fyri­ treytirnar verða øðrvísi hjá Skála leygarkvøldið, tá ið NSÍ fer at leypa á. Á Skála eru teir mann­ ingarliga betri fyri, enn teir hava verið leingi. Einasta iva­málið er Pætur Dam Ja­cobsen, sum í vikuni hev­ur havt trupulleikar við øðrum knænum. Alexandur Johansen varð skiftur inn móti HB. Hann venur saman við hinum, og tað kann væl hugsast, at hann hesa ferð fer at fáa uppaftur meiri spælitíð. NSÍ tók við 3-2 heimasigri móti EB/Streymi stórt fet fram móti toppinum. NSÍ hevur fingið fulla úrtøku burtur úr fimm teimum sein­ astu heimadystunum. Teir hava einki mist á heimavølli, síðani tað í triðja umfari 13. apríl endaði 1-1, tá ið B68 vitjaði. Móti EB/Streymi sást, at tað er kapping um plássini. Einar Hansen, Bogi Løkin og Jústinus R. Hansen stóðu seg væl. Dánial Hansen og Helgi L. Petersen vóru ikki við, og Andy Olsen varð skiftur inn í 2. hálvleiki. Kappríðing við Leynarvatn Leygardagin klokkan 15 verður kappríðing við Leynarvatn. 36 ross taka lut í kappingini, sum fevnir um trav, tvíspor, tvíspor ung, tvíspor 2. flokkur og tvíspor 1. flokkur. Av rossunum, sum eru við, høvdu Lokkur og Sólvindur, sum Rólant Reinert og Marita Askham eiga, bestu tíðirnar í fjør, og spennandi verður at vita, hvørt hesi megna at halda fast um oddasessir sínar. -mørk Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 GÍ 13 7 - 5 - 1 21 11 10 26 2 HB 13 7 - 3 - 3 30 17 13 24 3 EB/S 12 7 - 3 - 2 25 15 10 24 4 NSÍ 12 6 - 3 - 3 25 16 9 21 5 KÍ 12 5 - 5 - 2 26 14 12 20 6 B36 12 5 - 5 - 2 16 13 3 20 7 Skála 12 3 - 2 - 7 14 14 0 11 8 B68 12 2 - 2 - 8 11 21 -10 8 9 ÍF 12 2 - 1 - 9 13 31 -18 7 10 VB/S 12 2 - 1 - 9 12 41 -29 7 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B71 12 9 - 2 - 1 60 12 48 29 2 AB 12 9 - 1 - 2 28 12 16 28 3 LÍF 12 7 - 3 - 2 28 12 16 24 4 FSV04 12 7 - 1 - 4 29 13 16 22 5 TB 12 5 - 3 - 4 19 21 -2 18 6 HB 12 5 - 2 - 5 35 28 7 17 7 SÍ 12 5 - 1 - 6 35 33 2 16 8 KÍ 12 4 - 1 - 7 24 41 -17 13 9 VB/S 12 2 - 0 - 10 10 51 -41 6 10 Royn 12 0 - 0 - 12 5 50 -45 0 1. deild kvinnur v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 KÍ 10 10 - 0 - 0 63 9 54 30 2 AB 10 6 - 1 - 3 20 11 9 19 3 B36 10 6 - 1 - 3 24 16 8 19 4 GÍ 9 5 - 1 - 3 30 20 10 16 5 EB/S 9 5 - 0 - 4 12 11 1 15 6 SÍ 10 2 - 0 - 8 10 23 -13 6 7 NSÍ 10 2 - 1 - 7 19 36 -17 7 8 HB 10 1 - 0 - 9 5 59 -54 3 Nú er Christian í Premier League Christian Restorff Mouritsen skrivaði herfyri undir veruligan yrkissáttmála við enska Manchester City, har hann hevur spælt seinasta hálva annað árið. Ætlanin var alla tíðina, at lærusátt­málin, sum Christian hevur havt, skuldi broytast til veruligan Premier League sáttmála, og nú aldurin er til tað, er hetta veruleiki. -mørk NSÍ skal seta lit á stevnuna Fleiri ivamál í Klaksvík Enn hevur Skála ongan tíð koppað NSÍ, tá spælt hevur verið í Runavík. Og vertirnir vilja helst treyðugt, at fyrsta ferðin í so máta skal vera á eystanstevnuni