týsdagur 20. juni 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 20. juni 2006
5
– Hetta eru so
óhugnaligar upp
hæddir, at eg havi ikki
heilt fatað tað enn.
Eg eri púra ovfarin
sigur Ejler Jacobsen,
reiðari, sum nú um
dagarnar fekk 356
mill. kr. fyri søluna
av Krúnborg. Hann
heldur tað ikki vera
nakað órímuligt at
fáa slíka premiu fyri
eitt heilt lívsverk,
sum hevur gagnað
føroyskari fiskivinnu
Skipasøla
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Sølan av Krúnborg gjørdist
krúnan á lívsverkinum hjá
Ejler Jacobsen, reiðara.
Hann fekk 356 mill. kr.
fyri
skipið,
sum
stóð
honum í 60 mill. kr. Metta
virðið á skipinum liggur
um 120 mill. kr. Sjálvur
er hann sera væl foreintur
við søluna, tó at hann
enn ikki heilt hevur fatað
stóru tølini: – Hetta eru
so óhugnaligar upphæddir,
at eg havi ikki heilt fatað
tað enn. Eg eri púra
ovfarin, og eg eri eisini ein
glaður maður, sigur Ejler
Jacobsen, reiðari í samrøðu
við Sosialin, nú hann fyrstu
ferð alment úttalar seg um
eina ta størstu skipasøluna
í Føroyum nakrantíð. Hóast
sølan hevur fingið nógva
umrøðu, so sigur Eiler
seg einki leggja í alt tað
negativa, sum nú kemur
fram.
– Tað rørir meg ikki,
um ávís fólk nú kanska
øvunda mær at hava selt
fyri so nógvan pening. Tá
eg hugsi um, hvussu nógvar
fiskalastir vit hava lagt upp,
hvussu nógv manningarnar
hava forvunnið við okkara
skipum gjøgnum árini,
øll tey húsini og heimini
kring Føroya land, sum
eru komin upp orsakað av
nótaflotanum øllum, tó ikki
bara frá mínum skipum, so
havi eg ikki ringa samvitsku
sigur Ejler Jacobsen, sum
tó sigur seg ikki skilja, hví
man skal leika so ræðuligt
í, tá hann nú loksins fekk so
væl burtur úr einum heilum
lívsverki.
– Vit hava einki fingið
í premiu fyri tað arbeiðið,
uttan at vit hava fingið
okkara løn. Ejler Jacobsen
vísir á, at tað er einki
dulsmál, at hann gjøgnum
eitt langt lív hevur verið
við at menna føroyska fiski
vinnu. Sølan av Krúnborg
er so bara krúnan á lívsverki
hansara.
Ejler Jacobsen heldur tað
eisini vera eitt gott íkast hjá
landskassanum at fáa 51
mill. kr. í skatti fyri hesa
søluna. Hvat er rímuligt ella
órímuligt sigur hann seg
ikki vera tann rætti at úttala
seg um, men hann heldur
tað ikki vera órímuligt, at
hann fær nakað fyri tað
hann hevur avrikað til frama
fyri føroyska fiskivinnnu
gjøgnum mong ár. Við
hesum sipar hann m.a. til
menningina av føroyska
nótaflotanum, eitt nú tá
tangarnir kolveltu hesa
vinnu. Hann dugir ikki at
síggja, at landið er vorðið
nakað fátækari av hesum.
Tikin á bóli
– Hvat fer tú at brúka allan
peningin til?
– Tað dugi eg als ikki at
svara í løtuni. Hetta hendi
so knappliga, eg var tikin á
bóli positivt. Men hann sær
helst, at peningur verður
brúktur til framhaldandi at
menna føroyska vinnu. Hann
fegnast um, at Krúnborg
nú verður heimahoyrandi í
Fuglafirði og fer at leggja
sínar lastir upp har.
Tá vit bera uppá mál
spurningin um tilfeingis
gjald, so sigur Ejler, at hann
ongantíð hevur verið glaður
um tað prátið. Fiskivinnan
hevur tað nóg trupult sum
er, og tað er eingin orsøk
til at leggja fótonglar fyri
teimum, sum eru við í fiski
vinnuni. Tað er heldur at
royna at fjøssa um hana
sum frægast og fáa nakað
burtur úr vinnuni sjálvari
heldur enn skattum.
Nú so nógv verður tosað
um fólksins ognir í sam
bandi hesa søluna og tað
seljarin hevur fingið burtur
úr vísir Ejler Jacobsen á,
at vit hoyrdu einki um
fólksins ognir, tá rækjuflot
in hvarv, tá eitt skip fyri og
annað eftir fór at heysin og
eigararnir mistu nógv.
Ejler Jacobsen dylur ikki
yvir, at hann er sera vónsvik
in av úttalilsunum hjá Jørg
en Niclasen, tingmanni
úr Fólkaflokkinum um,
at slík skipasøla átti at
verið skattað við 75 til
80%. – Eg vil bara takka
Fólkaflokkinum, sum eg
havi verið nóg býttur til at
stuðla. Eg trúði hann var
ein vinnulívsflokkur, og at
man gleddist við teimum
tað gekk væl hjá.
tíðindi
Ejler seldi fyri 356 mill. kr.:
Sølan av Krúnborg var
krúnan á lívsverkinum
Sølan av Krúnborg gjørdist krúnan á lívsverkinum hjá Eiler Jacobsen, reiðara
Ejler Jacobsen, reiðari: –Hetta er ikki annað enn premian fyri
eitt heilt lívsverk, sum hevur gagnað føroyskari fiskivinnu