Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 44

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 114 - 16. juni 2006 Frá Sunda kommunu Pedagogur/hjálpar­ fólk til Frítíðar­ skúlan í Hvalvík Pedagogur/hjálparfólk til Frítíðarskúlan í Hvalvík. Søkt verður eftir einum pedagogi og einum hjálparfólkið til Frítíðarskúlan at byrjað 14. august 2006. Størvini at søkja eru: 1 pedagog 30 t/v. 1 hjálparfólk 30 t/v. Hjálparfólkastarvið, er eitt barnsburðaravloysara­ starv. Avloysari verður settur í tíðarskeinum frá 14. august 2006 til uml. 22. januar 2007. Frítíðarskúlin liggur í hugnaligum, barnavinarligum umhvørvi, har tann vælkenda áin rennur, og ein nýggjur fótbóltsvøllur eisini er tætt við. Vit ynskja • At tú hevur hug at arbeiða við størri børnunum. • At tú hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og teim vaksnu. • At tú hevur hug til at skapa og seta dám á okkara frítíðarskúla. • At tú hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvsstøðugt. Setunarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelagið. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Nancy Poulsen, leiðara í barnagarðinum, á tlf. 772021 ella 422717. Umsóknir við avritum av prógvi verða at senda til: Barnagarðin við Kráir Fo – 430 Hvalvík e­ mail: nosi@post.olivant.fo Umsóknarfreistin er í seinasta lagi tann 19. juni 2006. Partabrøv til sølu Um nóg høgt boð fæst, eru partabrøvini í Sp/f Marknoyri í Vági til sølu. Sp/f Marknoyri hevur bygning, sum hotell- og matvøruvirksemi er í. Áhugaði kunnu ringja 373961 ella fartlf. 222918. Hotel Bakkin Tórshavnar kommuna Broyting í byggisamtyktini fyri Kollafjørð Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býar- skipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 8. juni 2006 samtykti broyt- ingar í byggisamtyktini fyri Kollafjørð. Ætlaða broytingin er, at havnaøkið á Langasandi verður víðkað, soleiðis at økið har Kollafjørð Pelagic liggur og uml. 280 m eystureftir frá verandi uppfylling verður B2-havna- øki. Tilfar, um ætlaðu broytingina liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 19. juni til og við 10. juli 2006, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 19. september 2006. Kunngerð