týsdagur 20. juni 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 20. juni 2006
7
Allir privatir breið
bandskundar hjá
Føroya Tele fáa nú
møguleikan at fáa sær
fría nýtslu á breið
bandshaldi – tað sum
eisini verður kallað
»flatrate«
breiðband
Føroya Tele hevur í dag 4
privat breiðbandshald til
ymiskan tørv. Hesi hald hava
øll framm anundan eina ávísa
fría nýtslu og hevur hetta víst
seg, at vera nøktandi fyri teir
flestu kundar.
Til teir kundar, sum
hava tørv á størri nýtslu
enn hana, sum fylgir við
haldinum, bjóðar Føroya
nú fría nýtslu fyri eitt eyka
gjald um mánaðin.
Hevur kundin breiðband
framm anundan, skal hann
bert umskipa haldið til
fría nýtslu. Ikki er neyðugt
við nýggjum beinara ella
montørvitjan. Einasta, sum
krevst er at umbiða tæn
astuna á tel 808080 ella
í einari av Telebúðunum.
Stovningargjaldið er kr.
550,-.
Prísdømi: Fyri minsta hald
ið (256/128) er eykagjaldið
kr. 120,- soleiðis at kundin
tilsamans einans rindar kr.
279
Føroya Tele veitur nú eisini fría nýtslu á Breiðband
Hesin spurningur
verður svaraður, tá
fyrsta altjóða havfisk
ikapping í Føroyum
nakrantíð verður
hildin í Runavík í døg
unum 22.-24. august
í ár
fiskikapping
Tað er Smyril Line, sum sam
an við Runavíkar komm unu
og Greengate Incoming
skipar fyri kappingini, har
nakrir av heimsins mætastu
havfiskarum fara at kappast
um eina samlaða upphædd á
240.000 krónur.
Við orðunum “Nú er
nokk reypað – nú er at
prógva tað” bjóðar Smyril-
Line øllum fiskiáhugaðum
føroyingum at vísa, um vit
nú veruliga eru so góðir
fiskimenn sum vit halda. Í
døgunum 22. august til og
við 24. august er Smyril-
Line vertur fyri Smyril Line
International Sea Angling
Cup, har havfiskarar úr
Danmark, Hollandi, Noreg,
Íslandi, Hetlandi, Skotlandi,
Onglandi og Føroyum fara
at kappast um stóru vinn
ingarnar.
Vinningarnir hava eitt
saml að virði á góðar 240.000
krónur. Teir størstu eru:
- The Champion – størsti
fiskurin 73.000 kr
- The Pro – flest stig
73.000 kr
- Besta lið (4 fólk)
15.000 kr
- Besta kvinna – størsti
fiskurin
7.300 kr
- Besti unglingi – størsti
fiskurin 7.300 kr Stuðlað av
Jógvan Weihe
- Besti skiparin
15.000 kr Stuðlað av
Ferðaráð Føroya
Umframt hesar eru nógvir
aðrir góðir vinningar, m.a.
verður størsti fiskur hvønn
dagin heiðraður.
Kappingin er skipað eins
og aðrar altjóða kappingar
av hesum slag. Farið verður
út við bátum hvønn morgun
og tað er skiparin ið avgerð,
hvar leiðin gongur. Fiskast
skal við tráðu og fiskitíðin
hvønn dagin er 5 tímar,
umframt siglitíð.
Afturat sjálvari havfisk
ikappingini verður eisini
skipa fyri ymiskum tiltøkum
á havnalagnum, har bátarnir
koma inn. Hesi tiltøk eru fyri
øll. Skráin sæst á heimasíðuni
www.smyril-line.com, har
eisini ber til at lesa meira
um sjálva kappingina.
Tilmelding fer fram hjá
Greengate Incoming, við
at senda ein teldupost til
kamilla@greengate.fo ella
ringja á telefon 35 05 20.
Luttøkugjaldið er 3.995 kr.
Íroknað er luttakaragjald,
fisk-ing í tríggjar dagar,
bátur og agn.
Umframt luttakarar verða
fleiri enn 10 altjóða hav
fiskabløð umboða á festival
inum.
Meira fæst at vita á www.
smyril-line.com. Tú kanst
eisini ringja til Smyril
Line á 21 59 36, ella senda
teldupost til seaangling@
smyril-line.com
Eru føroyingar heimsins
bestu fiskimenn
Í sambandi við at Zac
harias Heinesen í ár
fyllir 70 ár er nýggj
bók komin út um lista
mannin
Myndlist
Bókin, ið hevur heitið ZH
06, vísir nýggjar síður av
verki Zacharias Heinesens,
og gevur innlit í ta lívs- og
listaáskoðan, sum er støðið
undir hansara arbeiði. Bókin
peikar á nøkur aðalevni í
hansara verki, men eisini
menningina í hansara list.
Kendar og ókendar síður
Í bókini eru greinar eftir
Gunnar Hoydal, Bárð
Jákupsson, Kinnu Poulsen,
Bent Irve og Inger Smærup
Sørensen og myndir, sum
ikki áður hava verið á
prenti.
Bæði bókin umframt
framsýningin í Listahøllini í
løtuni eru gjørdar í samband
við at Zacharias Heinesen í
ár fyllir 70 ár.
Eins og framsýningin
byggir bókin á týdningin,
sum Zacharias Heinesen
hevur havt fyri føroyska list.
Zacharias Heinsen hevur við
síni sermerktu innliving í
landslagið, sínum sermerkta
viðkvæmi í litunum og við
sínum eyðkendu musikalsku
strikum, gjørt myndina, sum
er kend og elskað sum tann
føroyska myndin. Men bókin
vísir eisini meira ókendar
síður av verki Zacharias
Heinesens. Millum annað
picassoíblástu tekningarnar
frá hansara ungdómsárum,
hansara áhuga fyri flatanum,
linjunum og viðurskifti
teirra sínámillum, og hvussu
hann alt lívið hevur verið
hugtikin av kubismuni og
konkretismuni.
ave
Bók um Zacharias Heinesen
Nýggja bókin um Zacharias
Heinesen vísir bæði kendan og
ókendar síður av væl umtókta
listamanninum
Tíðindi