Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 43

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 16. juni 2006 43 Hygieinusjúkra­røkta­r­ frøðingur Eitt nýtt starv sum hygieinusjúkrarøktarfrøðingur í Føroyum er leyst at søkja til setan 1. september 2006 ella eftir avtalu. Starvið verður sett á Landssjúkrahúsinum við tilvísing til sjúkrahúsleiðsluna. Ábyrgda­røki: Hygieinusjúkrarøktarfrøðingurin hevur í samstarvi við leiðslurnar í heilsuverk-­­­ inum, landslæknanum og konsulentinum í mikrobiologi ábyrgdina av, at smittu-­­­ hygieiniska funktiónin í Føroyum mennist og verður røkt sambært galdandi lógum, standardum og leiðreglum. Harumframt skal hygieinusjúkrarøktarfrøðingurin menna og samskipa smittuhygieiniska arbeiðið m.a viðvíkjandi MRSA. Uppgávur: • At menna og samskipa smittuhygieinisku funktiónina • At smittuhygieinan er grundað á tær til eina og hvørja tíð galdandi lógir, fyriskipanir og leiðreglur • At ráðgeva leiðslunum innan heilsuverkið í øllum viðurskiftum viðvíkjandi smittuhygieinu • At tað finnast dagførdar leiðreglur innan smittuhygieiniska økið • At lýsa aktuellu støðuna viðvíkjandi smittuhygieinum í einari deild ella øki • At kunna relevantum leiðslum um virksemi, sum er í gongd • At tað í samband við ráðgeving í innkeypi og brúki av vørum til kanning, viðgerð og røkt verður tikið fyrilit fyri innkeypspolitikkinum á stovninum • Onnur ráðgeving, frálæra og góðskueftirlit Útyvir hetta kemur nýggi hygieinusjúkrarøktarfrøðingurin at verða við í smittuhygieinisku uppgávunum, sum í dag verða røktar av konsulentunum í mikrobiologi og hygieinu, í samstarvi við hygieinunevndirnar á sjúkrahúsunum í Føroyum. Vit vænta­, a­t umsøkja­rin hevur: • Autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur • Breiðar fakligar royndir innan sjúkrarøkt • Víðariútbúgving innan sjúkrarøkt • Serútbúgving í smittuhygieinu fyri sjúkrarøktarfrøðingar ella skal luttaka á fyrsta útbúgvingarskeiðið (2007) • Hevur royndir við projektarbeiði • Hevur arbeitt við góðskumenning og kann seta seg inn í granskingarúrslit • Hevur góðan málførleika á føroyskum, donskum og enskum • Hevur royndir og áhuga í KT • Hevur góð evni at læra frá sær og royndir í hesum • Hevur góð evni at orða seg og góð samstarvsevni • Hevur áræði og er førur fyri at klára nógvar arbeiðsuppgávur samstundis • Hevur evni til at loysa truplar arbeiðsuppgávur • Er fúsur til at luttaka á fakligum fundum, kongressum v.m. í Føroyum og uttanlands. Vit kunnu bjóða­: • Eitt tætt samstarv við mikrobiologisku eindina á Rannsóknarstovuni • Spennandi og skiftandi arbeiðsuppgávur á nógvum stigum • Sjálvstøðuga fyrireiking av egnum arbeiðsuppgávum • Eitt sjálvstøðugt arbeiðsøki í menning • Eitt arbeiðsøki við møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð-­­­ ingar og Fíggjarmálaráðið. Tá talan er um nýtt starv, skulu samráðingar um flokking fara fram millum sáttmálapartarnar. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marin Vang, sjúkrarøktarstjóra, telefon 30 45 00, lokal 1003, teldupostur marinv@lsh.fo Umsóknarfreistin er 14. juli 2006 kl. 12.00. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum, autorisatión og viðmælum e.l. skulu sendast til La­ndssjúkra­húsið Lønar-­­­ og Starvsfólkadeildin FO-­­­100 Tórshavn La­ndssjúkra­húsið Fo 100 Tórshavn Les meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni Starvsfólk til Dagstovnin á Velbastað Vit fáa nýggjan og størri dagstovn á Velbastað í august í ár, tí hava vit brúk fyri nøkrum starvsfólkum afturat. Á stovninum koma at ganga eini 60-70 børn í aldrinum frá hálvum til otta ár. Vit koma at hava brúk fyri starvsfólkum, sum hava hug og árræði at arbeiða saman við okkum og børnunum. Ert tú pedagogur og hevur hug at royna nakað nýtt og spennandi, so hava vit 4 leys størv bæði í vøggustovubólki, barnagarðsbólki og frítíðarskúlabólki. Løn og setanarviðurskifti annars verða samb. sáttmála ímillum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Møguleiki er fyri at fáa arbeiðstíð uppá 40, 35, 30 ella 20 tímar um vikuna. Vit koma at seta arbeiðs- tíðirnar fyrst eftir tørvinum hjá stovninum og síðani eftir ynskjunum hjá starvsfólkunum. Vit koma eisini at hava brúk fyri tveimum hálvtíðarfólkum við fastari arbeiðstíð frá kl. 13.00 til 17.00. Hinar arbeiðstíðirnar verða skiftandi eftir tørvi hjá teimum ymisku bólkunum á stovninum. Um pedagogar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í starv. Hevur tú áhuga, so søk ella tosa við okkum. Nýggi stovnurin kemur at hava stóra høll og egnan bóltvøll og liggur beint við hagan uppi yvir Velbastað. Tí hava vit brúk fyri fólki, sum hava áhuga fyri at gera nakað við tónleik, sang, sjónleik, ítrótt og at brúka nátúruna. Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Bjarna Clementsen, leiðara á telefon 218132. Umsóknir skulu vera stovninum í hendi seinast 5. juli 2006. Dagstovnurin á Velbastað Undir Borgarhálsi 44 FO-176 Velbastaður Tórshavnar kommuna Leys størv