Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 16. juni 2006 23 nar­ligt samstarv Avtala um mentanarligt samstarv 10. november 2003 undirskrivaðu táverandi landsstýriskvinna í mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, og Edward John Knight, talsmaður fyri Shetland Islands Council, avtalu um mentanarligt samstarv millum Føroyar og Hetland. Samstarvsavtalan hevur sum endamál at menna og styrkja mentanarliga samstarvið millum londini grundað á, at hetta hevur landanna felags áhuga. Samstarvið er eisini í góðum samljóði við tær politisku ætlanirnar í Norðurlandaráðnum um, at norðurlendskt samstarv skal víðkast til eisini at fevna um grannarnar fyri sunnan og vestan. Avtalan er tí gjørd fyri at skapa gróðrarbotn fyri størri samstarvi innan mentanarøkið sum heild. Hugsað verður m.a. um mentan og list, ítrótt, sjálvboðið barna- og ungdómsarbeiðið, aðrar sjálvbodnar felagsskapir og gransking. Við samstarvinum er vónin at fáa felags vitan, royndir og íblástur til gagns fyri mentanarlívið. Samstarvið skal eisini verða støðið undir fyriskipan og útinnan av verkætlanum og tiltøkum av felags áhuga. Eisini verður sambært avtaluni møguligt hjá felagsskapum eins og einstaklingum at søkja um fíggjarligan stuðul til mentanarligt samstarv. Ætlanin er, at hvørt landið sær markar ávísa játtan til ymsar samstarvsverkætlanir. Sum dømi um úrslit av avtaluni higartil kunnu nevnast fyrireikandi ítróttarkappingar í sambandi við Oyggjaleikirnar í Hetlandi í fjør, stóra ráðstevnan um málfrøðingin Dr. Jacobsen fyrr í ár og nú listhandverkætlanin “Sheep/Seyður”. FAKTA Maria Mørkøre roynir seg við øðrvísi hetlendsku ullini og tøviteknikkunum Maggie Marr frá Shetland College kunnar um úbúgvingar­møguleikarnar á skúlanum