fríggjadagur 16. juni 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 16. juni 2006
32
Leiklist
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tá tey bæði, Anton Tjekov
og Olgu Knipper hittast, eru
tey ávikavist 38 og 29 ára
gomul. Tey eru bæði listafólk
í mentanarumhvørvinum í
Moskva í seinnu helvt av 1800
talinum. Hann skrivar leikir og
hon spælir teir. Um hetta mundið
fer ein listarlig kollvelting fram
á russiska sjónleikapallinum,
har innilig og djúp psykologisk
drama um langtan menniskjans
verða sett í staðin fyri gomlu
hetjudyrkandi stórverkini.
Tjekov er høvundi til nógvar av
leikunum, sum verða framførdir
á nýstovnaða slóðbrótandi
listasjónleikarhúsinum, sum
Olga, saman við eitt nú
navnframa Stanislavski, setir á
stovn.
Listin ella kærleikin
Leikurin, “Eg taki tína hond í
mína…,” snýr seg um bræva
skiftið millum Anton Tjekov
og Olgu Knipper, tey seks árini
tey eru gift. Tey eru burtur frá
hvørjum øðrum meginpartin
av tíðini, og náa at skriva 800
brøv sínamillum, til hann doyr
bert 44 ára gamal. Anton Tjekov
hevur tuberklar, og noyðist at
liva í heita umhvørvinum á Krim
um veturin, tí kuldin í Moskva
er vandamikil fyri viðbreknu
heilsu hansara. Samstundis
spælir Olga sjónleik í Moskva,
og verður listin so at siga
prísurin fyri kærleikan teirra
millum, tí tey kunnu ikki vera
hvørgan fyriuttan: listina ella
kærleikan. Um veturin verður
hjúnalagið livað gjøgnum
brøvini, har teir báðir málsligu
ekvilibristarnir, við vøkrum og
nemandi orðum, siga søguna um
vakra og dramatiska kærleikan,
har kenslurnar sveiggja millum
bjartskygni og dapurskygni,
meðan langtan og longsul gevur
teimum áræði og køvir, hvørt
um annað. Tey eru gift til Tjekov
doyr 44 ára gamal og Olga livir
til hon verður 91 ára gomul. Hon
varð ongantíð gift uppaftur.
Ævigt tema
Sambært Solveig Weinkouff,
sum stjórnar leikinum, er temaið
í leikinum tað ævigt galdandi:
longsul. Og hon vísir á, at søgan
minnir ikki sørt um sjúkraleguna
og kærleikssøguna hjá Jørgen
Frants Jacobsen, soleiðis sum
William Heinesen skrivar um
hana.
– Vit menniskju eru so løgin, tí
okkum leingjast altíð. Um tað
er eftir betri veðri ella einum
sjómanni, tað er líkamikið.
Longsulin er altíð til staðar, alla
staðni og hjá øllum. Tað er hetta
leikurin snýr seg um, og Marita
og Olaf koma framúr væl frá
framførsluni, tí tey sínamillum
hava eitt samband, sum røkkur
langt út um pallin, sigur Solveig,
sum seinast arbeiddi saman við
Maritu Dalsgaard í sambandi við
framførsluna av leikinum um Frú
Marie Grubbe.
– Tað hevur altíð verið ein
dreymur fyri meg at sleppa
at arbeiða saman við Olaf
Johannesen, og tá Marita spurdi
um eg kundi leikstjórna hendan
leikin um kærleikssøguna hjá
Anton Tjekov og Olgu Knipper,
var eg ikki í iva, tí eg kenni
Maritu sum ein ómetaliga
sterkan sjónleikara, sum framum
alt megnar at vera hundrað og
tjúgu prosent til staðar alla tíðina,
sigur Solveig. Og hon heitir
á fólk, sum vilja uppliva eina
rættiliga kærleikssøgu, um at
sleppa øllum øðrum og at koma
til leikin.
Leikurin “Eg taki tína hond
í mína…” verður frumsýndur
leygardagin 24. juni í Meiarínum.
Leikur um list og langtan
Leikstjórin Solveig Weinkouff hevur starvast við sjónleiki síðani 1980,
bæði sum sjónleikari, assistentur, lærari, pallsmiður og framleiðari. Í
5 ár var hon ein fastur partur av leiðsluni á navnframa Jomfru Ane
Teatret. Solveig hevur undirvíst á Statens Teaterskole og Danmarks
Designskole og hon hevur leikstjórna eitt nú Cecilia av Lise Jørgensen
(Egnsteatret Masken 2004), Besøg av Jon Fosse (RadioDrama 2003),
Besøg av Jon Fosse (Mungo Park 2003), Vinter av Jon Fosse (Rialto
2001), Før natten kommer (Workshopscenen – Statens Teaterskole
2000). Í 2000 fekk Solveig íverksetarastuðul frá Statens Kunstfonds.
Solveig menti konseptið til framførsluna Magt (Krudttønden 2005).
FAKTA
Eg taki tína hond í mína…
Amerikanski høvundin Carol
Rocamora hevur skrivað
leikin við støði í teimum 800
kærleiksbrøvunum. Marita
Dalsgaard hevur týtt leikin til
føroyskt.
Leikurin er fyrsti leikurin,
sum Leiklistaráðið stuðlar.
Leiklistaráðið virkar sum stýri
fyri Tjóðpall Føroya. Ein av
uppgávum leiklistaráðsins er at
seta stjóran fyri Tjóðpallin og
aðrar yvirskipaðar uppgávur
í sambandi við yrkisleiklist og
leiklist sum heild.
Danski leikstjórin Solveig
Weinkouff stjórnar leikinum.
Leikarar eru Olaf Johannesen
og Marita Dalsgaard.
Frumframførsla 24. juni 2006 í
Meiarínum í Tórsgøtu.
FAKTA
Ein av heimsins vakrastu
kærleikssøgum um parlagið millum
deyðasjúka russiska høvundan
Anton Tjekov og sjónleikarinnuna
Olgu Knipper, verður í næstum
framførd á Meiarínum av
sjónleikaraparinum Maritu
Dalsgaard og Olaf Johannesen
Solveig Weinkouff, leikstjóri