mánadagur 19. juni 2006síða 45
‹ fyrra síða allar 78 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 115 - 19. juni 2006
47
Auto Service:
Gevið bilinum
eitt feriueftirlit
Í summarferiuni eru tað nógv sum fara av landinum og út í heim at ferðast við bilinum. Tá er
gott at hava ein bil sum virkar væl, so sleppast kann undan óneyðugum trupulleikum.
Í samband við koyring uttanlands hava Auto Service við Oyggjarvegin, sum umboða tey
fýra bilmerkini Opel, Peugeot, Nissan og Saab, eitt fullfíggjað programm til feriueftirlit. Teir
hava ein stóran nútímans mekaniskan verkstað við allari tí nýggjastu útgerðini til tey ymisku
bilmerkini.
Í hesum eftirliti verður alt kannað sum t.d. motorolja, viskarabløð, sprinklaraveska, dekk
og dekkstýst (eisini eykahjólið), bremsuveska og bremsuskivur- og belegningar, hondbremsa,
stoytdoyvarar, tannreimin, og kølari og kølaraslangur saman við øllum kølisysteminum. Eisini
verða allar perir og lyktir kannaðar og forlyktirnar stillaðar.
Eitt slíkt eftirlit kostar kr. 675,- v.mvg + tilfar, og tað er ein góð íløga, sum kann vera við til
at tryggja eina feriu uttan trupulleikar við bilinum, sigur Otto Andreasen frá Auto Service
mg