Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 116 - 20. juni 2006 tíðindi Rockbólkurin The Rasmus, sum verður við á Summar Festivalinum í ár, hevur úr at gera við at spæla á stórum konsertum og festivalum kring allan heimin. Bólkurin er i stórformi, nú teir skjótt seta kós ímóti Føroyum Tónleikur Tíðindaskriv Tað er ikki ein smávegis kon­ sertferð, sum The Rasmus eru á í løtuni. Bólkurin, sum fekk gjøgnumbrot kring alt Europa og víðahvar í heim­ inum við sanginum In The Shadows, hevur í ár spælt í fleiri heimspørtum, og nógvar spennandi uppgávur bíða eftir bólkinum. Tað hevur rættiliga grav­ gangur eftir at fáa The Ram­ us at spæla til konsertir og festivalar, og hetta sæst eis­ini aftur á teirra umfatandi kon­ sertskrá, sum eisini førir teir Føroyar fyrsta vikuskiftið í august. Ferðast víðahvar Tað var seint í fjør, at The Rasmus byrjaði drúgvu kon­ sertferðina á heimavølli í Helsinki. Síðani gekk leið­ in til europeisk lond sum Týskland, Ongland, Lux­ em­burg, Holland, Spania, Portugal, Ungarn, Kekkia og fleiri onnur lond. Síðani hevur The Rasmus eisini spælt í londum sum India, Suðurafrika, Chile, Japan, Argentina, Mexico og Kolumbia. Í løtuni er bólkurin staddur í Ukraine, har teir skulu hava fleiri framførslur, og seinni í summar verða framførslur á festivalum í Noregi, Finnlandi, Fraklandi, Belgia, Slovakia og ikki minst í Føroyum. Nýtt hitt í Føroyum og aðrastaðni The Rasmus er ein framúr góður livebólkur, sum eisini er sera væl samanspældur. Limirnir í bólkinum hava spælt saman síðani ung­ dóms­árini, og tað sigst, at bólk­urin hevur ongantíð ver­ið so góður, sum hann er júst nú. Seinasta hittið hjá The Rasmus er framúr vakra balladan Sail Away, sum eisini stendur seg væl á 15 teimum bestu. Sangurin hevur verið í 9 vikur inni á 15 teimum bestu og liggur hesa vikuna sum nummar 5. The Rasmus eru umbidnir allastaðni www.almannastovan.fo K R E A . F O . TEL 47 80 80 Málsviðgeri til Almannastovuna Á Tænastudeildini starvast 2½ málsviðgerar og ein deildarleiðari. Høvuðsupp- gávurnar hjá deildini eru at taka telefon, taka ímóti við- skiftafólki, skráseta allan innkomnan post o.a. Hevur tú hug at royna teg í einum arbeiðsum- hvørvi, sum er undir støðugari menning, so er eitt fulltíðarstarv sum málsviðgeri á Tænastudeildini leyst at seta skjótast gjørligt. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Anne Djurhuus, deildarleiðara, á tlf. 35 35 10 ella við at fara inn á heimasíðu okkara www.almannastovan.fo ella www.portal.fo. Umsóknarfreistiner 5. juli 2006 kl. 12.00. Sosialráðgevar til Eysturoyar deild www.almannastovan.fo K R E A . F O . TEL 47 80 80 Á Almannastovuni arbeiða umleið 100 fólk, harav 6 starvast á økisdeildini í Eysturoy. Hevur tú hug at royna teg í einum fjølbroyttum, avbjóð- andi starvi í einum arbeiðs- umhvørvi, sum er í støðug- ari menning? So er hetta nakað fyri teg. Tvey full- tíðarstørv sum sosialráðgevi eru leys at søkja á økis- deildini í Eysturoy. Arbeiðs- økið verður partvís á deild- ini í Runavík og partvís á deildini í Klaksvík. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til Egil G. Olsen, deildar- leiðara, á tlf. 474710, ella við at fara inn á heimasíðu okkara www.almannastovan.fo ella www.portal.fo. Umsóknarfreistin er 5. juli 2006 kl. 12.00. The Rasmus fara at spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík fríggjakvøldið 4. august