Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 34

‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 115 - 19. juni 2006 ] Hóast tað er spell, at stórur partur av bestu árstíðini verður nýttur fyri skíggjan, so heldur Eyðun Joensen, at tað bara er sunt fyri fólkasálina, at fótbóltsfjepparar kring allan heim tosa sama mál í hesum døgum Fótbóltur Lív Højsted Horsdal liv@sosialurin.fo Hjá nógvum setir HM- fótbólturin í løtuni dagsskránna. Neyvan finst nakað annað tiltak, sum hevur so stóran áhuga millum íbúgvar í øllum heimspørtum, sum fótbólturin. – Tað er bara gott fyri okkum at hyggja eftir HM, heldur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur. Fleiri hundrað milliónir íbúgvar úr øllum heiminum sita hvønn dag, nú HM- kappingin er á skránni í Týsklandi, savnaðir framman fyri sjónvarpsskíggjan fyri at fylgja sínum landsmonnum. Men er tað gott at sita summarið á tamb og øsa seg upp um fótbólt? Henda spurningin settu vit Eyðuni Joensen, sálarfrøðingi: - HM-fótbólturin skaðar okkum so avgjørt ikki – tvørturímóti. Tað er bara gott, at vit onkuntíð øll í felag kunnu vera saman um eitthvørt. Í løtuni prátar allur heimurin um fótbólt. Eg eri eitt nú júst í Skotlandi, og hvørja ferð ein dystur er á skránni, eru øll vertshúsini á tremur við fótbóltsfjepparum, ið spentir fylgja við HM á stórskíggja. Tað er tað sosiala, sum er so óført, heldur Eyðun Joensen. - Tað einasta, sum kanska átti at verið eitt vet øðrvísi, er, at vit nýta ov stóran part av summarinum framman fyri sjónvarpsskíggjanum. Hevði HM verið á skránni eina aðra árstíð, hevði tað verið framúr, sigur Eyðun Joensen. Frakland hevur ikki vunnið ein dyst í HM- endaspæli uttanfyri Frakland síðani 1986. Í gjárkvøldið snávaði Frakland aftur, og nú er liðið í trupulleikum undan seinasta umfarinum í bólkaspælinum HM Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað gongur einki hjá Fraklandi í løtuni, og tá ið tosað verður um HM- endaspøl er støðan heldur einki serlig. Frakland vann HM á heimavølli í 1998, men síðani hevur liðið ikki vunnið ein dyst í HM- endaspæli. Sunnukvøldið var Frakland á odda ímóti Suðurkorea, men teir kláraðu ikki at halda leiðsluna, og seint í dystinum javnaði Park fyri koreanska liðið. Thierry Henry skoraði málið hjá Fraklandi. Frakland er undir trýsti til seinasta dystin í bólkaspælinum, sum er ímóti Togo. Tá verður franska liðið noytt at taka seg saman og vinna, um tað ætlar sær víðari í kappingini. Liðformaðurin á franska liðnum, Zinedine Zidane, verður ikki við í hesum avgerandi dystinum. Hann fekk sítt annað gula kort í kappingini, og tað hevur við sær leikbann. Stutt fyri leiklok varð Zidane skiftur út, og spurningurin er nú, um hann nakrantíð spælir aftur á franska landsliðnum. Um Frakland ikki kemur víðari í HM-kappingini, var dysturin í gjárkvøldið helst seinasti dysturin hjá Zidane. Helst er tíðin komin til eitt ættarliðsskiftið á franska landsliðnum, tí miðalaldurin á liðnum, sum byrjaði dystin í gjár, var 30 ár og 289 dagar. Kanska var hetta tað seinasta, sum fótbóltsheimurin sá til Zinedine Zidane. Kemur Frakland ikki víðari úr bólkaspælinum, hevur bóltsnilingurin spælt sín seinasta landsdyst Mynd: Scanpix Togo hóttir við verkfalli Talan tykist vera um fullkomnan ruðuleika í landsliðsleguni hjá Togo. Sunnudagin stóð greitt, at spælararnir ikki vóru farnir í flogfarið, sum skuldi taka liðið til Dortmund, har dysturin móti Sveis er á skránni í dag. Trætan snýr seg um bonus-pengar, sum spælararnir vilja hava frá fótbóltssambandinum, og týski venjarin hjá liðnum, Otto Pfister, sigur seg ikki hava nóg stórt vald til at steðga verkfallinum. Pfister segði seg annars úr venjarastarvinum undan fyrsta dystinum – júst orsakað av trætuni – men hann hevur síðani játtað at leiða liðið kortini. -mørk Kewell skeldaði dómaran FIFA skal nú taka støðu til, hvørt tað skal kosta leikbann, at Harry Kewell brúkti seg dekan ov nógv móti dómaranum, tá Australia sunnudagin tapti 2-0 móti Brasilia. Sambært týska dómaranum, Markus Merk, so bæði rópti og bannaði Kewell áhaldandi gjøgnum allan dystin, og nú skal Kewell sjálvur halda eina verjurøðu viðvíkjandi atburði sínum. -mørk Sviar í øðini um leysasøgur Søgurnar eru nógvar um svensku stjørnuna Zlatan Ibrahimovic. Zlatan fekk skaða í lúskuna í dystinum ímóti Paraguay, og nú ganga søgur um, at Zlatan er farin til Torino at fáa viðgerð HM Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið Zlatan Ibrahim- ovic fór av vøllinum í hálvleikinum av dystinum ímóti Paraguay í síðstu viku, vóru gitingar beinanvegin frammi um, at skaðin í lúskuni fór at forða honum í at spæla aftur. Nú hevru svenska TV4 verið frammi við pástandi um, at Zlatan er farin til Torino, har hann spælir fyri Juventus, at fáa viðgerð fyri skaðan. Hetta hevur av álvara fingið sinnini í kók í svensku HM-leguni. - At Zlatan skal verða farin til Italia er líka sannlíkt, sum at Elvis arbeiðir á eini bensinstøð í Týsklandi, sigur pressustjórin hjá svium, Tomas Saleteg. Umboðsmaðurin hjá Zlatan stuðlar hesari útsøgn, og hann fer enn longri í sínum kritikki av svenska TV4. - Hetta er ikki bara skeivt, hetta er ringasta lortið, sum eg havi hoyrt tey fýra árini, eg havi havt við svenskar journalistar at gera, sigur Mino Raiola. Svøríki skal í morgin spæla ímóti Onglandi, og í øllum førum er Zlatan ivasamur til tann dystin. Franskir veteranar í trupulleikum HM-fótbóltur er sálarbót