fríggjadagur 16. juni 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 • fríggjadagur • 16. juni 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur:
– Ódnin Alberto ávegis
Um vikuskiftið verður veðrið so nøkulunda kring alt landið, men í morgin fer tó at
regna, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur:
– Hitin fer at liggja millum 10-15 stig alt vikuskiftið, men mánadagin ella týsdagin
nærkast ódnin Alberto. Tá verður nógv avfall og nógvur vindur – um 15-20 metrar um
sekundi. So vit mugu hugna okkum um vikuskiftið, áðrenn ódnin kemur á vitjan, sigur
Petur Skeel Jacobsen.
- horsdal
Petur Skeel Jacobsen,
veðurfrøðingur
Umframt foreldrafund
var framsýning frá
evnisvikuni um
Gamla Samfelagið
og drekkamuður við
bakstri og súltutoyi,
sum næmingarnir
høvdu gjørt eftir elli
gomlum uppskriftum
Evnisvika
Rúna Sivertsen
runa@kallnet.fo
Tað eru fleiri mátar at skipa
ein foreldrafund. Mest vanligt
er kanska “stovugongdin” frá
einum lærara til annan. Helst
er neyðugt við slíkum fundum
av og á, hóast teir ofta eru
langdrignir og keðiligir.
Tí er so mikið meira forkunn
ugt, tá okkurt meira hugnaligt
og sosialt er á skránni, sum
til dømis á foreldrafundinum
í Hvalvíkar skúla seinasta
fríggjakvøld.
Um mánaðarskiftið høvdu
næmingarnir í Hvalvíkar skúla
evnisviku um Gamla Samfelagið.
Har lærdu tey um tað mesta av tí,
sum hoyrdi gerandisdegnum til í
gomlum døgum.
Tey lærdu um ull og bygdu
smá hús eftir gomlum sniði. Tey
gjørdu leikir úr sagnum og lærdu
seg gomul spøl. Tey lærdu um
gamlar matsiðir og gjørdu mat
eftir uppskriftum úr elligomlum
kókibókum.
Eisini var 85 ára gamli Vilhelm
Magnussen úr Streymnesi í
skúlanum og vísti næmingunum,
hvussu ullin varð karðað og
spunnin. Hann fortaldi teimum
eisini, at fyrr bleiv ullin vaskað
við landi, og tað hildu børnini
ikki vera tespiligt.
Næmingarnir arbeiddu í
bólkum, harav ein bólkur tók
sær av at gera sjónvarps tíðinda
sendingar frá evnisvikuni.
Næmingarnir framførdu eisini
sjónleik bygdan á gamla søgn
um huldudrong úr Hvalvík, sum
var so forelskaður í gentu av
Langasandi.
Alt hetta sluppu foreldrini
at síggja, og eisini fingu tey
drekkamunn við køkum, dríli og
súltutoyi, sum næmingarnir høvdu
gjørt eftir gomlum uppskriftum.
Í einum lítlum samfelag, sum
Hvalvík og Streymnesi, er eitt
slíkt kvøld kærkomið og foreldur
og lærarar hugnaðu sær.
Forkunnigur foreldrafundur í Hvalvíkar skúla
Sjóvarpsbólkurin hevur redaksjónsfund á skúlaloftinum
Helst eru dreingirnir meira áhugaðir í kjøtmaskinuni enn í
matgerðini
Anetta sigur frá gomlum sagnum
Myndirnar til greinina hava næmingarnir
í upptøkubólkinum tikið