fríggjadagur 16. juni 2006síða 53
Tekstur á síðuni
56
Nr. 114 - 16. juni 2006
Ninja Turtles
9950
Spar 20,-
TILBOÐ
Smyrilsvegur 7 · Tórshavn · Tel 319707 & 319929
figurar
t.d. tá hann vitjaði Shanghai her fyri, ella tá hann í fjør var
í Havn á almennari vitjan. Tí er hann eisini fúsur at greiða
okkum frá um býin.
Hann sigur, at hann sjálvur yndar at ferðast kring býin
á súkklu. Eitt nú tá hann fer frá og til arbeiðið. Men eisini
í frítíðini. Í vikuskiftinum vóru hann, konan og nøkur
vinfólk og súkklaðu í skóginum kring Oslo, tey súkklaðu
upp á 680 metra hædd, har tey sótu og notu eina fløsku av
reyðvín, og lógu nátt har, áðrenn tey súkklaðu heim aftur
næsta morgun. Hetta at búgva 10 minuttir frá natúruni
er stórsligið, tá tú býrt í einum stórbýi, sigur Erik, ið tó
er greiður yvir at flestu føroyingar búgva styttri enn 10
minuttir frá natúruni.
Oslobúgvar liva tætt við natúrina og kenna alla tíðina
hennara megi, skógurin og fjørðurin eru dragandi hvør í
sínum lagi. Erik sigur, at um hann skal viðmæla eitt serligt
stað, ið vitjandi áttu at upplivað í Oslo, so er tað ánna, ið
rennur gjøgnum býin, Akers Elva er ein æðr í býnum og
umhvørvið kring hana er sera vakurt. At ganga framvið
henni ella ferðast á súkklu er eitt Eldorado av upplivingum
bæði gomlum og nýggjum, sigur hann.
Framhald av síðu 55
Umhvørvið kring Akers
Elva er eitt Eldorado av
upplivingum