Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Nr. 116 - 20. juni 2006 tíðindi Íslendska Fiskiveiðieftirlitið: Sancy liggur neyvan leingi á Eskifjørðinum – Sancy er í løtuni í hondunum á sýslu­ manninum og løg­ regluni í Eskifjørði­ num, har viðurskiftini verða kannað, sigur Dagmar Sigurðar­ dóttir hjá íslendska fiskiveiðieftirlitinum Neyðugt var hjá íslendsku sjóverjuni at seta menn umborð á Sancy við tyrlu, tí føroyski trolarin aktaði ikki boðini um at steðga Sancy-málið Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Dagmar Sigurðardóttir, ið er kunningarfólk hjá ís­­ lendska fiski­veiði­eftir­liti­ num, segði í morgun við Sosialin, at sýslumaðurin og løgreglan á Eskifirði í løtuni eru í holt við at kanna, hvør sannleikin er í málinum um føroyska djúpvatnstrolaran, Sancy, sum íslendska sjóverjan tók í íslendskum sjógvi næst síðstu nátt. Hon sigur, at lastin verður kannað, eins og skipsdagbók og onnur viðurskifti, sum íslendsku myndugleikarnir hava áhuga fyri. – Men eg vænti ikki, at Sancy verður liggjandi leingi á Eskifirði. Helst gongur dagurin í dag og kanska morgindagurin, áðr­ enn skipið sleppur avstað aftur. Hon vísir á, at reiðaríið helst fær møguleikan at veita eina trygd í peningi, so skipið ikki verður liggj­ andi longri enn neyðugt. – Reiðaríið hjá Sancy hevur fingið sær ein ís­­ lendskan sakførara, sum tekur sær av málinum vegna trolaran. Dagmar Sigurðardóttir sigur, at tá ið kanningarnar eru lidnar, og málið er búgvið til støðutakan í íslendsku skipanini, ver›ur tað helst avgjørt í Eskifirði ella á Egilstøðum. Tað var 46 ára gamla ís­lendska sjóverjuskipið, Óðin, sum tók Sancy á veg úr Íslandi til Bretlands. Tá ið Sancy sigldi til Eskifjarðar eftir boðum frá íslendsku sjóverjuni, vóru tveir menn, sum komnir vóru úr Reykjavík, umborð á skipinum á ferðini.