Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 16. juni 2006 36 Í 1857 sigldu týski presturin Georg Bauer og italski hjálparpresturin Luigi Mussa til Føroyar við ”Fortunu” – átta ár eftir at trúarfrælsi kom í gildi í Danmark. Í fyrstani vóru prestarnir møttir við illgrunasemi og mótvilja, og tað var teimum ikki eingang møguligt at finna innivist. Men í 1859 vóru eini hús í Rættará keypt frá Christian Holm, og P. Bauer fór undir at byggja eina kirkju, ið stóð liðug í juni sama ár. 70 fólk komu til ta fyrstu kirkjutænastuna, og nakrar dagar seinni var fyrsta konfirmatiónin í kirkjuni. Fr. Bauer var verandi í Havn næstu tólv árini, og í hesum tíðarskeiðinum gjørdust fleiri føroyingar limir í Katólsku Kirkjuni. Eftir at Fr. Bauer var farin úr Føroyum í 1872, tæntu fleiri aðrir prestar sóknini í fleiri ár. Prestar vitjaðu tó regluliga til 1894 tá síðsti katolikkur á oyggjunum fekk vitjan. Tað var ein gomul kona, ið búði á Hvítanesi. Hetta varð tó ikki endin á Katólsku Kirkjuni í Føroyum. Einaferð enn reis hon eins og Phønix úr øskuni, tá Van Rossum Kardinalur vitjaði her á veg til Íslands í 1929. Hann gjørdist í døpurhuga av at síggja, at Katólska Kirkjan ikki longur fanst í Føroyum, og hann gjørdist eisini illa við av ringu støðuni, ið føroyingar vóru í. Tá hann kom aftur til Rom, tosaði hann við tveir ungar prestar, E.G. Boekenoogen úr Hollandi og Thomas King úr Skotlandi, og við tvær Franciskanasystrar um møguleikan at endurreisa Katólsku Kirkjuna í Føroyum. Spentar uppá móttøkuna Í apríl 1931 sigldu tvær Franciskanasystrar til Føroyar umborð á Dronning Alexandrina. Tá tær fóru í land í Havn, vóru tær í vanligum klæðum, ekkafullar, um hvørja móttøku tær kundu vænta sær. Onnur av systrunum var donsk, og var afturkallað úr Kina eftir at hava livað og arbeitt nógv ár millum fólk í tí landinum. Hin systirin var úr Hollandi. Teir báðir prestarnir komu mánaðin eftir. Fimm systrar komu seinni hetta sama árið. Tvær systrar liggja grivnar í kirkjugarðinum í Havn. Onnur var Sr. Frances (Werbunga), hon kom til Føroya úr Onglandi 24 ára gomul, og var her í landinum í 65 ár. Hin var Sr. Martha (Enkrata) úr Polandi. Ta fyrstu tíðina leigaðu prestarnir sær innivist í býnum. Systrarnar fingu eisini leigað sær bústað hóast nakað av trupulleikum. Í august fluttu tær inn í eini hús hjá Klett í Bringsnagøtu. Fólk funnu skjótt útav hvørjar tær vóru, og fóru at søkja sær hjálp hjá teimum viðvíkjandi útbúgving og barnaansing. Innan árið var liðið, høvdu tær sett á stovn fyrsta barnagarð í Føroyum og høvdu ábyrgd av 22 børnum. Fleiri av teimum eru ímillum okkum enn. Bispurin í Keypmannahavnar Bispadømi (Føroyar, Danmark og Grønland) og Fransiskanasystrarnar avgjørdu at keypa jørð uttanfyri býin, har Mariugøta og Varðagøta eru, og byggja skúla og kirkju. Mótstøðan ymsastaðni frá var rættuliga hørð, men kirkjan var gjørd liðugt og vígd í november 1933 og skúlin í januar 1934. Eini trýss fólk komu til vígslurnar, harímillum ellivu fransiskanasystrar. Tað varð hildið á at byggja í fleiri ár. Hetta varð partvís fíggjað av tí sera vælumtókta Ólavsøku bazarinum og av tí stóra arbeiði systrarnar gjørdu. Skúlin bleiv víðkaður og vøggustovan og barnagarðurin komu afturat. Í eitt tíðarskeið í trýssunum vóru ikki færri enn 23 systrar her. Eitt stórt tal av havnarborgarum fóru ígjøgnum barnagarð og skúla, og systrarnar vóru kendar fyri sítt samvitskufulla arbeiði og religiøsa tolsemi. Fleiri føroyingar funnu eisini veg inn í Katólsku Kirkjuna, og soleiðis fór tann lítla Katólska sóknin at vaksa. Broytingartíðir Í 1980’unum stóð tað øllum greitt, at systrarnar kundu ikki halda á at reka teir tríggjar stovnarnar. Tað vóru ymiskar orsøkir fyri hesum: Systrarnar vóru farnar at fækkast; fíggjarliga byrðan av at reka tríggjar stovnar; og menningin av føroyskari barnarøkt og útbúgvingar skipanini, ið var farin fram hesi fimmti árini. Eftir samráðingar varð komið ásamt um, at Tórshavnar kommuna skuldi yvirtaka skúlan (við kirkjuni) og vøggustovuna og ístaðin byggja eina nýggja kirkju og eitt kleystur til systrarnar. Barnagarðurin hoyrir framvegis undir fransiskanasystrarnar og tríggjar av systrunum arbeiða har. Systrarnar fluttu inn í nýggja kleystrið Kerit (1 Kong. 17: 2-6) í apríl 1980. Nýggja sóknarkirkjan, Mariukirkjan, stóð liðug í 1987 og var vígd við eini økumeniskari gudstænastu í august. Eftir at hin síðsti fastbúgvandi presturin, Per Waagø, OMI, doyði í 1990 hava p. Paul Marx OMI, p. August Ziggelaar SJ og nú generalvikarur Lars Messerschmidt havt ábyrgdina av meinigheitini, og fleiri prestar, serstakliga úr Danmark, hava skiftst um at røkta meinigheitina. Meinigheitin hevur ein fastbúgvandi diakon, Christian Gabrielsen, sum kann halda gudstænastu, tá eingin prestur er. Í dag eru seks Fransiskana­ systrar úr fýra londum í Føroyum, tær eru úr Belgia, Írlandi, Korea og Malta. Einir 120 katolikkar eru í Føroyum, av teimum er ein stórur triðingur føroyingar. Hinir koma úr umleið 23 londum. Nøkur av teimum ungu sóknarlimunum eru fimta ættarlið í kirkjuni. Føroyingar verða tiknir upp í kirkjuliðið við jøvnum millumbili. Hin kendasti man einahelst vera William Joensen úr Sumba, bróðir Pól F. Hann og Kinn Magnussen umboðaðu Føroyar, tá Johan Páll Pávi II var í Danmark í 1989. Bæði vóru í føroyskum búnum, og bæði upplivdu tey at fáa tað heilagu kommuniónina frá Johan Páll Páva. Einhvør, ið hevur hug at lata pening til nýggju kirkjuvindeyguni, kann seta inn á konto nr. Føroya Sparikassi 1505159 Fleiri upplýsingar um Katólsku Kirkjuna finst á :www.katolsk.fo Katólska Kirkjan 75 ár í Føroyum Í ár hátíðarheldur katólska kirkjan, at í apríl vóru 75 ár liðin síðani kirkjan varð endurstovnað í Føroyum. Hetta er ein gleðishending, ið verður hátíðarhildin í sóknini í juni mánaði. Harafturat verður farið undir eina verkætlan at savna pening inn til ta alneyðugu útskiftingina av vindeygunum í kirkjutorninum. Í august 2007 verður kirkjubygningurin 20 ár Katólska kirkjan varð vígd í november 1933 og skúlin í januar 1934 Í 80-unum tók Tórshavnar Kommuna yvir skúlan og gomlu kirkjuna hjá systrunum