mánadagur 19. juni 2006síða 43
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 19. juni 2006
45
Puntur nr.15
Fríggjadagin fer
Atlantsflog undir at
flúgva til Hetlands,
sum ein partur av
rutuni til London.
Hetta er ein
spildurnýggj ruta,
men ætlanina hava
tey arbeitt longi við,
og í Hetlandi taka
tey ímóti rutuni við
opnum ørmum
FERÐAMÁL
Keypmannahavn hevur og
fer altíð at vera ferðamál
nummar eitt hjá føroyingum.
Hetta eru tey greið yvir á
Atlantic Airways, men tey
ynskja, at næst tí listanum
skal standa London. Rutan
ber seg ikki einsamøll,
og áður hava tey roynt at
flogið á Aberdeen, sum
ein part av Londonrutuni.
Atlantic Airways hevur
verið í prát við hetlendingar
í fleiri ár, um at flúgva
á oyggjarnar, og nú hava
tey tikið avgerina um, at
fríggjadagin skal tað verða.
Hjá hetlendingum er
Aberdeen akkurát sum
Keypmannahavn fyri føroy
ingar. Aberdeen er staðið
har øll fara, men við tað,
at Atlantsflog nú fer undir
at flúgva til Hetlands, so
verður eisini møguleiki hjá
hetlendingum at sleppa til
London, og hetta heldur
Atlantsflog vera spennandi.
– Tí fáa vit 40 fólk úr
Føroyum á rutuna, og 40
fólk úr Hetlandi, so verður
rutan heilt áhugaverd, sigur
Kent Christensen, sølu- og
marknaðarstjóri hjá Atlantic
Airways.
Hetlendingar
hava
í
nógv harrans ár leitað eftir
einum øðrum ferðamáli
enn Aberdeen, og tí eru teir
ovurfegnir um, at Atlants
flog nú fer undir at flúgva
til oyggjarnar.
Felagseyðkenni
– Hetland er okkara nærm
asti granni, og hóast fólk
ið í dag tosar enkst, so
kunnu føroyingar og het
lendingar oftani hyggja at
hvørjum øðrum og síggja
felagseyðkenni, sigur Kent
Christensen, og vísir millum
annað á staðarnøvnini.
Hjá føroyingum eigur Het
land at vera eitt spennandi
ferðamál.
Har
ber
til
at slappa av og taka tað
róligt, og uttan at ein følir
at hava flutt seg ov nógv úr
heimliga umhvørvinum.
Nógv fyri pengarnar
– Eisini eru góðir innkeyps
møguleikar har, og har ber til
at fáa nógv fyri pengarnar,
sigur Kent Christensen hjá
Atlantsflog. Hann ivast
ikki í, at rutan fer at vera
spennandi, og at føroyingar
fara at taka undir við henni.
– Vit sóu við Aberdeen, at
tann rutan hevði tað trupulti
at byrja við, men nú eru vit
komin har til, at tað eru teir
allar fægstu føroyingarnir,
sum ikki hava verið har.
Og vit rokna við, at tað
fer at vera tað sama við
Hetlandi. Tað er bara ein
spurningur um tíð, so hava
allir føroyingar verið har,
sigur Kent Christensen,
sølu- og marknaðarstjóri í
Atlantic Airways.
Flúgvingin til Hetlands
byrjar nú fríggjadagin 23.
juni, og heldur hon áfram
til 30. oktober. Flogið
verður hvønn fríggja- og
mánadag, so har eru góðir
møguleikar at fara til dømis
ein vikuskiftistúr.
Flúgv til Hetlands