Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 114 - 16. juni 2006 Hetlendska/føroyska verkætlanin “Sheep/ Seyður”, ið varð hildin á Shetland College í Lerwick herfyri, má sigast at vera dømi um mentanarligt sam­starv, tá tað eydnast allarbest. Verkætlanin var enn eitt ítøkiligt úrslit av avtal­uni um mentanarligt sam­ starv, ið londini gjørdu fyri trimum árum síðani Listhandverk Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo – Tey vóru serliga ovfarin av, hvussu framkomið føroyskt listhandverk er. Vit upplivdu hinvegin umstøður, sum ein­ hvør listhandverkari bara torir at droyma um, sigur Maria Mørkøre, ein av luttakararnum á hetlendsku/føroysku list­ handverkætlanini “Sheep/Seyður, ið var hildin á Shetland College í Lerwick herfyri. At evnið fyri verkætlanina var “Seyður” var, sum vera man, ikki av tilvild. Seyður og seyðahald hava til allar tíðir verið ein lívsæðr fyri lívsins uppihald bæði í Hetlandi og í Føroyum, og bæði londini hava langar siðvenjur at virka brúkslutir úr ull, beini og horni. Endamálið við verkætlanini var at savna dugnaligar listhandverkarar úr báðum londum, ið kundu læra av royndunum hjá hvørjum øðrum og saman menna nýggj­ ar førleikar og fakið sum heild. Eisini er ætlanin, at verk­ ætlanin kann verða byrjanin til eitt framleiðlsu- og vinnuligt samstarv innan listhandverk, ikki bara millum Føroyar og Hetland men eisini í altjóða høpi. Hetlendskt/føroyskt samsnið Í fyrstu syftu savnaðu luttak­ ararnir seg um at vísa hvørjum øðrum mannagongdir í arbeið­­inum við teimum ymsu handverksgreinunum. Maria Mørkøre fæst mest við tøving, og sjálvt um tilgongdin í nógvar mátar var tann sama, lærdi hon rættiliga nógv nýtt. – Tey brúka ullina uppá ein annan máta. Til dømis brúka tey ókarðaða ull at tøva við, sum gevur tøvda plagginum ein heilt annan struktur og fær teg at hugsa øðrvísi um møguleikarnar. Júst innan tøving hava hetlendingar lært meg, at møguleikarinr í grundini eru óavmarkaðir, sigur Maria, sum eisini varnaðist, at siðbundna hetlendska bindikynstrið er nakað fyri seg. – Mynstrini líkjast okkara eitt sindur, men tey eru munandi tættari og smærri og óvanliga litrík. Vit royndu til dømis at kombinera føroysk mynstir við tey hetlendsku og brúka teirra litir, sum gav eitt sera spennandi úrslit, sigur Maria, sum eisini var við til at gera ein føroyskt/ hetlendskan kjóla, sum flestu av luttakararnum áttu ein part av. Umframt bundnu og tøvdu pettini, hann var settur saman av, vóru eisini spenni, gjørd úr beini og horni, partur av kjólanum. Endaliga úrslitið var ein óvanliga forvitnislig samanseting av føroyskum/hetlendskum mannagongdum og rávøru í sera modernaðum sniði. Úbúgvingarmøguleikar Maria heldur, at tað ikki er ov nógv sagt, at føroyingar eru munandi meir framkomnir, tá tað ræður um sniðgeving. Hetta var eisini eitt tað fyrsta, hetlendingarnir løgdu merki til og fregnaðust nógv eftir. Hinvegin hava tey nakrar umstøður og tøkniligar møguleikar, sum vit í Føroyum illa duga at ímynda okkum – Eg havi aldrin sæð nakað líknandi. Har stóðu til dømis elektroniskar bindimaskinur í langum røðum og bara bíðaðu eftir, hvat tú vildi hava. Tað var bara at velja tógv, litir og snið, sum alt varð tastað inn á maskinuna, og út kom júst tað, tú hevði biðið um í so nógvum metrum, tú vildi hava, sigur Maria, sum heldur tað vera ótrúligt, hvat kann fáast burturúr, tá umstøðurnar eru til tað. Eftir øllum at døma eru eisini hetlendingar sannførdur um, at meðan tey hava møguleikarnir hava føroyingar fólkið og kreativa hugflogið. Tí vilja tey á Shetland College heldur enn fegin hava føroyingar at taka útbúgving á skúlanum. Í sambandi við fyrstu fyrireikingarnar til verkætlanina var Maggie Marr, ið starvast á Shetland College, í Føroyum og kunnaði um útbúgvingarmøguleikarnar á skúlanum. Fyribils stendur tað luttakararnum á hesi verkætlanini í boði at nýta útgerðina á skúlanum, tá tey vilja, og er hetta ein møguleiki, Maria saman við øðrum avgjørt fara at brúka í nærmastu framtíð. Gátuføra heldin Meðan Maria og hinar, sum arbeiða við ull og tekstil, komu til eitt satt slaraffenland av møguleikum, gjørdist vitjanin í Hetlandi ikki minni forvitnislig fyri tey, ið fáast við at virka lutir úr horni og beini. Millum hesi var Rasmus Nygaard, sum hevði við sær eina held, hann hevði gjørt úr horni. Hetlendingar høvdu ikki sæð eina slíka fyrr, men onkur helt seg vita, at á einum fornfrøðiligum útgrevstri har í nánd, var ein líknandi lutur funnin, sum ongin visti, hvat var. Og so var. Luturin, hetlendskir fornfrøðingar høvdu funnið, vísti seg at vera ein held av sama slag. Tað var ikki sørt av eini opinbering fyri hetlendingar, tá Rasmus so fór at greiða frá, at í Føroyum verða heldir brúktar at bera hoybyrðar við, og at talan tískil má vera um eitt forvitnisligt felags mentanarligt fyribrigdi. Og sum vera man fekk Rasmus uppgávuna at læra hetlendingar at gera heldir, eisini til armond, sum tær ofta verða brúktar í dag. Blómandi mentan Sniðgevin Jóhanna R. av Steinum vísir orginala føroyskt/hetlendska kjólan, ið luttakararnir gjørdu í felag Við heldini hjá Rasmusi Nygaard kom ein forvitnis­ ligur partur av felags metanararvinum undan kavi Mynd: Dave Hammond