Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-19, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2006síða 46

‹ fyrra síða allar 78 síður

Tekstur á síðuni

48 Nr. 115 - 19. juni 2006 Tryggingarfelagið Føroyar vónar, at øll fara at fáa eina góða summarfrítíð, og at tey, sum fara út at ferðast fáa eina góða ferð. Ein fortreyt fyri eini góðari uttanlandsferð, er at hava rætta ferðatrygging. Tryggingarfelagið Før­ oy­ar kann av royndum siga, at ein ferðatrygging er eins týdningarmikil og ferðaseðil, pass, pengar og annað, vit hava við okkum á slíkum ferðum. Um tú verður sjúkur, fært skaða ella á annan hátt hevur brúk fyri bráðfeingishjálp, er trygging neyðug, skalt tú ikki sjálvur fáa stórar út­reiðslur, um óhappið hend­ir. Tryggingarfelagið Før­ oyar hevur altíð eina ferða­ trygging, ið hóskar til tín tørv, og starvsfólkini eru til reiðar at hjálpa og vegleiða, so tú kanst kenna teg trygg­ an á ferðini við júst tí røttu ferðatryggingini. Tað er altíð hent at kanna eftir, hvørja trygg­ing tú møguliga hevur framm­ anundan, tí tað kann vera, at onnur trygging hóskar betur til tann tørv, tú hevur. Um tú ferðast í Norður­ londum, Bretlandi, Europa ella í heiminum annars, eru tryggingarnar ymiskar. Tí er umráðandi, at trygg­ ingin fevnir um júst tað landafrøðiliga økið, tú skalt vitja. Verður farið av landinum í vinnuligum ørindum, er tín privata ferðatrygging ikki galdandi, og tá má teknast serstøk ferðatrygging. Skuldi ferðin av ávísum orsøkum verið av ongum, áðrenn tú fert avstað, er umráðandi at hava eina avlýsingartrygging, sum rindar endurgjald fyri ferðakostnaðin. Øll tíni tryggingarviður­ skifti í sambandi við uttan­ landsferð kanst tú avgreiða á ferða­skriv­stovunum ella onkrari av deildunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Ella sagt við øðrum orðum: Ein og hvør góð ferð byrjar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum! Tryggjaður og tryggur av landinum 34 60 52 Skundflutningur um allan heim