fríggjadagur 16. juni 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 114 - 16. juni 2006
Mentan
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Gløgt er gestsins eygað. Soleiðis
verður ofta tikið til. Og ikki sørt,
at hetta varð prógvað týsdagin.
Mangur vágbingur hevði
hug at smílast ella at tykjast
líkaglaður, tá tað frættist, at
týskvøldið skuldi ein sonevnd
farvælsamkoma verða í gamla
kommunukontórium, tí dagin
eftir fóru menn undir at taka
húsini niður.
Hóast dómurin langt síðani
er fallin, so hevur mangan verið
at hoyrt í krókunum, at tað var
nú spell, at onki varð gjørt við
húsini fyrr, so tey kundu verið
bjargað.
Tað var tónleikalærarin og
ígongdsetarin Ulf Nordlund, sum
fekk hugskotið til samkomuna,
innan húsini hvurvu. Hann
hevur verið tónleikalærari í
Suðuroynni í 3 ár og fekk í lag,
at tónleikaundirvísing fór fram
í húsunum, sum Miðnámsskúlin
annars eisini hevur nýtt sum
bókasavn.
Men húsini stóðu ikki at bjarga
og avgjørt varð, at nú skuldi tað
verða, at tey skuldu burtur.
Drotning Margretha
á altanuni
Húsini eru , ella vóru, valahús,
ið fólk av betra sonevnda betra
slagnum áttu. Og húsini hava
sanniliga verið vøkur og stásilig,
tað sæst á gomlum myndum,
og farvegurin eftir hesa tíð sást
eisini, hóast húsini nú stóðu at
falla. Hetta vóru hús, ið vóru
nakað meira, enn vanlig gomul
hús á bygd í Føroyum.
Her skal søgan ikki reksast
upp, men nevnast kann, at
statsmenn og kongalig hava
vitjað í húsunum og tá Drotning
Margretha var ung, stóð hon
á altanuni á hesum húsunum
og veitraði saman við systrum
sínum.
Heldur skal her greiðast stutt frá
samkomuni og rúm gerast fyri
myndum. Skrá var fyri kvøldið,
sum nógv fólk hevði leitað til,
hóast áhugavert sjónvarpskvøld
var við tíðindum og spennandi
fótbólti.
Fólk við tilknýti til húsini
mintust og søgdu frá, og so
vóru nøkur biðin um at hyggja
fram og geva boð uppá, hvar
Suðuroyggin er um 30 ár.
Eisini var tónleikur á skránni.
Musikskúlanæmingar spældu og
Karin Brattaberg sang og Niels
Nolsøe hevði klaverfylgispæl.
Eisini var sera áhugavert at
síggja nógvar gamlar myndir úr
Vági, tær flestu við tilknýti til
húsini.
Minnir
Eftir at hava hoyrt upptøku
við Amy Eystberg, sum tænti í
húsunum fyrst í tríatiárunum, og
sum býr í Skopun, fekk Torleif
Augustinussen, fyrrverandu
býáðslimur, orðið. Hann
greiddi frá húsunum, sum eru
bygd í 1930, og um tíðina sum
býráðslimur í húsunum fyri
skjótt mongum árum síðani.
Hann minti á og nevndi fleiri
fínar vitjanir, sum húsið hevur
verið karmur um, m.a. statsmenn
og kongalig, t.d. Anker Jørgen
sen, Krag og so tær 3 prinsess
urnar í 1963.
Jóvan Krosslá, býráðslimur og
fyrrverandi borgarstjóri, greiddi
eisini frá fakta og tí søguliga í
húsunum. Í 1959 gjørdust húsini
kommunukontór og vóru tað til
1995, tá býráð og umsiting flutti í
onnur og betri høli.
Søguligur er málningurin
av sluppini á glasplátu ovast
í skjøldrinum, sum William
Smith málaði. Jógvan minti á, at
málningurin lýsti og tendraði og
slóknaði við gøtuljósunum.
Torgerð Suðuroy fekk orðið
og greiddi frá, at mamma
hennara tænti í húsunum og at
hon tí kendi eitt sindur til hus
og húsfólk. Men hóast Torgerð
eisini royndi seg sum genta í húsi,
so gav tað meira og var stuttligari
at vaska fisk, og Torgerð greiddi
skemtiliga frá hesum viður
skiftunum í sekstiárunum.
Millum røðurnar leiktu
musikkskúlanæmingar.
Framtíðin
Men í hesum visjónstíðum, so
var ikki bert ætlanin hjá Ulf at
hyggja at tí søguliga, men eisini
at fáa boð uppá, hvat framtíðin
bjóðar.
Johan Dahl, løgtingsmaður,
fekk uppgávuna at siga sína
hugsan um hesi viðurskifti. Hann
minti á orðini, at troført er at
spáa, serliga um framtíðina, men
ongin kundi so skuldseta hann
fyri at siga ósatt, tí ongin av
teimum hjástøddu visti, hvat fór
at henda um 30 ár.
Men eftir skemt kemur álvari
og Johan segði seg vóna, at
Suðuroyggin og vinnulív fór at
snúgva seg um annað enn fisk,
t.d. ferðavinnu. Og kunningar
tøknin ger tað, at í dag er
líkamikið hvar ein er staddur,
arbeiðast kann allastaðni, og
hann metti, at vitan kemur at
bera samfelagið fram.
Karin Brattaberg hugleidi
eisini um visjónir og veruleikar
og vísti á nógv ítøkilgt innan
sangyrki og sangvenjing og læru.
Hon sang síðani eina ariu og
Niels Nolsøe spældi klaver.
Jan Haldansen umboðaði VB
og gav boð uppá, hvat hann
metti framtíðin kravdi og hevði
at bjóða. Betri umstøður til ítrótt,
men eisni kom Jan Haldansen
inn á tann veruleika, at tíðin er
farin frá sjálvbodnum arbeiði.
Katrin umboðaði mið
námskúlan og ungdómin. Hon
greiddi frá sínum hugsanum
og dreymum um framtíðina og
nevndi trupulleikan, at fólk koma
ikki aftur eftir lokna útbúgving,
tí tær umstøður, ið krevjast, ikki
eru til staðar.
Tá Ulf Nordlund skuldi takka,
gjørdist hann bilsin, tí næmingar
handaðu honum tøkk, blómur og
eina gávu.
Kirstin Strøm Bech, borgar
stjóri, takkaði fyri kvøldið, og
nýtti eisini høvið at takka Ulf,
sum nú fer av landinum, fyri
arbeiðið og áhaldni, ið hann
hevur víst og hon handaði honum
eisini gávu vegna býráðið.
Mikudagurin upprann og tá
kvøldið kom stóðu húsini ikki
longur. Nú er alt bara minnir.
So hvarv gamla
kommunukontórið
Týskvøldið 13.juni ‘06 varð skipað fyri eini heldur øðrvísi samkomu
í gamla kommunukontórinum í Vági. Hetta skuldi gerast síðsta
ferðin, at húsini tæntu nøkrum veruligum endamáli. Tað vistu tey, ið
savnaðust, og júst hetta var eisini orsøk til hesa sonevndu mentanar- og
farvælsamkomu. Dagin eftir stóðu húsini ikki longur
Húsini hava verið karmur um manga fína vitjan, her standa Margretha og
hinar prinsessurnar á altanuni undir kongavitjan fyrst í sekstiárunum