Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 116 - 20. juni 2006 Um mánaðarskiftið fer danska kam­ar­kór­ ið Audite at hava eina røð av konsertum í Føroyum. Skrá­in verður ein sam­an­ seting av kirkjuligum og verðsligum sang­ um Konsertir Kamarkórið Audite varð stovn­að fyri 20 árum síðani. Kórið er sera virkið og held­ ur nógvar konsertir, har høv­ uðs­denturin sum oftast er kirkj­u­ligur tónleikur, bæði a cappela men eisini sum størri verk við fylgispæli og professionellum solistum. Kór­ið verður stjórnað av Adam Faber. Skráin tey fara at fram­ føra í Føroyum, verður ein a capella blanding av kirkj­ u­ligum og verðsligum tón­ leiki. Konsertir hjá Audite í Før­ oy­um: Listasavnið, Tórs­havn Týsdag 27-06-2006. Kl. 20.00 Christianskirkjan, Klaks­vík Hósdag 29-06-2006 Kl. 19.00 Fugl­a­fjørð­ur ­ Fríggj­a­ dag 30-06-2006 Kl. 16.00 Fugl­a­fjarð­ar kirkja Fríggjadag 30-06-2006 Kl. 20.00 Dómkirkjan, Tórshavn. Matinékonsert Leygardag 01-07-2006 Kl. 11.30 ave Bæði kendar og heilt nýggjar verur og søgur eru at finna í forvitnisligu bók­ arúgvuni frá Bók­a­ deildini hesuferð Nýggjar bøkur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Millum nýggjastu út­gáv­ur­ nar frá Bókadeild Fø­r­oya Lærarafelags eru fram­halds­ søgur um bæði Malju, Karl K, og Ulf og Percy, sum tey flestu longu munn u kenn a. Men eisini heilt nýggjar verur og søgur eru at finn a í teimum fimm nýggju og snotiligu bókunum. Snarljós og ælabogar Und­ ur­fulla veðurbókin hjá Malju er veðurbók til tey smáu. Við Malju læra børn um veðurlag. Ein sera vøkur, lit­føgur bók við klaffum og hjólum, sum mala, og nógvum, sum togast kann í. Bókin er prentað á hart papp og er 14 bls. Niels Jákup Thomsen týddi. Skálkafroskurin Lítli froskur er fitt søga um lítla frosk, sum datt av himli og gjørdi nógv fortreð. Um hvussu hann stakk av heimanífrá, men varð afturfunn in og um øll skálkabrøgdini, sum endaðu á savni. Eis­ini søgan um, tá Lítli frosk­ur bakaði telefonina í bak­ar­ ovninum. Ein stuttlig bók, sum ivaleyst nógv børn kenn a seg aftur í. Um bók­ina sigur ummælari í danska Ekstra Blaðnum: “So­leiðis sameinast Lítli frosk­ur, Emil úr Lønn ebergi og Prinsessan á ertrini á vakr­asta og treiskasta hátt í einari eymligari barnabók til børn og væl uppdrigin vaksin”    Bókin, sum er væl egnað til tey 4 til 6 ára gomlu, er 30 bls. Ingibjørg Kamban týddi Vaksin eru løgin Karl K. undir sólini er sjálv­ støð­ugt framhald av bókini Karl K. einligur sonur, sum Bók­a­deildin gav út í fjør. Vaksin eru løgin, tað má Karl K. sann a ferð eftir ferð. Karl K. skal í EuroDisney við Kim og familju hansara, men fyrst skal hann í summ­ar­hús við sínari egnu familju, til dømis við Herlufi, sum vil sova í yvirkoyggini, sjálvt um hann er 30 ár, og abbanum, sum hvørki hevur bil ella koyrikort, men eina meining um alt. Bókin, sum er væl egnað til tey 7-9 ára gomlu, er 52 bls. og er inn bundin. Sjúrður Gullbein týddi. Ulf og Percy eru aftur Vinur mín Percy, Buffalo Bill og eg er ein skemtilig bók um vinmenn inar Ulf og Percy. Bókin er sjálvstøðugt fram­hald av bókunum Gand­a­skógvarnir hjá vini mín­um Percy og Vinur mín sjeikurin í Stureby. Í hesi nýggju bókini fer Ulf at halda summarfrí hjá ommu og abba sínum úti á bygd. Seinn i kemur Percy at vitja - óboðin væl at merkja. Í fyrstani er Ulf ikki glaður, tí hann hevur sæð eina gentu… Bókin, sum er væl egnað til tey 10 til 13 ára gomlu, er umleið 212 bls. Hugin Eide týddi. Hetjur og skálkar  Askur & Embla er um ein bonk, ein drong og eina gentu í einum lítlum býi á einum torgi aftan fyri stand­ myndina av Aski og Emblu. Drongurin byrj­ar at byggja heimar og søg­ ur við sær sjálvum í høv­ uðs­leiklutinum. Og í øllum ævintýrum við tær sjálvum í høvuðsleiklutinum endar alt lukkuliga. Skálkarnir fáa tað, teir hava uppiborið, hetj­an verður fagnað og muss­að… Tekstur er á vinstru síðu og svørt/hvít mynd á høgru síðu. Ein øðrvísi stuttskaldsøga, har tú fært eina kenslu av at lesa eina teknisøgu. Høgni Mohr týddi. Askur & Embla, sum er til tey ungu og skjót og løtt at lesa, er 208 bls.   MYNDIRNAR SKULU SETAST SO TÆR PASSA TIL TEKSTIN Sum nakað rætt­ i­liga forkunnugt verð­ur í ár høvi at hitta norð­ur­lendsk­ ar rithøvundar á G! festivalinum G! Festivalur Tað er G! saman við Sta­ vang­ er kommunu, sum í fyrsta umfari hevur tik­ið stig til at fáa unga, norska høvundan Johan Harstad at koma framvið á festivalinum í ár. Johan Harstad hevur givið fleiri bøkur út, men gjørdist av álvara kendur, tá hann í fjør gav út skaldsøguna “Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet”, sum fyri tað mesta fer fram í Føroyum. Bókmentaliga inn­slag­ ið á G! verður framt í samstarvi við ment­ an­artíðarritið Outsider Mag­azin. Í nýggjastu út­gáv­uni av tíðarritinum eru samrøður við bæði Harstad og fleiri aðr­ar norðurlendskar rit­høv­ und­ ar. Í løtuni verður arbeitt við at fáa fleiri av hesum høvundunum at verða við á G! fest­i­ val­i­num. ave Beint eftir Ólav­ søku verður MáF vertur fyri størstu sjónleikarastevnuni í Føroyum nakrantíð Sjónleikur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Í døgunum 2. –6. august verð­ur Meginfel­ag á­­hug­­a­­­leikara Føroya, MáF, vertur fyri størstu ­á­hug­­­a­leikarastevnuni í Føroyum nakrantíð. Tal­­an er um sokallaðu NEATA –stevnuna, ið verður hildin ann að hvørt ár og higartil hevur verið í Litava, Svøríki og Estlandi. Leikir og panel Við á stevnuni verða 150 áhugaleikarar úr yms­ um Norðureurop­e­isk­um londum. Umframt sjón­ leikaraframførslur verða eisini workshops, har bólk­­arnir fara at greiða frá arbeiðinum við at seta leikin upp. Eis­ini verð­­ur eitt sokall­að “Op­en forum”, har m. o. estlendska Danute Vaig­a­ u­skaité, formaður í North Eu­ropean Amatheur The­ atre Association, Eyðun Johann essen, sjónleikari og leikstjóri, og Vár Berg­ hamar Jacobsen, drama­ turgur, verða í paneli. Framførslurnar á stevn­ uni verða hesar: Í Norður­landa­hús­i­num: ”Menn iskj­an og tey forn­ isku”, Drama­verk­staðið úr Føroyum ”Som ørnen kunn e se”, Pakk­utat úr Grønlandi ”The­atrical Fant­a­s­i­es”, Paradox úr Hvít­a­rus­ landi ”Er­e­lnycia”, Rokiskis Folk Theatre úr Litava ”Karols”, Saldus Am­a­te­ ur Theatre úr Lettlandi Á Tjóðpalli Føroya: ”Soul”, Voru The­at­reat­e­ li­er úr Estlandi ”Ja, må jag leva”, Mus­ik­ t­e­at­er­föreningen Oliver úr Svøríki ”Memento Mori”, Leik­ félagið Hug­leikur úr Ís­ landi ”Whit’s Ahint”, Ser­pen­ tine Drama úr Hetlandi Í Sjónleikarhúsinum: ”Mot slaktevekt”, Hin­ sides Hekneby úr Nor­ egi ”Koldt”, DRAKOMIR úr Danmark ”Hørpuríma”, Hav­­nar Sjón­­leik­arafelag úr Før­ oyum Umframt fram­førsl­ur­ nar verður onkur Hap­ p­ening eisini í Havn­ar gøtum hesar dagarnar Stórfingin sj­ón­ leik­ar­a­stevna Fimm nýggjar bøkur frá Bókadeildini Konsertir við Audite Um mánaðarskiftið verður danska kamarkórið Audite á konsertferð í Føroyum Estlendski bólkurin Voru Teatreatelier spælir leikin "Soul" Rithøvundar á G! Tíðindi