fríggjadagur 16. juni 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 114 - 16. juni 2006
Fyri 90 árum síðani
rændu gravar
tjóvar høvdið á
kenda indianara
høvdinginum
Geronimo. Nú vilja
indianararnir hava
tað aftur, og kanska
hevur Bush, forseti,
eina serliga grund
til at gera eftir
áheitanini
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Millum pappírini á borðinum
hjá George W. Bush í Hvítu
Húsunum liggur eitt bræv við
heldur sjáldsomum innihaldi.
Brævið er frá einum manni, sum
vil hava forsetan at hjálpa sær at
fáa høvdið á abba sínum aftur á
rætta staðið.
Hvussu brævskrivarin eitur,
sigur hendan søgan einki um,
men navnið á abbanum er væl
kent og hevur sítt serliga pláss
í amerikonsku søguni. Hann
æt Geronimo og var tann
seinasti høvdingurin hjá apache-
indianarunum. Høvdið venda vit
aftur til.
Tað er ikki fyri tað góða, at
Geronimo hevur fingið sítt pláss
í amerikonsku søguni. Eins og
hinir indianararnir vildi apache-
ættin ikki góðtaka, at teir hvítu
niðursetumenninir tóku teirra
land, men sum árini gingu, mátti
ein indianaraætt fyri og onnur
eftir lúta fyri amerikanska
herinum. Apache-ættin var
tann indianaraættin, sum
stríddist longst, og tað gjørdi, at
oddamaður hennara er tann best
kendi indianarin í USA enn tann
dag í dag.
Millum niðursetumenninar
í Arizona og New Mexico
var Geronimo kendur sum
ein eirindaleysur drápsmaður,
og hetta umdømið varðveitti
hann í mong ár eftir deyða sín.
Millum indianararnar var hann
harafturímóti tann mætasti
høvdingurin við øllum teimum
eginleikum, sum ein slíkur átti
at hava. Hann var ágangandi og
djarvur og so eirindaleysur, at
niðursetumenninir skulvu av
ræðslu, hvørja ferð navn hansara
bleiv nevnt.
Men alt hevur sína orsøk, og
soleiðis var eisini við eirindal
oysi og hevndarhugi Geronimo’s.
Í 1858 var hann á handilsferð í
Meksiko, og tá hann kom aftur
til legu sína, høvdu meksikanskir
hermenn verið har og dripið frá
hond. Millum tey deyðu fann
Geronimo konu sína og øll trý
børnini. Hildið verður, at tað var
hesin tilburðurin, sum gjørdi,
at hann legði hatur á øll hvít
og allar meksikanarar, og hann
svór, at hann skuldi beina fyri so
mongum teirra, sum hann fekk
høvi til. Eftir hendan dag herjaði
hann javnan amerikanskar og
meksikanskar bygdir.
Flýddi fleiri ferðir
Í 1875 góvu amerikonsku
myndugleikarnir boð um, at
allir apache-indianarar vestan
fyri ánna Rio Grande skuldu
savnast í San Carlos-økinum,
men tað eydnaðist Geronimo at
flýggja saman við sínum næstu
stuðlum. Tað eydnaðist kortini
amerikanska herinum at finna
tey og at flyta tey aftur til økið,
haðani tey vóru flýdd.
Amerikonsku myndugleikarnir
stóðu við sítt og kravdu, at
apache-indianararnir skuldu
flytast til San Carlos, sum var
eitt oyðið øki í statinum Arizona.
Aftur hesaferð eydnaðist tað
Geronimo at flýggja, hesaferð
saman við einum svági sínum,
sum æt Juh. Í næstan tíggju ár
eydnaðist tað teimum at fjala
seg fyri herinum. Tey fyrstu árini
livdu teir eina friðarliga tilveru,
men tá ein apache-profetur bleiv
myrdur í 1881, fóru teir aftur í
hernað ímóti teimum hvítu.
Í mai í 1882 bleiv Geronimo
svikin av sínum egnu. Nakrir
apache-indianarar høvdu játtað
at hjálpa amerikanska herinum,
og tað eydnaðist teimum at taka
hann og viðhaldsfólk hansara
á bóli í einari legu, sum tey
hevði fingið sær í Sierra Madre-
fjøllunum.
Geronimo játtaði at fara við
hermonnunum, men longu
árið eftir var hann aftur á ferð.
Tíðindi vóru farin at ganga um,
at ein indianskur stríðsmaður var
tikin og drigin fyri rættin, og at
fleiri slík mál vóru á veg. Tann
17. mai í 1885 flýddi Geronimo
saman við 35 monnum og 109
kvinnum, børnum og unglingum.
Í januar árið eftir frætti hann, at
apache-indianarar høvdu hjálp
amerikanska herinum at finna
tilhaldsstaðið hjá svági hansara
Juh, og Geronimo skilti, at tað
sama mundi fara at henda sær. Tí
gjørdi hann av at geva seg yvir
til generalin Nelson Miles. Hetta
var tann 4. september í 1886. Tá
taldi fylgi hansara 16 menn, 12
kvinnur og seks børn.
Tá Geronimo gav seg yvir,
endaðu atgerðirnar hjá indi
anarunum, men tann gamli
høvdingurin fekk skjótt at sanna,
at tann hvíti maðurin var ikki
til at líta á. Beint ímóti teimum
lyftum, sum hann hevði fingið,
vórðu hann og næstan 450
apache-indianarar fluttir í legur
í Fort Marion og Fort Pickens í
Florida. Har vóru umstøðurnar
heilt øðrvísi enn tað, sum teir
vóru vanir við, og tey næstu árini
doyðu næstan ein fjórðingur av
tuberklum og øðrum sjúkum .
Í 1894 gjørdu myndugleikarnir
av at flyta indianararnar til Fort
Sill í Oklahoma. Har lívbjargaði
Geronimo sær sum bóndi tey
næstu árini, men tá hann doyði
tann 17. februar í 1909, var
hann framvegis krígsfangi,
og hann varð jarðaður í
apachekirkjugarðinum í Fort Sill.
Geronimo og Bush
Søgan vil vera við, at nakrir
studentar á lærda háskúlanum
Yale gjørdu seg inn á grøvina hjá
Geronimo, tá teir vóru á einari
sjálvbodnari venjingarlegu, sum
amerikanski herurin skipaði fyri
í Fort Sill í 1918. Studentarnir
vóru limir í einum loyniligum
felagsskapi, sum eitur ”Skull
and Bones Society” (Skølta- og
beinafelagið), og søgan sigur, at
teir høvdu skøltin hjá Geronimo
úr grøvini og tóku hann við
sær til høvuðsstaðina hjá
felagsskapinum, sum er í New
Haven í statinum Connecticut.
Tað er væl kent millum manna
í USA, at ein liður í upptøkuni
til limaskap í ”Skull and Bones
Society” er, at nýggju limirnir
skulu kyssa ein skølt, ið verður
róptur ”Geronimo”, og sum
liggur í einum glasbúri.
Tað er eisini væl kent millum
manna í USA, at George W.
Bush, forseti, var limur í ”Skull
and Bones Society”, tá hann
gekk á lærda háskúlanum Yale.
Pápi hansara, George Bush, var
eisini limur í felagsskapinum, tá
hann gekk har, og soleiðis var
eisini við abbanum, Prescott
Bush, sum sambært søguni
var við til at ræna høvdið av
Geronimo í 1918.
Í mong ár hava tey flestu
hildið, at søgan um skøltin á
Geronimo var íspunnin, men
herfyri almannakunngjørdi ein
søgufrøðingur á Yale eitt bræv
frá 1918, sum bendir á, at alt er
ikki íspunnið. Í brævinum, sum
er frá einum limi í ”Bones and
Skull Society” til ein annan lim,
stendur, at felagsskapurin hevur
tikið høvdið av Geronimo upp úr
grøvini í Fort Skill.
Nú vil oldurabbasonurin hava
forsetan at hjálpa mær at fáa
høvdið á oldurabbanum aftur,
so tað kann jarðast eftir fornum
indianskum siði. Enn hevur Bush
ikki gjørt nakrar viðmerkingar
til brævið, og tí er ikki greitt, um
hann fer at rætta mistakið hjá
abba sínum.
Vilja hava høvdið á Geronimo aftur
Hermenninir
søgdu ongantíð
frá, tá indianarar
nir fingu ringa
viðferð, men
harafturímóti
mintust teir altíð
til at siga frá, tá
vit høvdu gjørt
okkurt skeivt
(Geronimo)
”
Indianarahøvdingin Geronimo
Bæði George W. Bush og pápi hansara, George Bush, hava verið limir í
”Skull and Bones Society”. Tað var abbin, Prescott Bush, eisini, og hann hevði
sambært søguni ein serligan leiklut í sambandi við Geronimo.