týsdagur 20. juni 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 116 - 20. juni 2006
Nr. 113 - 15. juni 2006
– Satelitt-skipanin,
sum sigur, hvar
skipið er, skal vera í
lagi, men tað er ikki
altíð, at skiparin veit,
um skipanin gerst
óvirkin, sigur Elmar
Højgaard, leiðari á
Fiskiveiðieftirlitinum
Sancy-málið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Næstsíðstu nátt vóru menn
hjá íslendsku sjóverjuni
umborð á føroyska djúp
vatnstrolaranum,
Sancy,
sum sambært íslendskum
myndugleikum
uttan
fráboðan var staddur í
íslendskum sjógvi.
Tað var íslendska verju
skipið, Óðin, sum var á veg
til Bretlands, ið kom fram á
føroyska trolaran.
Tá ið Óðin bað skiparan á
føroyska trolaranum steðga,
aktaði hesin ikki boðini, og
meðan Sancy sigldi við 9
míla ferð, setti ein tyrla hjá
íslendsku sjóverjuni tveir
menn umborð á trolaran.
Skiparin fekk tá boð um
at seta kós móti Eskifirði,
har skipið kom seint í gjár.
Íslendskar tíðindastovur
siga, at tólið umborð á
Sancy, sum sigur frá, hvar
skipið er, var sløkt, tá ið
íslendsku eftirlitsmenninir
komu umborð.
Hvørki reiðarin ella skip
arin á Sancy vilja gera við
merkingar til hendingina,
fyrr enn málið hevur verið
fyri í rættinum.
Blanda seg ikki
Elmar Højgaard, leiðari á
Fiskiveiðieftirlitinum, sigur,
at teir vita einki meira um
Sancy-málið enn tað, sum
frættist úr Íslandi.
– Tað, sum vit hava
lisið ímillum reglurnar, er,
at ikki er vist, at Sancy
hevur brotið íslendsku fiski
veiðireglurnar. Hinvegin
skilst, at skiparin ikki
aktaði boðini hjá íslendsku
sjóverjuni, sum hann hevur
skyldu til í íslendskum
sjógvi.
Elmar sigur, at Fiskiveiði
eftirlitið í Føroyum blandar
seg ikki í uppgávurnar hjá
Fiskiveiðieftirlitinum
í
Íslandi – og øvut.
– Taka vit íslendsk
– ella onnur – skip í før
oyskum sjógvi, er skipið
í hondunum á føroyskum
myndugleikum, og soleiðis
er eisini, tá ið íslendskir
myndugleikar taka føroysk
skip í íslendskum sjógvi.
Hann sigur, at føroyskir
fiskiveiðimyndugleikar
halda seg ”kúrrar”, til
útspæl kemur úr Íslandi í
málinum.
Elmar sigur, at Sancy
liggur nú á Eskifjørðinum,
har íslendska løgreglan
kannar málið.
– Skipið var inni seint
í gjár, og í dag er løg
reglan farin at kanna viður
skiftini.
Hann væntar, at dagurin í
dag fer til hesar kanningar
og síðan fæst at síggja,
hvørji stig íslendsku mynd
ugleikarnir taka.
Skylda at boða frá
Elmar Højgaard sigur, at
tá ið føroyskt skip fer í
íslendskan sjógv, hevur
skipið skyldu at boða frá
hesum frammanundan.
– Satelitt-skipanin, sum
sigur, hvar skipið er, skal
vera í lagi, men tað er ikki
altíð, at skiparin veit, um
skipanin gerst óvirkin.
Elmar vísir á, at Fiski
veiðieftirlitið sær, um sate
litt-skipanin umborð á før
oyskum skipum er virkin,
og tað hendir seg meira enn
so, at eftirlitið noyðist at
seta seg í samband við skip
og boða frá, um skipanin av
eini ella aðrari orsøk ikki
virkar, sum hon skal.
Vit spurdu eisini Elmar,
hvussu ”strangt” tað er við
satelitt-skipanini – og um
skip yvirhøvur kann vera
til fiskiskap, um skipanin
gerst í ólagi.
– Tað er ikki soleiðis, at
veiðiloyvi av sær sjálvum
fellir burtur, um skipanin
gerst óvirkin á túrinum,
og tað kemur eisini fyri,
at vit hava givið skipum
loyvi at gera túr lidnan, um
skipanin er vorðin í ólagi
á túrinum, sigur leiðarin á
Fiskiveiðieftirlitinum.
Elmar Højgaard sigur, at
skipanin virkar á tann hátt,
at føroysk skip, sum hava
satelitt-skipan, senda signal
til Fiskiveiðieftirlitið, og tá
ið hesi royna í fremmandum
sjógvi, fer signalið um
føroysku skipanina víðari
til myndugleikarnar í tí
landi, har skipið fiskar.
TÍÐINDI
SAMBAND
eirikur lindenskov@
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum:
– Vit blanda okkum ikki í arbeiði hjá
íslendskum fiskiveiðimyndugleikum
Leiðarin á Fiskiveiðieftirlitinum, Elmar Højgaard, sigur, at føroyskir fiskiveiðimyndugleikar
halda seg ”kúrrar”, til útspæl kemur úr Íslandi í málinum um Sancy
Mynd: Skipalistin
Sýslumaðurin og løgreglan á Eskifirði kanna nú viðurskiftini
umborð á Sancy – fyri at finna fram til sannleikan..
Dagmar Sigurðardóttir