fríggjadagur 16. juni 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 114 - 16. juni 2006
Jørð í Gásadali
til sølu
Hervið vera 2 gyllin jørð (matr. nr. 30) í Gásadali,
Ryggsvíkin, seld, um hóskandi boð fæst. Hervið
fylgir eitt stykki innangarðs við, sum er 494 m2.
Áhugað kunnu ringja á
tlf. 327130 ella 281130
helst aftaná kl. 18.00
Pedagogar
Dr. Margrethu Barnagarður er normeraður til 94
børn í aldrinum 0 til 7 ár.
Vit søkja eftir 3 pedagogum at starvast millum
20 og 40 tímar um vikuna, við børnum í aldrinum
3 til 5 ár, 1 pedagog á 30 tímar viku við børnum í
aldrinum 0 til 3 ár, at byrja 15. august 2006 ( ella
eftir nærri avtalu )
Eisini søkja vit eftir einum vikari, sum vit kunnu
heita á tá ið tørvur er á tí.
Barnagarðurin er sjálvsognarstovnur, hvørs endamál
er, at hava umsorgan fyri børnum í aldrinum 0 til 7 ár
og á einum kristnum støði, at menna tey í tryggum
viðurskiftum á uppalingarligan fullgóðan hátt.
Vit kunnu bjóða tær:
• Ein stovn í menning, hvar tú fært møguleikan
at seta tín dám á dagligdagin.
• Ein vælvirkandi starvsfólkabólk.
• Eitt gott arbeiðsumhvørvi.
• 94 praktfull børn.
Vit ynskja tí at umsøkjarin:
• Hevur góð samstarvsevnir.
• Er nýhugsandi og ígongdsetandi.
• Skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt.
• Dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
• Hevur ábyrdarkenslu.
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 10/16.
Um eingin pedagogur søkir, verður hjálparfólk sett
í tíðaravmarkað starv.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran
Marjuna Lassen ella varðaleiðaran Súsannu Ziska
á tlf. 455557
Skrivlig umsókn við prógvi skal vera okkum
í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. juli 2006,
kl.12.00
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta
Fo – 700 Klaksvík
T-post margretha@margertha.fo
Frá Klaksvíkar havn
Rudding við
bátahylin
í Árnafirði
Øll tey ið eiga nakað liggjandi við bátahylin í
Árnafirði, verða biðin um at taka tað burtur innan
30. juni 2006, annars verður beint burtur fyri
eigarans rokning.
Klaksvíkar havn
Dagrøktari til
dagrøktina á Skála
Runavíkar Kommuna søkir eftir dagrøktara at byrja
14. august.
Viðkomandi skal hava áhuga og hegni at arbeiða
við børnum.
Dagrøktarheimið skal vera soleiðis innrættað, at tað
er gott og trygt at spæla innan- og uttandura.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við
at venda sær til dagrøktarleiðaran á tlf. 442059 ella
586004.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi seinast
mikudagin 28. juni 2006.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Heiðavegur 26
FO-600 Saltangará
Lýsið
við
brúktum
bilum
> Telefonráðgeving > Anonymitet
> Tagnarskyldu
> Stundir at lurta
K R E A . F O . TEL 47 80 80
www.blakross.fo