Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 114 - 16. juni 2006 ] Barnaróður, dreingir 1 Dúgvan 2 Sílið 3 Havfrúgvin 4 Jallurin 4 Blikur Barnaróður, gentur 1 Royndin Fríða 2 Falkur 3 Drekin 4 Tekla 5 Strípan 5-mannafør, dreingir 1 Blikur 2 Sílið 3 Havfrúgvin 4 Jallurin 5 Ritan 6 Kollur 7 Strípan 8 Drekin 6-mannafør kvinnur 1 Jarnbardur 2 Riddarin 3 Lómur 4 Smyril 5 Hvessingur 5-mannafør, gentur 1 Firvaldur 2 Ørnin 3 Blikur G 4 Havfrúgvin 5 Frúgvin 6 Drekin 7 Hvassi G 8 Sílið 5-mannafør, kvinnur 1 Báran 2 Drekin 3 Junkarin 4 Sílið 5 Ørnin 6 Jallurin 7 Ritan 8 Tjaldrið 9 Blikur 6-mannafør, menn 1 Kollfirðingur 2 Páll Fangi 3 Hósvíkingur 4 Gongurólvur 5 Sundabáturin 6 Sølmundur 7 Jarnbardur 8 Smyril 9 Lómur 10 Víkingur 8-mannafør 1 Nevið Reyða 2 Ørvur 3 Knørrur 4 Argjabáturin 10-mannafør 1 Nólsoyingur 2 Skálabáturin 3 Eysturoyingur 4 Klaksvíkingur 5 Havnarbáturin 6 Vestmenningur Stóri skal venja Køge Køge hevur tey bæði seinnu kappingárarini talst millum liðini, sum hava stríðst fyri uppflyting til donsku superliguna. Enskiríkmaðurin, Clive Stapleton, hevur brúkt á leið 10 mió kr. í hesum royndum, men enn hevur hetta ikki givið ynskta úrslitið, og nú er Stapleton ávegis úr felagnum. Tað merkir tó ikki, at alt er steðgað upp. Leiðslan í felagnum hugsar framvegis frameftir, og nú er avtala gjørd við Henrik Larsen, um at hann skal verða venjari hjá liðnum, sum enn einaferð meddar eftir uppflyting. -mørk Síðani teir á eyst­ara armi av Skála­fjørð­ inum fingu nýtt 10- mannafar, hava teir vunnið aðru hvørja ferð í heimasjógvi KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Triði FM kappróðurin verður á Eystanstevnu í morgin. Róð verður á Skálafjørðinum, sum verður roknaður at vera eitt tað besta og kanska tað allar besta róðrarøkið av øllum. Økið er bæði stórt og vítt, og tað er eingin trupulleiki at rógva á øllum trimum teinunum – á 1000, 1500 og 2000 metrum. Spenningurin er stórur. Á Sundalagsstevnuni síðsta leygardag vóru úrslitini í fleiri róðrum øðrvísi, enn tey vóru á Norðoyastevnu. Í morgin fæst ivaleyst góð ábending um, um tað nú eru ávísir bátar og manningar, sum mugu roknast at vera greiðir favorittar at vinna FM. Fyri mong var mest óvænt­ aða úrslitið á Kollafirði, at Eysturoyingur noyddist at lúta fyri Klaksvíkingi í kapp­ ingini millum 10-manna­ førini. Klaksvíkingar vunnu sann­førandi sigur. Spurningurin er so, um Eysturoyingur fer at megna at svara aftur í heimasjógvi, ella um Klaksvíkingur aftur fer at verða fyrstur á mál. Úrslitini í tveimum teimum fyrstu kappingunum hava ikki bent á, at talan skal verða um annan vinnara enn Eysturoying ella Klaks­ víking. Leygardagin kapp­ aðust hesir báðir bátarnir púra fyri seg sjálvar. Klaksvíkingar hava einki serlig róðrarhagtøl at vísa á. Í 2002 luttóku teir fyrstu ferð við nýggjum 10-mannafari. Tá var besta úrslitið hjá teim­um á Eystanstevnu, har teir endaðu á øðrum plássi. Í sera spennandi róðri lá Eysturoyingur á Klaks­vík­ ingi við knappliga tveim­um sekundum. Næstsíðsta ferðin, at Klaks­ víkingur hevur verið við í kappingini um oddasessin á Eystanstevnu var í 1970. Tá var hann fremstur á veg móti málinum, men á sjálvari málstrikuni tók Skálabáturin Klaksvíking. Tølini Hagtølini seinastu árini siga, at Eysturoyingur vinnur aðru hvørja ferð, tá ið hann rør í heimasjógvi. FM kappróður er á Eystanstevnu annað hvørt ár. Fyrsta ferðin, at nýggi Eysturoyingur, ið Sámal Hansen, sum nú er formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ, hevði smíðað, luttók í kapp­ ingini, var í 1998. Tá var hann fyrstur á mál. Í 2000 vann Nólsoyingur. Tá var Eysturoyingur numm­ar fýra. Í 2002 vann Eysturoyingur. Klaks­ víkingur var næstfremstur. Í fyrraárið – í 2004 – var Havnarbáturin fremstur á Eystanstevnu. Eysturoyingur var næstfremstur. So er spurningurin, hvussu tað fer at hilnast í morgin. Hagtølini kundu bent á, at Eysturoyingur eigur tørn av vinna. Klaksvíkingur og mongu viðhaldsfólkini, sum í morgin fara at fylgja Klaksvíkingi undir Leirvíksfirði, fara neyvan at hugsa stórvegis um søguligu gongdina. Tað ræður heldur um styrkina, kraftina, taktisku tilvitanina og tekniska snildið. Í morgin fæst at síggja, hvør verður stinnastur í samantalda úrslit­ inum av øllum hesum, og hvør tað verður, sum fer at hava marginalarnar á sínari síðu. Í 1996, 1994 og 1992 vann Skálabáturin á Eystanstevnu. Eysturoyingur luttók íkki í 1996 og í 1994. Nólsoyingur vann bæði í 1990 og í 1988. Eysturoyingur luttók ikki í 1990. Vestmenningur vann í 1986. Heldur ikki ta ferðina var Eysturoyingur mannaður. Startrøðin á eystanstevnu 50 bátsmanningar fara leygardagin at rógva triðja FM-róðurin í ár. Hartil verður talan eisini um barnaróður við tilsamans 10 bátsmanningum. Startøðin til róðrarnar er hendan: Katrin í hálvfinaluni Katrin Olsen hevur róð seg í hálvfinaluna í world-cup kapping í single-sculler Kappingin verður hildin í Poznan í Pólandi, og er hetta fyrsta ferðin, at Katrin kappast í hesum bátaflokkinum. Sambært danska róðrarsambandinum, so var enska Laura Ralston favorittur í hesi kapping, men hon megnaði tó ikki at fylgja við Katrin. Saman við eini týskari kvinnu var Katrin allan róðurin á odda, og hon er soleiðis til reiðar at rógva hálvfinalu í dag. -mørk Tølini siga at Eysturoyingur eigur tørn Hagtølini seinastu árini siga, at Eysturoyingur vinnur aðru hvørja ferð, tá ið hann rør í heimasjógvi