Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-16, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2006síða 52

‹ fyrra síða allar 53 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 114 - 16. juni 2006 55 The Blue And The Green, And The City In Between Slagorðið hjá Oslo er: The blue and the green, and the city in between. Tað bláa er havið, tað grøn skógurin og býurin liggur mitt í hesum litspæli. Vit hava hitt Erik Hansen, ið hevur ábyrgdina av samskiftinum hjá Oslo kommunu. Ferðing Erik Hansen er føddur og uppvaksin í Oslo, tað vóru foreldur hansara eisini, og familjan hevur búð í Oslo í nógv ættarlið. Kona Erik er eisini úr Oslo, og eisini hennara familja hevur búð í norska høvuðsstaðnum í fleiri ættarlið. “So eg kenni veruliga, at hetta er okkara býur”, sigur fryntligi samskiftisstjórin hjá Olso kommunu. Tað er týðiligt, at hetta er ein maður, ið veruliga elskar staðið hann býr. Tí hevur hann somuleiðis sera lætt við at røkja sítt starv sum samskiftisstjóri fyri hetta stað. Erik greiðir frá, at hann ikki hevur nakað beinleiðis at gera við ferðavinnu partin av kunningini, hetta tekur felagið Visit Oslo sær av fyri kommununa. Deildin hjá Eriki tekur sær av kunning til borgaran í Oslo. Tey eru 9 fólk í miðsavnaðu deildini. Tey hava tætt samstarv við ymsiku býarpartarnar, ið hava egin samskiftisfólk. Høvuðsendamálið er ikki at tryggja sær, at øll vita alt, men at øll vita, hvar tey kunnu fáa vitan um alt. Erik og hini í deildini sita á Ráðhúsinum í Oslo. Hesi hús eru eitt av stóru ferðafólkamálunum í býnum, og av og á kennir tú teg, sum um tú ert ein framsýning. Men samanumtikið eru húsini fantastisk at arbeiða í greiður Erik frá. Tú fært íblástur av at virka í so vøkrum og stórslignum karmum. Erik greiður, at sum samskiftisstjóri, so ert tú altíð eitt umboð fyri býin, m.a. á ferðum tínum kring heimin. Sum Erik Hansen arbeiðir í snoti­ ligu ráðhúsinum við havnarlagið í Oslo Framhald á næstu síðu