Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 37

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 16. juni 2006 Kunning frá IRF Tað er ein vaksandi áhugi at gagnnýta lívrunnið tilfar frá húsarhaldum og urtaggrðum. Hetta er í tråd við tíðarandan um at minka nøgdirnar av burturkasti. Harafturat fáast góð tað til urtagarðin burturúr, sum geva moldini tødevni og smáverur, sum hon og planturnar hava tørv á. Moldin verður eisini lættari og heldur betri upp á vatn og tað. Kompostering av urtagarðstilfari Tann einfaldasti mátin at kompostera urtagarðstilfar er, at herma eftir tí, sum fer fram í náttúruni. Tá grasvollurin verður sligin ber til at stroya grasið undir runnar og trað, ella millum rødini i eini veltu. Eftir stuttari tíð hava smáverur, maðkar og skordýr beint fyri hesum, samstundis sum hetta heldur illgras burtur og moldina váta. Til ber eisini at savna tilfarið saman á einum stað í urta- garðinum. Best er, um tað liggur har skuggi og lívd eru. Legg greinar niðast og so annað tilfar omaná. Dungin verður so vendur av og á, tað bæði blandar tilfarið og fremur gongdina. Ókrút, sum spírar, eigur at verða tikið burtur úr dunganum. Ein meira skipaður háttur er at gera sær ein rimakassa við tveimum ella trimum rúmum. Er hvort rúmið 1 x 1x 0,5 metur ella so, er tað helst nóg mikið hjá teimum flestu. Síðurnar skulu vera næstan heilt tættar, og best er um fjalarnar á framsíðuni kunnu akast upp. Tá er lættari at oma. Legg grovt tilfar í botnin, t.d. sundurskornan ræbul ella handgrót. Eru trý rúm, verður tað fyrsta brúkt til at savna tilfar upp í, að Í miðjuni til sjálva komposteringina og tað seinasta til líðug tað. Er ein hóskandi sold omaná tí seinasta rúminum, verður tað grovasta tilfarið hildið aftur, og kann Söðlalurin vera komposterað einaferð afturat. Tað ber til at blanda nakað av ráum plantutilfari frá húsar- haldinum uppí urtagarðs- tilfarið, so sum frukt- og grönnmetisleivdir, inniplantur ol. Tað fremur komposteringina, at greinar er Í smáum bitum, at tilfar av ymsum slag er blandað væl saman, at tilfarið er hóskiliga ráligt og poknut. Tilfar sum liggur á vølli ella í kassa, skal vendast av og á. Kompostering av køksruski Er ætlanin at leggja seg eftir at gera kompost av husarhalds- ruski, er best at bruka eitt tætt bjálva ilat. Tað tekur lítið pláss og tilgongdin er skjótari. Til ber at gera ein bjálvaðan kassa í hóskandi stödd sjálvur. Best er um forsíðan kann latast upp ella takst av. Liðugt bjálvað ílat fáast eisini til keyps. So at siga alt planturunnið tilfar kan fara í bjálvaða kassan, eisini breyðleivdir, kóka granmeti og pasta og ávíst pappír so sum teposar, kaffifiltur og sundurskræddir eggjabakkar. Ansa tó eftir at sós er skolað av eplum, grønmeti og pasta. Legg grovt tilfar í botnin. Fyri at tilfarið í bjálvaða kassanum skal vera eitt sindur lættari, er gott at blandað nakað av grovari urtagarðstilfarið mpostering - at gera tød uppí, umleið ein fjórðing. Hitin í kassanum eftir umríving verður umleið 50-60 *C. Við millumbilum upp á nakrar mánaðir er neyðugt at töma kassan. Tann niðari helming- urin ella so er liðugt tað, sum verður lagt út í garðin, meðan ovari helmingurin verður rivin um og lagdur aftur í kompost- kassan. Stígur í Verður tilfarið ov vát og samanrunnið, fáa smáverur ikki nóg mikið av súrevni og tilgongdin steðgar. Gongd fæst á aftur við at ríva um og blanda nakað av grovari tilfari uppí. Steðgur kann eisini koma í, um tilfarið verður ov turt. Tað kann koma av, at tilfarið er ov grovt. Tá er neyðugt at gera tilfarið smærri og blanda nakað av vátari tilfari uppí. Stendur ringur lugtur av, kann orsgkin vera, at tødini eru ov vát og samanrunnin ella, at ov nógvur fiskur ella kjøt er uppií. Rív um og blanda turt plantutilfar uppí. Hvussu fáa skil á? Velur ein at gera tað burtur úr húsarhaldsruski, er neyðugt at lata tað, sum vanliga verður kallað rusk, í fýra ílat. Tað, sum skal brennast. Hetta verður vanliga latið í ein posa, sum hongur i einum 37 stativi ella stendur i einum ilatid i skåpinum undir vaskinum ella aðrar staðir. Posin verður koyrdur í gráa ruskposan, tá tarvur er á tí. Komposttilfar Plantuleivdir, sum skulu verða til tað, verða samlaðar í eitt ílat við loki, sum verður koyrt í kompostílatið einaferð um dagin ella annanhvann dag. Posar av maisstívilsi fáast eisini til keyps. Teir loysast upp og kunnu tí verða koyrdir í kompostílatið saman við lívrunna ruskinum. Pappír Til pappír, blað og smápakning er ofta best at hava eitt ílat. Ílatið verður so tómt í hvíta posan, tá tað er fult. Serliga dálkandi burturkast Til seinast er tað serliga dálkandi og vandamikið burturkast, sum skal latast í tann reyða posan, so hvgrt tað kemur fyri. Reyði posin kann t.d. standa í kjallara, bilhúsi ella vaskirúmi. Áhugaverdur lesnaður Nordisk Ministerråd, RT- Arbeiðsbólkurin, KOB og IRF stuðlaðu eini verkætlan um kompostering í Fgroyum og Íslandi miðskeiðis í nítiárunum. Ein vegleiðing varð gjørd til verkætlanina: Sankutaðverkætlan - Vegleiðing í skiljing av lívrunnum húsarhalds- burturkasti og gerð og nýtsla av sankutaðum í húsar- haldinum. Frágreiðingin liggur á heimasíðuni hjá IRF, www.irf.fo. Verður leita á internetinum eftir "håndbog om kompost” við t.d. Google, ber til at finna nógvar góðar vegleiðigar um evnið. Myndin í greinini er úr Ren jord — Hándbok i hjemme- kompostering. Miljøheime- vernet.