mánadagur 19. juni 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 115 - 19. juni 2006 ]
Argjamenn vunnu
toppdystin ímóti
sandoyingum
í næstbestu
fótbóltsdeildini.
B71 legði nógv fyri
í seinna hálvleiki
fyri at vinna dystin,
men tað var AB, ið
skoraði sigursmálið.
LÍF kom afturíaftur
í oddastríðnum við
sigri í Vágum
1. deild menn
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nú er AB á toppinum í 1. deild
hjá monnum. Leygardagin
spældu argjamenn toppdyst
ímóti B71, og tað eydnaðist
liðnum av Argjum at vinna
dystin 2-1.
Harvið hevur AB lagt
seg tvey stig fram um B71,
sum framvegis liggur á
næstfremsta plássinum.
LÍF fekk við einum
sigri
í Vágum
gongd
í sína maskinu aftur, og
leirvíkingar
liggja
nú
tvey stig aftanfyri B71 á
stigatalvuni.
FSV04, sum hevur skift
venjara, fekk ongan ágóða
av venjaraeffektini, og liðið
mist aftur stig. Nú hevur
FSV04 sjey stig upp til
annað uppflytingarplássið.
Í botninum fekk Royn
sítt fyrsta stig í kappingini
í ár, men javnleikurin ímóti
KÍ munar lítið, tí liðið
liggur 13 stig niðri undir
niðurflytingarstrikuni.
AB-B71
B71, sum hevur verið
oddalið í 1.deild nógvu
seinastu umførini, snávaði
á Argjum leygardagin, og
tað hevði við sær, at AB
streyk fram um teir.
AB legði seg fram um
longur eftir slakar 20
minuttir, tá ið Rúni Nolsøe
gjørdist leysur nakað til
høgru í brotsteignum. Hann
royndi seg úr spískum, og
bólturin tók handaru stong
á veg í málið.
B71 stríddi seg inn í dystin
aftur, og beint fyri hálvleik
javnaði Jónsvein Thomsen,
tá ið hann saksasparkaði
eitt innlegg í málið.
B71 legði harðliga fyri
eftir
hálvleikssteðgin,
og teir trýstu nógv fyrstu
løtuna. Men tað var AB,
sum skoraði sigursmálið.
Eitt korter var farið av
seinna hálvleiki, tá ið Tony
Rasmussen skoraði eftir
innlegg frá Allani Mørkøre
úr høgru síðu.
FSV04-LÍF
LÍF fór leygardagin úr
Sandavági við øllum trimum
stigunum, og hetta var fyrsta
ferðin í fimm dystum, at
LÍF fekk fulla úrtøku.
Adrian Joensen legði LÍF
framum longu í 2. minutti,
tá ið hann gjørdist leysur í
brotsteiginum. Miðskeiðis
í 2. hálvleiki økti Bárður á
Lakjuni um leiðsluna við
skoti úr 25 metrum.
FS Vágar04 hevði bóltin
nógv størsta partin av
tíðini, men tað eydnaðist
teimum so at siga ikki at
spæla seg til upplagdar
málmøguleikar.
Hetta var fyrsti dysturin
hjá FS Vágum, síðani teir
fyrr í vikuni skiftu venjara.
Nú er Hegga Samuelsen,
sum var aftastur í verjuni,
venjari.
Sigurin ber við sær,
at LÍF kom afturíaftur í
oddastríðnum í næstbestu
deildini.
Royn-KÍ
Leingi máttu teir bíða, men
nú hava eisini hvalbingar
fingu sítt fyrsta stig í 1.
deild. Hóast Royn tók
ímóti einum øðrum liði
niðarliga á stigatalvuni, KÍ,
gjørdust kortini talan um
ein spennandi og intensan
dyst, har liðini fingu eitt
stig í part.
Men tað skuldi heili fýra
brotsspørk til fyri at avgera
dystin.
Mitt í fyrra hálvleiki
legði Royn seg framum 1-
0 eftir eitt brotsspark. KÍ
málverjin bjargaði, men tá
ið bólturin støkk útaftur,
var Jens Kári Joensen fyrstu
á bóltinum og skoraði.
Fimm
minuttir
fyri
hálvleik,
javnaðu
klaksvíkingar við máli, sum
Erling Fles skoraði.
Í øðrum hálvleiki fekk
Royn aftur brotsspark, sum
Frits Eið setti í málið til 2-1.
Men klaksvíkingar høvdu
ikki meiri enn givið bóltin
upp og vóru farnir í álop,
so fingu teir brotsspark, og
so skoraði Erling Fles sítt
annað mál í dystinum.
Nakað seinni fekk Royn
sítt triðja brotysspark og tað
fjórða tilsamans í dystinum,
men hesuferð brendu teir.
Royn legði seg tó á odda
3-2 við einum frálíkum
langskoti frá Bjarna í
Hólalagi, men enn einaferð
javnaði KÍ. Tað gjørdu
teir í evstu løtu við triðja
málinum hjá Erling Fles í
hesum dystinum.
HB-TB
TB vann 1. deildardystin
í Gundadali leygardagin.
HB-liðið var ikki so væl
mannað, sum tað áður hevur
verið, tí nógvir spælarar
vóru við í ferðalagnum,
sum var í Litava og spældi
Intertoto-dyst.
Hjá TB var Óli Johannesen
sterkur í verjuni, og hann
og liðfelagarnir hildu málið
reint í hesum dystinum. Tað
hevði við sær, at eftir at TB
í trimum teimum seinastu
royndunum bara hevur
fingið tvey stig, kláraði
liðið at vinna øll trý stigini
hesaferð
Kaj Roest legði TB fram
um fimm minuttir fyri
leiklok. Hann fekk fatur á
bóltinum eftir misskiljing í
HB-verjuni, og so smekkaði
hann til nakað úti frá.
Tá ið eitt korter var eftir
at spæla, staðfesti Olivur
Abrahamsen
sigurin,
tá ið hann skoraði eftir
kontraálop.
SÍ-VB/Sumba
SÍ
vann
leygardagin
trivaligan 4-0 sigur á
VB/Sumba. Í steðginum
vóru
sørvingar
longu
frammanfyri 3-0.
Jón Nilsen setti hol
á, tá ið lítil hálvur tími
var farin. Hann beindi
eitt innlegg úr vinstru í
málið. Ingi Ole-Jacobsen
økti til 2-0 við skoti av
brotsteigarmarkinum, og
so økti Marcelo til 3-0
beinanvegin.
VB/Sumba
gav bóltin upp, men SÍ vann
bóltin, og Marcelo rann
sjálvur ígjøgnum verjuna
og skoraði.
Í seinna hálvleiki kom
eitt mál afturat, og tað
skoraði heimaliðið eisini.
Wenzil Mouritsen stóð fyri
málinum, sum kom eftir 58
minuttir.
Klinsmann eigur avgerðina sjálvur
Sambært forsetanum fyri týska fótbóltssambandið er tað upp til Jurgen Klinsmann
sjálvan, um hann vil halda fram sum venjari hjá týska fótbóltslandsliðnum. Týska
fótbóltssambandið hevur fult álit á venjaranum, sum teir vilja hava at halda fram í
starvinum.
- Tað er upp til Klinsmann, um vit skulu leingja sáttmálan, og úrslitið í HM-
endaspælinum fær ongan týdning fyri hetta. Eg veit tó, at Klinsmann sjálvur setir størri
krøv til sín sjálvan, sigur Theo Zwanziger.
Týskland hevur vunnið báðar teir fyrstu dystirnar í HM-endaspælinum og er komið
víðari til 1/8 finalurnar.
Todi ímóti Haugesund
Norska felagið Start skalí triðja umfari av norsku steypakappingini spæla ímóti
Haugesund. Í løtuni liggur norska kappingin still orsaka av HM í fótbólti, men í juli
mánaði verður spælt aftur. Ætlanin var, at steypadysturin millum Start og Haugesund
skuldi spælast 5. juli, men norska fótbóltssambandinum hevur nú flutt dystin til 6. august.
Start er á útivølli ímóti Haugesund í hesum dystinum.
AB togaði seg upp í toppin
Í trettandu royndin fekk Royn fyrsta stigið í landskappingini, og hóast teir enn eru niðastir, so mundi javnleikurin móti KÍ hita
eitt sindur
Mynd: Áki Bertholdsen
AB-B71 2-1 (1-1)
1-0: Rúni Nolsøe
1-1: Jónsvein Thomsen
2-1: Tony Rasmussen
Royn-KÍ 3-3 (1-1)
1-0: Jens Kári Joensen,
br.21.
1-1: Erling Fles, 41.
2-1: Frits Eið, br. 55.
2-2: Erling Fles, br., 57.
3-2: Bjarni á Hólalagi, 67.
3-3: Erling Fles, 89.
FSV04-LÍF 0-2 (0-1)
0-1: Adrian Joensen, 2.
0-2: Bárður á Lakjuni, 65
HB-TB 0-2 (0-1)
0-1: Kaj Roest, 40.
0-2: Olivur Abrahamsen,
76.
SÍ-Sumba/VB 4-0 (3-0)
1-0: Jón Nielsen, 27.
2-0: Ingi Ole-Jacobsen
3-0: Marcello, 38.
4-0: Wenzil Mouritsen, 58.