fríggjadagur 16. juni 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nr. 114 - 16. juni 2006
Stórar, tjúkkar, tunnar, smáar, langar…
Stórar, tjúkkar, tunnar, smáar, langar…
Vit gera bøkur frá uppseting til liðugtgerð. Við drúgvastu royndunum
innan bókaprent er tín bók í góðum hondum hjá okkum
tel. 314 555, www.foroyaprent.fo
Hvussu skrivar ein
rithøvundur? Hvat fær
ferð á hugflogið og
gongd á skrivingina
á ein hátt, so
úrslitið verður ein
liðugur tekstur? Á
Mentanarnáttini herfyri
hevði rithøvundurin
Lydia Didriksen hesa
hugleiðing um at skriva
Hugleiðing
Eins og við skrivingini hjá Lydiu
Didriksen, byrjaði eisini hendan
hugleiðingin við eini mynd – hesu
ferð eini mynd á einum korti, Lydia
fekk við postinum nú ein dagin.
T
að var okkurt løgið við hesi
myndini, tí hóast eg hevði
lagt hana frá mær, so sá eg hana
framvegis fyri mær. Við eitt visti
eg, hvat tað var, sum hugtók meg.
Henda ljóshærda smágentan,
sum lá fram eftir rommum, á eini
træbrúgv ein summardag við tí
eina í huganum – at kanna og
avdúka tað, sum havið huldi, var
sjálv ímyndin av barndóminum
hjá okkum, sum vuksu upp Yviri
við Strond í 60’unum.
Vit livdu úti – langt burtur
frá gerandisdegnum hjá teim
um vaksnu, óansæð um tað
var summar ella vetur. Til
summarið hoyrdi gummistivlar,
glaskrukkur, blikk og spannir,
og til veturin hoyrdi træskoytur,
seinni ísskoytur, stýrisletur og
sparkarar – tær longu brekkurnar
oman ígjøgnum allan býin og
tann rúkandi ferðin, keturnar av
ýlandi børnum og ungdómum,
Hoyvíkstjørn og ísurin.
Barnabøkurnar vóru fáar
og høvdu sum so ongan
týdning í okkara uppvøkstri.
Harafturímóti var talan um eina
serliga ”køksmentan” – tað var í
køkinum, at spennandi frásagnir
vórðu sagdar, serliga minnist
eg frásagnir um løgnar tilburðir
á havinum, um skip, sum vóru
gingin burtur og sóust aftur, um
menn, sum vóru sligdnir út og
vitjaðu aftur í hamferð. Hesar
frásagnir rúnarbundu okkum og
megnaðu at flyta okkum burtur í
aðrar heimar.
S
um ung vóru tað yrkinga
søvnini, sum fingu meg at
undrast, tí tað var í teimum, at
orðini málaðu tær vakrastu og
mest hugkveikjandi myndirnar.
Sjálv skrivaði eg eisini
yrkingar – í rúgvuvís. Yrkingar,
sum speglaðu ræðuleikunum
úti í heimi, sum upptók okkum
so nógv. Eg skrivaði tær fyrst
við hond og síðan á maskin. Eg
savnaði tær saman í mappir, sum
eg plantaði á hyllina. Har stóðu
tær so og blomstraðu, og tað gera
tær forrestin enn!
Sum frá leið kendi eg kortini
yrkingakarmin ov trongan – tí
tað, ið eg vildi siga, rúmaðist
ikki longur í forminum. Í
nøkur ár royndi eg ymsar leiðir,
t.d. royndi eg at tekna, men
manglandi førleikin forðaði mær
at fáa tað fram, sum eg vildi. So
keypti eg mær ein myndavev, og
tað var stuttligt at arbeiða við,
men eg megnaði ikki at lýsa
tað, sum eg ynskti. So royndi eg
broderigarnið, men tað segði alt
tað sama.
Og av eini ella aðrari orsøk fór
eg so at gera samklipsmyndir, og
tá bar betri til. Eg fann landsløg,
súmbolir, andlit og annað í
bløðum og lýsingum og setti tað
saman við pappíri og litum. Eitt
nú brúkti eg brot úr kendum
myndum, og við at seta hesi
myndabrotini saman skaptust
nýggjar myndir.
Tá ið eg hyggi eftir hesum
samklipsmyndunum í dag, finni
eg tær aftur í søgunum – tað er
ein týðiligur parallellur. So helst
er tað soleiðis, at myndirnar eru
”forleyparar”, sagt í gásareygum,
til søgurnar, sum eg síðani havi
skrivað.
M
iðskeiðis í 80unum kom
ein gomul dreymamynd
enn einaferð fram fyri meg. Ein
leivd úr einum dreymi frá tí, at
eg var um 13-14 ára gomul, sum
onkusvegna ikki vildi gloymast..
Tað var ein mynd um ódnarveður
og havsneyð beint uttan fyri
gamla molan her í Havn. Sjálvt
í dag, góð 35 ár seinni, síggi eg
myndina týðiliga fyri mær.
Tað, sum undraði meg, var
hví júst henda eina myndin
varð standandi eftir. Eg royndi
tí at kanna, hvørjar tankar og
kenslur myndin nam við innan í
mær fyri síðan at seta hana inn
í ein – fyri meg – trúligan og
áhugaverdan samanhang. Tá ið
eg helt, at tað var eydnast mær at
siga júst tað, sum eg vildi hava
fram, var ”Frostrósan” liðug.
Eg hevði arbeitt við henni í 7
mánaðir, og á borðinum lógu
tríggjar maskinskrivaðar síður.
Hon var tann fyrsta stuttsøgan,
eg nakrantíð hevði skrivað, og
við henni var eg komin eitt
fet víðari. Eg hevði funnið ein
nýggjan hóskandi karm til orðini
og myndirnar, nevniliga ta stuttu
søguna.
Ein felagsnevnari fyri mínar
søgur er, at tær eru lutfalsliga
stuttar og samansettar, tær
eru allar skrivaðar umaftur
og umaftur, inntil bara tað
neyðuga stóð eftir. Tær flestu
av teimum hava náttúruna og
umhvørvið, sum eg vaks upp
í her í Havnini, sum bakgrund.
Tó so – aloftast verða tær
kendu náttúrumyndirnar og
– fyribrigdini flættað saman við tí
ókenda og dulda fyri á tann hátt
at boða frá og lýsa tað, sum rørir
seg í persóninum, sum søgan
snýr seg um.
T
að er helst ikki ov nógv sagt,
at eg eri visuell burturav.
Eg hugsi í myndum, lurti í
myndum og minnist í myndum.
Hugskotini til søgurnar fái eg
úr myndum, sum til dømis
burturúr hasi dreymamyndini,
ið Frostrósan byggir á. Men
myndirnar kunnu eisini stava
frá einum broti úr eini søgu,
sum onkur fortelur mær, ella úr
einum tilvildarligum andliti, sum
eg síggi í eini fólkamongd.
Kanska snýr hetta – at fara
inn í hesar løgnu myndirnar,
sum onkusvegna festa røtur
eins og ókrút – seg um at gera
tað ókenda kent, at seta brot og
leysir endar saman og skapa eina
nýggja heild og á tann hátt royna
at fáa innlit í tað burturbeinda.
Fyri mær er sjálv skrivingin
umráðandi – tað er ein tilgongd,
sum fær alt at hvørva – bæði
meg sjálva og tíð og stað. Tað
hendir tó meiri enn so, at meðan
eg skrivi, fer søgan sínar egnu
leiðir. Eg kann ikki temja
tekstin meiri enn eitt vist. Ofta
havi eg havt varhuga av, at jú
meiri fastløgd søgugongdin er
framman undan skrivingini, jú
strævnari er tað at fáa søguna at
makka rætt. Og tað hevur hent
seg meiri enn eina og tvær ferðir,
at eg havi verið noydd at givist
við einum teksti í rúma tíð, tí
hann ikki vil, sum eg vil. Stevið
sampakkar ikki, tað, sum eg vil
siga, er ósagt, og tað, sum kemur
niður á pappírið, er betur ósagt.
Men tá ið eg so vendi aftur til
søguna – kanska fleiri ár seinni
– og fari afturumaftur, so ber til at
fara víðari við skrivingini.
H
esi seinastu tíggju árini
havi eg serliga tikist við
at skriva undirvísingartilfar.
Tað byrjaði við Kom og skriva-
bókarøðini, og í løtuni arbeiði
eg við lesibókarøðini Les
til framhaldsdeildina. Mær
dámar væl at arbeiða við
undirvísingartilfari, tí tað bæði
er analytiskt og skapandi, og
aftrat tí kemur, at tú kanst djúpa
teg. Í sambandi við bókarøðina
Les havi eg fingið høvi at lesa
stóran part av tí, ið er komið út
á føroyskum, og tað meti eg at
vera ein eykavinning fyri meg
sum høvund. At lesa og greina
tað, sum onnur hava skrivað, er
umráðandi fyri menningina hjá
einum, sum skrivar. Eitt er, at
lesing og greining er spennandi
og áhugavert, men tú fært
samstundis eisini innlit og vitan.
Ivaleyst stavar hesin áhugin frá
dansktfakinum á læraraskúlanum,
tí tað var serliga her, eg fekk
innlit í tekstin sum eina kom
pleksa eind. Lærarin var ótrúliga
dugnaligur tekstlesari og hevði
amboðini, sum kundu liða ein
tekst sundur, so tú fekst eyga á
allar teir einstaku partarnar, sum
teksturin var settur saman av.
Hetta arbeiðið við tekstinum
hugtók meg stórliga og ávirkaði
meg ikki sørt. Tað gloppaði dyr,
peikaði á samanhangir, sum eg
fyrr ikki hevði gáað um, og lýsti
ávirkan og sambond ímillum
tann innara og ytra heimin, og eg
haldi, at tað var ígjøgnum hetta
tekstarbeiðið, at støðið undir
mínari skriving varð lagt.
T
íðin er avmarkað, eins og
orkan er tað, og inni í míni
teldu liggur so mangt óliðugt og
hálvtgjørt, og tað legst alla tíðina
aftrat.
Men tann lítla gentan á træ
brúnni, hon liggur framvegis
fram eftir rommum og kagar
niður í tað markleysa dýpið …
Hugleiðingar um at skriva
– Tað er ikki ov nógv sagt, at eg hugsi í myndum, lurti í myndum og minnist
í myndum, sigur rithøvundurin Lydia Didriksen, sum eisini skrivar við støði
í myndum