fríggjadagur 16. juni 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 114 - 16. juni 2006
34
Bókmentir
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Jens K. Vang
Í farnu viku stóð yrkjarin og
viðmerkjarin Kim Simonsen
fyri ikki minni enn tveimum
nýggjum útgávum – mentanar
tíðarritinum Outsider Magazin
2/3 og yrkingasavninum
Náðisólin. Kim dylur ikki yvir,
at báðar útgávurnar hvør á sín
hátt eru ein roynd at vísa á aðrar
leiðir innan bókmentir enn ta
postmodernaðu, sum hevur verið
ráðandi seinnu árini.
Eftirlýsir tilverutulking
Men um postmoderisman í allar
mátar hevur svikið – hvat er
tað so í grundini Kim heldur, at
bókmentir skulu gera?
– Bókmentir og list skulu
vera við til at geva menniskjum
møguleikar fyri tilverutulking
og møguleikar at kenna seg
sjálvi aftur, sigur Kim avgjørdur.
– Tað er, sum at postmodernaða
projektið hevur gingið út uppá
at leypa á alt og øll ikki minst
realismuna og sentrallyrikkin,
fullkomiliga uttan at vilja ella
megna at seta nakað í staðin.
Tann postmodernaða filosofiin
spretti úr tankanum um, at tað
vóru ongar stórar søgur eftir.
Í dag siga nógvir av teimum
yngru rithøvundunum, til dømis
Johan Harstad og Jan Kjærstad,
at tað kann gott vera, at ongar
stórar søgur eru eftir, men tað
eru nógvar lítlar og áhugaverdar
søgur at taka upp aftur.
Men ørindið hjá postmodern
ismuni hevur eisini verið at gera
upp við gomul harradømi og
bróta niður mørk fyri at geva
pláss fyri tí, sum annars altíð
hevur staðið uttanfyri.
– Jú, og tann partin dámar
mær væl. Í so máta var post
modernisman eisini lutvíst ein
góð og neyðug uppgerð. Hon
fór bara alt, alt ov langt, og
vit mangla enn uppgerðina
við uppgerðina. Tær stóru
frásagnirnar, hvat vóru tær?
Tær vóru jú frælsi, líkheit og
upplýsing. Tá man leypur á
upplýsingsprojektið, so leypur
man á alt fundamentið undir
vesturlendsku siðmenningini.
Tørva orientering
Kim viðgongur, at hann sjálvur
hevur verið postmodernistur,
men vendi 180 gradir, tá hann
byrjaði at lesa heimspeki og at
síggja tær langu linjurnar.
– Aldargamla skeptisisman
var frá byrjan eitt slag av
postmodernismu, sum noktaði
at siga, meina ella standa
við nakað sum helst. Har
gongur ein beinleiðis tráður
til postmodernaðan skaldskap
í 1990unum, sum gjørdist so
eliterur og hermetiskt lukkaður,
at hann fullkomiliga vendi
lesararnum ryggin. Vit síggja
eisini, hvussu lesarar hava
kastað seg yvir eitt nú ævisøgur í
staðin, tí har er ein identifikatión.
Menniskjað hevur brúk fyri eini
minnismentan. Tann søguliga og
tann realistiska skaldsøgan hevur
allatíðina verið eitt hatursobjekt
hjá postmodernismuni, men tað
er júst tann genran, sum hjálpir
menniskjum at orientera seg
í okkara tíð. Er tað nakað við
mangla, so er tað orientering.
Postmodernisman hevur nú
neyvan nakrantíð bjóðað seg
fram sum ein máti at orientera
seg. Gevur tað í grundini nakra
meining at samanbera t.d
postmodernismu og sentrallyrikk
í so máta.
– Tað veldst um, hvørjum
diskurshugtaki tú arbeiðir við.
Habermas hevur til dømis eitt
universelt ideal fyri kjakmentan
og mentan yvirhøvur, sum sigur,
at vit skulu síggja burtur frá,
hvør hevur mest vald ella mest at
siga í einum spæli, tað veri seg í
list, bókmentum ella filosofi, so
vit kunnu fáa tað harradómsfría
samskifti ella eitt slag av
nýggjum diskursetikki, sum eg
taki fult undir við.
Yrkingin sum jarnbrot
Gert tú teg ikki til talsmann
fyri onkrum reaktionerum við
soleiðis at vilja endurinnføra
gamlar sannleikar og absolutt
virði í tíni herferð móti
postmodernismuni?
– Størsta misskiljingin í okk
ara mentan er, at um tú ert
relativur, so ert tú tolerantur.
Eg eri tolerantur, men eg eri
sera intolerantur mótvegis
neyðtøku, pedofili, rasismu og
kvinnukúgan. Also vit hava øll
absolutt virði, og tað eru tey,
sum mugu aftur upp í leikin.
Sjálvandi liggur ein vandi í
hesum, og eg kann eisini verða
bangin fyri, at vit framyvir fara
at síggja nógvar graválvarsamar
yrkjarar ella eitt rák, har
ørvitiskristindómur setur tónan.
Eg fekk forrestin sterkar
religiøsar hugbindingar, tá eg las
“Náðisólin”
– Jú, men eg láni bara kraftina,
sum er í kristnu symbolunum.
Tey kristnu hava ikki einkarrætt
uppá at definera tey kristnu
symbolini. Eg eri eisini upp
vaksin við teimum, og havi
eisini rætt at brúka tey. Hugtakið
Náðisólin er eftir mínum tykki
eitt ómetaliga vakurt orð, tað
sigur nógv og er tað nakað,
vit mangla í okkara tíð, so er
tað náði. Náði er í grundini
at fyrigeva onkrum, sum ikki
hevur uppiborið tað. Á tann hátt
verður man eisini fríur. Tann
hugmyndin er nakað av tí størsta,
eg nakrantíð hava rent meg í í
nakrari religión yvirhøvur.
– Onnur hugtøk, sum ganga
aftur eru »burturhugur« og
»langfaraálvari«. Eg brúki tey
ikki, bara tí tey eru vøkur, men
eisini tí tey eru týðandi hugtøk
í míni lívsfilosofi – at tað ikki
ber til at skilja modernitetin
við hjartanum, fyrr enn man
hevur upplivað missin. Ella sum
Nordbrant sigur: vit eru øll fødd
doyggjandi, og tað er tað, vit
mugu koma til sættis við. Summi
koma tað ongantíð, og liva eitt
lív í veruleikatreingjan ella
við at flýggja inn í samkomur,
politiskar rørslur og fastar sam
leikar av ymsum slag. Har haldi
eg, at yrkingin er ein jarnbrot,
sum brýtur upp aftur og inn aftur
til kjarnuna í tí at vera menniskja
Aðrir vegir
Kim er fullgreiður yvir, at hann
kann tykjast konservativur og
pínliga naivur í síni herferð móti
postmodernismuni. Hinvegin
heldur hann sjálvur, at hann
avgjørt umboðar nakað nýtt við
at tora at siga nakað vakurt og
skriva nakað eymt aftur.
– Poesi skal lesast og skiljast
við hjartanum, poetiskur sansur
er at opna hjarta og brúka
kenslurnar. List, sum bara finst
uppi í høvdinum sum konseptir,
er eftir mínum tykki vánalig list.
List skal hava ein kropp, eitt
hjarta og ein heila. Har haldi
eg til dømis nýggja bókin hjá
Carl Johan Jensen hevur ein
trupulleika – har er ov nógvur
heili og ov lítið hjarta í.
Men í øllum hesum, so
lænir tú jú ikki so lítið frá post
modernismuni í “Náðisólini”.
– Tað er rætt. Har er ein
ávís metapoesi og ótraditio
nellur bygnaður. Men mínar
niðurstøður eru ikki post
modernaðar. Tær hava nakað
uppá hjarta.
Hatta fær meg næstan at hugsa
um politiska 70ara boðskapismu
...
– 70ara realisman vugariseraði
boðskapin. Har vóni eg, at
Náðisólin er munandi meir
estetisk. Í 70unum snúði
yrkingin seg bara um innihald,
meðan postmodernisman sum
mótimæli endaði sum tann beri
formur. Tað er onkustaðni har í
millum, tingini eiga at møtast.
Tað er ikki eintýðugheit, sum er
idealið.
Til seinast Kim – hví hevur
tú valt júst yrkingina sum títt
skaldsliga úttrykk?
– Eg veit ikki rættiliga, hatta
er ein áhugaverdur spurningur.
Eg havi altíð elskað vakurleikan,
sum kann vera í tí poetiska
universinum. Tað einasta keðiliga
við yrkingini er, at hon er ein
so avmarkað genra í útbreiðslu.
Flestu fólk fara at bakbeinini, tá
tey síggja eina yrking. Tað er nú
heldur ikki so løgi, um tey kenna
seg hildin fyri gjøldur av teimum
postmodernaðu yrkinginum.
Men tað finnast also aðrar
yrkingar, aðrir vegir ....
Kim saknar
– Eg veit væl, at eg kann tykjast konservativur og pínliga naivur í
mínum mótæli móti ráðandi postmodernismuni. Sjálvur haldi eg
meg avgjørt umboða nakað nýtt við at tora at siga og skriva nakað
vakurt og eymt aftur, sigur yrkjarin Kim Simonsen.
Vit hava fingið eitt prát við yrkjaran um, hvat tað er, hann vil hava
inn aftur í skaldskapin