mánadagur 19. juni 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 115 - 19. juni 2006 ]
Venjarar leggja frá
Eftir stórtapið móti Argentina segði landsliðsvenjarin hjá Serbia &
Montenegro, Ilija Petkovic, at hann legði frá sær. Nú hevur pólverski
venjarin, Pawel Jenas, eisini boða frá, at hann gevst, tá HM-endaspælið er
av.
Jenas hevur verið fyri hvøssum atfinningum undan HM-kappingini. Eitt
nú, tí hann ikki tók Liverpool-málverjan, Jerzy Dudek, við í hópin. Undir
HM-kappingini hava fleiri bløð eisini funnist at taktisku avgerðunum hjá
venjaranum, og nú sigur Jenas, at hann tímir ikki meira.
Milosevic fór um 100
Talan var ikki um nakað lukkuligt jubileum, tá Savo Milosevic spældi
sín landsdyst nummar 100. Hesin var nevnliga móti Argentina, og
saman við liðfeløgunum mátti liðskiparin hjá Serbia & Montenegro
leggja rygg til eyðmýkjandi 6-0 tap. Milosevic hevur eisini boðað frá,
at HM-endaspælið eisini markerar endan hjá sær á landsliðnum, og tí
verður talan eftir øllum at døma um 101 landsdystir hjá manninum,
sum føroysku málverjarnir munnu kenna so væl. Milosevic hevur í 100
landsdystum skotið 35 mál.
-mørk
Einki hoyrist frá
Dómsnevndini
Hóast tað nú eru lidnir 85 dagar, síðani HB og VB/
Sumba spældu í kappingini í Løgmanssteypið, so er
enn ikki greitt, hvør teirra skal spæla móti EB/Streymi
í fjórðingsfinaluni í somu kapping.
Skal metast eftir freistini, sum Dómsnevndin hjá
FSF hevur at arbeiða eftir, so skuldi ein úrskurður
fyriligið í seinasta lagi seinasta mikudag, men enn
hevur ikki borið til at fáa nakað sum helst at vita um
nakra avgerð.
Eftir teimum reglum, sum Dómsnevndin hevur at
virka eftir, so var seinasta freist at koma við einum
úrskurði mikudagin í seinastu viku. Og tað er ikki
sørt, at tað man kennast frustrerandi hjá feløgunum,
at hægsta nevndin innan FSF á hendan hátt víkir
frá sínum egnu tíðarfreistum, tá feløgini sjálvi hava
púrasta greiðar tíðarfreistir at svara í teimum málum,
sum eitt nú Dómsnevndin hevur við at gera.
Í fjør høvdu vit enntá dømi um, at mál lá í fleiri
mánaðir í Dómsnevndini, áðrenn hesi vórðu endaliga
avgreidd, men hóast tað neyvan gongur somikið
long tíð hesaferð, so er tað ikki í lagi, tá føroyski
fótbóltsheimurin skal bíða í tríggjar mánaðir eftir eini
avgerð. Eisini hóast talan í fleiri mátar hevur verið um
eina óvanliga stóra fløkju.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking
frá formanninum í Dómsnevndini, Høgna Høgnesen,
men komandi vikan fer at vísa, hvørt tað skuldi taka
meira enn 90 dagar at avgreiða teir 90 minuttirnar,
sum dysturin millum HB og VB/Sumba annars var
ætlaður at vara.
-mørk
Danski landsliðs
venjarin í fótbólti
heldur, at Ongland
hevur víst alt ov
lítið í seinastu
endaspølunum.
Morten Olsen
heldur, at ein so stór
fótbóltstjóð eigur
gera meira vart við
seg
HM
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Ongland telist millum mæt
astu fótbóltstjóðir í heim
inum. Landið eigur kanska
bestu fótbóltskappingina
í heiminum, stjørnurnar
flokkast á landsliðnum, og
potentialið er sera stórt.
Men
Ongland
hevur
trupult við veruliga at gera
vart við seg til stóru EM- og
HM-endaspølini, og higartil
í ár, hevur enska liðið langt
frá spælt sannførandi, hóast
liðið hevur vunnið báðar
dystirnar.
Danski landsliðvenjarin
Morten Olsen heldur lítið
um avrikini hjá Onglandi í
seinastu endaspølunum.
– Tað er eitt vónbrot,
at eitt so stórt land við
so nógvum góðum spæl
arum ikki klárar at hava
størri
leikliga
ávirkan
á endaspølini. Ongland
hevur einki víst í seinastu
tveimum endaspølum, men
vónandi verður tað øðrvisi
í ár, sigur Morten Olsen,
ið er fastur viðmerkjari hjá
danska blaðnum BT undir
HM-endaspælinum.
– Hóast tað eru liðin 40 ár,
síðani Ongland vann HM,
so er framvegis stór virðing
um enskan fótbólt. Orsøkin
er ivaleyst Premier League,
men eisini bara navnið
Ongland skapar virðing.
Eg haldi tó ikki, at tað er
nøkur orsøk at hava virðing
fyri spælinum hjá teimum í
seinastu endaspølunum.
Venjarin hevur
ábyrgdina
Morten Olsen veit alt um
at standa við róðrið hjá
einum fótbóltsliði, og hann
er avgjørdur, tá ið hann skal
finna persónin, sum hevur
ábyrgdina av avrikunum
hjá Onglandi.
– Sven Gøran Eriksson
hevur skyldina av vánaligu
avrikunum. Vit venjara vita,
at vit hava altíð ábyrgdina
av, hvussu okkara lið spæla.
Tí er tað altíð Eriksson,
sum vit finnast at ella rósa
fyri spælið hjá Onglandi.
Hansara spælistílur hevur
einki vunnið – hvørki kapp
ingar ella virðing, sigur ein
bersøgin Morten Olsen.
– Nógvir av spælarunum
á enska landsliðnum hava
verið við í fimm-seks ár
hjá Eriksson, og tí áttu teir
at virka sum eitt lið. Men
beint undan endaspælinum
má tað vera órógvandi fyri
liðið, at teir ikki rættiliga
vita, hvussu teir skulu
spæla. Er tað 4-4-2 ella
5-3-2. Tað er undarligt við
so stórur spursmálum beint
undan eini HM-kapping.
Morten Olsen heldur tó,
at um enska liðið fæst at
virka sum eind í hesum
endaspælinum, so kann
liðið vinna HM.
– Ongland er ein av 10
outsidarum, har Brasil er
einasti veruligi favoritturin
til at vinna HM. Munurin
millum tey bestu liðini er
lítil, og fyri Ongland verður
tað avgerandi, um teir tora
at spæla fótbólt ella ætla
at verja við 9 monnum
aftanfyri bóltin allatíðina,
sigur Morten Olsen.
Ongland vísir ov lítið
Við stórspælarum sum Wayne
Rooney og Steven Gerrard á
liðnum, eigur Ongland at vísa
meira, enn liðið hevur gjørt til
seinastu endaspølini, heldur
Morten Olsen, danskur
landsliðsvenjari