týsdagur 20. juni 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 116 - 20. juni 2006
tíðindi
– Føroyskir politik
arar eru størstu
hyklarar í verðini og
tað, sum nú hendir,
er prísurin, sum
Høgni Hoydal og
Jóannes Eidesgaard
hava goldið fyri at fáa
Fólkaflokkin í song
við sær, sigur Jenis av
Rana
Handil við skipum
og loyvum
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Føroyskir politikarar eru
størstu hyklarar í verðini.
Tað er skoðsmálið, sum
Jenis av Rana nú gevur
starvsfeløgunum sínum á
Føroya Løgtingi.
Og tað er í kjalarvørrrinum
á teimum risastóru handl
um við fiskiloyvum og skip
um, sum eru farnir fram
í løtuni, at formaðurin í
Miðflokkinum nú fellur so
harðan dóm yvir føroyskar
politikarar.
Men samstundis leggur
hann dent á, at hann ætlar
ikki á nakran hátt at finnast
at teimum vinnulívsfólkum,
sum keypa ella selja skip
og fiskiloyvi.
– Tey hava als onki skeivt
gjørt, tí tey gera ikki annað
enn tað, sum lógin loyvir
teimum og teir kunnu ikki
lastast fyri at halda seg
innanfyri teir karmar, sum
politikarar leggja teimum
at virka undir.
Men at hoyra politikarar
úr øllum flokkum gremja
seg og enntá øtast um tað,
sum fer fram, heldur Jenis
av Rana vera heilt ótrúligt.
– Veruleikin er, at politik
arar hava alla tíðina vitað,
hvussu støðan er. Men
tað er eisini veruleikin, at
tað alla tíðina hevur verið
ætlanin, at tað, sum nú fer
fram, skuldi bera til.
– Tað, sum nú hendir, er
stutt og greitt, prísurin, sum
fyrst Høgni Hoydal og síðani
Jóannes Eidegaard hava
verið noyddur at gjalda fyri
at fáa Fólkaflokkin í song
við sær, sigur formaðurin í
Miðflokkinum.
Altíð verið ætlanin
Eftir hansara tykki er tað
nevniliga als ongin ivi um,
at tað er fólkaflokkurin,
sum hevur havt buktina og
báðar endarnar í føroyskum
politikki seinastu átta árini.
– Fyrst lat Høgni Hoydal
Fólkaflokkin sleppa at ráða
øll tey seks árini, sokallaða
fullveldissamgongan sat.
Høgni Hoydal var so upp
settur upp á fullveldi, at
hann lat rætt og slætt alt um
seg ganga og tordi tí ikki
at røra Fólkaflokkin. Tí
hóreiggjaði Fólkaflokkurin
sær akkurát sum hann vildi
– uttan at nakað kom burtur
úr fullveldinum kortini.
– Og nú er Jóannes Eides
gaard so uppsettur upp á
at varðveita løgmanssessin,
at heldur ikki hann torir
at røra Fólkaflokkin, men
letur alt um seg ganga.
– Og tað, sum nú fer
fram við keyp og sølum
av fiskiloyvum, er fólka
flokspolitikkur út í æsir.
– Hetta er ikki av óvart,
ella tí at nøkur sum helst
misskiljing er. Hetta er
heldur ikki tí, at tað eru
hol í lógini, sum politikarar
ikki hava varnast.
Jenis av Rana sigur, at
tað, sum nú fer fram, hevur
tvørturímóti alla tíðina
verið ætlanin, tí hetta er
ikki nakað, sum er hent av
óvart.
– Politikararnir hava við
beráddum huga borið so í
bandið, at tað skal bera til
hjá nøkrum fáum at ríka seg
upp við at selja fiskiloyvini,
sum annars skuldu vera ogn
Føroya Fólks.
– Tað varð ávarað ímóti
hesum, men ongin gjørdi
nakað og nú er tað gingið
galið.
Men formaðurin í Mið
flokkinum er púra sann
førdur um, at akkurát tað
sama, sum nú hendir við
okkara fiskiloyvum, eisini
fer at henda við Føroya
Banka, Atlantsflogi, Føroya
Tele og øðrum almennum
fyritøkum, sum nú skulu
einskiljast.
– Tá fara yvirskriftirnar í
fjølmiðlunum eisini at vera,
at útlendingar eru farnir við
Føroya Banka, Atlantsflogi
o.s.fr.
Ikki stirðil til at
gera nakað
– Tað ringasta er, at allir
politikarar siga, at nú má
okkurt gerast. Men veru
leikin er, at teir hava onki
gjørt við tað seinastu árini og
teir fara heldur onki at gera
við tað, tí fólkaflokkurin
sigur stopp og so tora hinir
flokkarnir onki at gera,
hvørki í undanfarnu ella í
hesari samgonguni. Tí hava
politikararnir ikki stirðil til
at gera nakað við hetta.
– Hetta er eisini ein
máti hjá fólkaflokkinum at
hjálpa reiðarum at sleppa
av við skip, sum kanska
ikki eru so væl seljandi.
Jenis av Rana ásannar,
at talan er um ein stóran
trupulleika.
Men trupulleikin er ikki
størri enn so, enn, at er
viljin til staðar, kunnu
teir somu politikarar, sum
hava gjørt hetta møguligt,
eisini venda gongdini, so at
fiskiríkidømið aftur verður
ogn Føroya Fólks.
– Tað, at nakrir reiðarar
hava selt síni loyvi, er ikki
meiri bindandi enn so, enn
at politikarar kunnu aftur
gera nýggjar lógir fyri at fáa
viðurskiftini í rættlag, so at
fiskiloyvini koma aftur í
landskassan og sostatt aftur
til Føroya Fólk.
Fiskiloyvini aftur
í landskassan
Jenis av Rana gevur lítið
fyri útsøgnina hjá Jørgen
Niclasen í Sosialinum í
gjár, har fólkafloksmaðurin
heldur, at teir, sum selja
fiskiloyvi, áttu at betalt eini
70-80% í skatti av vinn
inginum.
– Tað lysti meg at sæð
fólkaflokkin sett tað í verk.
Men ger hann tað, skal
okkara stuðul ikki tróta,
sigur formaðurin í Mið
flokkinum.
Men hann heldur ikki, at
hetta loysir trupulleikan.
– Men tað er rættiliga
einfalt at loysa trupulleikan.
Og tað kann gerast soleiðis,
at tá ið eitt skip verður selt,
skal fiskiloyvið fella aftur
til landskassan.
– Tað er eitt uppskot, sum
kann samtykkjast í morgin,
um so skal vera.
– Tað er ikki meiri enn
natúrligt, at tá ið ein reiðari
ikki hevur brúk fyri einum
fiskiloyvi longur, at tað so
fellur aftur til tann, sum
reiðarin hevur fingið tað
frá.
Annars verða fiskiloyvi
útskrivað fyri 10 ár ísenn.
Tað merkir, at tá ið 10 ár eru
farin, kann landsstýrið taka
tey aftur, uttan nakað sum
helst. Men tað merkir eisini,
at verða fiskiloyvi misrøkt,
ella verða treytirnar ikki
hildnar, kunnu tey eisini
takast aftur.
– Ístaðin hevur landsstýrið
sett ein automatikk inn í
skipanina so at tá ið skip
verða seld, fylgir fiskiloyvið
við og verður útskrivað fyri
10 ár afturat.
Men Jenis av Rana
sigur, at er onki hent á
Ólavsøku, fer Miðflokkurin
sjálvur at leggja uppskot
fyri Løgtingið um, at tá
ið skip verða seld, skulu
fiskiloyvini fella aftur til
landskassan.
Hetta er prísurin fyri
at fáa Fólkaflokkin
í song við sær
Helle Thorning
Schmidt verður ikki
forsætisráðharri við
radikalari hjálp. Tann
tíðin er farin, tá tað
var ein sjálvfylgja
Danmark
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Margrethe Vestager, sum av
mongum verður roknað sum
krúnprinsessan í Radikala
Vinstra, sló í gjár fast, at
tey radikalu fara ikki at
stuðla sosialdemokratiska
floksformanninum
sum
forsætisráðharra. Hvørki
nú ella aftan á næsta val.
Tað eru tveir mánaðir,
síðani Radikala Vinstra av
álvara byrjaði at loysa sam
bandið við Socialdemokrat
arnar við tí, sum í Danmark
verður umrøtt sum »tað
radikala frælsisbrævið«.
Men tá var orðalagið ikki
so beinleiðis og ikki so
hvassorðað sum nú.
– Vit kunnu ikki vísa á
Helle Thorning Schmidt
sum forsætisráðharraevni
– hvørki nú ella aftan á
eitt val. Gloppið ímillum
okkara flokkar er vorðið
ov stórt á økjum, sum vit
í Radikala Vinstra meta
sum avgerandi fyri landið,
sigur Margrethe Vestager
við internetblaðið Altinget
í dag. Sum dømi nevnir
hon skattasteðgin, sum
Socialdemokratarnir eftir
hennara tykki hava ættleitt,
men onnur viðurskifti eru
eisini so sum skúlamál,
útlendingapolitikkurin og
partar av rættarpolitikk
inum.
Tað herda orðalagið hjá
teimum radikalu merk
ir, at Radikala Vinstra
fer ikki at vísa á Helle
Thorning Schmidt sum for
sætisráðharraevni, sjálvt
um flokkarnir á vinstra
vonginum fáa meiriluta í
Fólkatinginum.
– Mong tykjast halda, at
fingu vit bara eina stjórn
undir sosialdemokratiskari
leiðslu, høvdu vit sloppið
av við nógv av tí ónda,
sum vit hava nú. Men vit
duga ikki at hoyra nakað,
sum bendir á, at tað er so,
sigur Margrethe Vestager
við Altinget.
– Radikala Vinstra fer
undir ongum umstøðum
at vísa á nakað forsætis
ráðharraevni uttan sín egna
formann, Marianne Jelved,
leggur Margrethe Vestager
afturat.
Politiski framsøgumað
urin hjá Sosialdemokrat
unum, Hanrik Sass Larsen,
segði við DR í dag, at hann
er harmur um boðini frá
teimum radikalu.
– Avleiðingin av hesum
er, at ein atkvøða fyri
teimum radikalu er ein
atkvøða fyri Anders Fogh
Rasmussen, segði hann.
– Er onki hent á Ólavsøku, fer Miðflokkurin at leggja uppskot
fyri Løgtingið, um at fiskiloyvi skulu fella aftur til landsstýrið,
tá ið skip verða seld
Liðugt millum R og S í Danmark
Helle Thorning Schmidt.
Forsætisráðharrasessurin er
langt burturi nú.
Tey radikalu vísa ikki á annað
forsætisráðharraevni enn
formannin, Marianne Jelved