mánadagur 19. juni 2006síða 44
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 115 - 19. juni 2006
Niels Uni Dam er 33 ár og blaðmaður
á Sosialinum. Honum dámar væl at
ferðast. Hann hevur ferðast rættiliga
fitt í lívi sínum, mest kring Evropa
men eisini eitt so fjarskotið stað
sum Ný Sæland. Í hesum døgum
sigur Niels Uni okkum 10 ferðamál,
ið hann hevur hug at vitja. Hann
sigur, at hetta verður eitt gott bland
av støðum, ið hann hevur vitjað
og vil vitja aftur, støðum, ið hann
ongantíð hevur vitjað, men kundi
hugsað sær at vitjað.
Dreymaferð nr. 6:
Barcelona
Eg var í Barcelona í 1991,
hetta var partur av interrail
ferð míni, ið eg var á saman
við vinmanni mínum Emil
Hermansen. Vit ferðaðust
kring Evropa í ein mánað,
og fóru har sum hugurin
og tokini tóku okkum. Vit
endaðu á einum stórum
kampingplássi beint við
Barcelona. Strondin við
plássi var fantastisk, og
havið var heitt. Maturin,
ið vit keyptu á matstovuni
var ómetaliga góður, sera
væl kryddaðir nýslaktaðir
høsnarungar vóru á okkara
matskrá hvønn dag.
Barcelona var ein sera
bergtakandi býur, við nógv
um flottum bygningum
og uttandura list. Serliga
stórsligið var at vitja
Katedralin
La
Sagrada
Familia. tí ongantíð áður
havi eg kent meg so lítlan
í ævinleikanum. Kirkjan,
ið heimskendi arkitekturin
Antoni Gaudi brúkti 40 ár
av sínum lívið til, harav
alla sína tíð seinastu 15
árini fyri deyða sín, er eitt
stórt meistaraverk, hvørs
grundarsteinur varð lagdur
í 1882, men sum als ikki
er liðugt enn. Tá tú vitjar
kirkjuna eru partar lidnir
og síggja gamlir út, meðan
aðrir partar av kirkjuni blíva
bygdir beint nú. Tú veitst,
at tú kanska ikki livir at
síggja kirkjuna lidna. Hetta
er ein stór uppliving.
Eg vil sera fegin vitja
Barcelona aftur, og ikki
minst vitja La Sagrada
Familia aftur.
Skapið framtíðina saman við okkum...
Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík
Tel. 410000 I Fax. 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I klaksvik.fo
LEIÐ 410 / Klaksvík - Leirvík - Fuglafjørður
Nýggj bussleið
Leið 410