týsdagur 20. juni 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Nr. 116 - 20. juni 2006
Stutt sagt
Belgiskar smágentur horvnar
útland
SAMBAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800 fax 341801
Løgreglan er sannførd um,
at tað var Abdallah Aid
Oud, sum burturflutti ta
sjey ára gomlu Stacy Lem
mens og ta tíggju ára gomlu
Nathalie Mahy í næstsíðstu
viku. Tað heldur dómsvald
ið eisini, og tí hevur rættur
in í býnum Liége gjørt av,
at maðurin skal sita í varð
haldinum fjúrtan dagar
afturat.
Myndugleikarnir
hava
sett fleiri løgreglumenn at
leita eftir teimum báðum
horvnu gentunum, og um
vikuskiftið vóru pápi Stacy
og mamma Nathalie til
avhoyringar í fleiri tímar
hvør sær. Tær báðar gentur
nar hvurvu tann 10. juni,
eftir at tær høvdu spælt
uttan fyri eitt vertshús í
Liége.
Abdallah Aid Oud slapp
leysur úr einum belgiskum
fongsli í desember í fjør,
har hann hevði sitið, tí hann
hevði neyðtikið eina unga
gentu. Løgreglan hevur
fingið at vita, at hann var
nærhendis vertshúsinum í
Liége tann dagin, tær báðar
genturnar hvurvu, og tí
bleiv hann tikin. Men Ab
dallah sýtir fyri at hava
burturflutt tær báðar.
Í gjár leitaðu løgreglu
menn í einum gomlum
námi nærhendis Liége, men
til fánýtis, og kavarar, sum
leitaðu í ánni Meuse, ið
rennur
ígjøgnum
býin,
funnu heldur einki.
– Vit hava eingi spor at
ganga
eftir,
viðgongur
talsmaðurin hjá løgregluni,
Alain Remue, fyri AP.
Stacy Lemmens og Nathalie Mahy hvurvu tann 10. juni, og síðani hevur eingin borið eyga við tær.
Løgreglan heldur
seg hava funnið
burturflytaran, men
genturnar eru ikki at
finna.
Burturflyting
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Iran kann gera kjarn
orkubumbu um fýra ár
Hans Blix sigur, at sleppur
Iran at ríka nóg mikið av
urani tey næstu árini, verður
landið ført fyri at gera sína
fyrstu
kjarnorkubumbu
innan 2010. Hann heldur
kortini ikki, at teir iransku
leiðararnir veruliga ætla at
gera eina kjarnorkubumbu,
men leggur afturat:
– Tað kann broytast.
Teir fimm føstu limirnir
í ST-trygdarráðnum hava
saman við Týsklandi latið
iranska stýrinum eitt upp
skot um, hvussu stríðið um
landsins
kjarnorkuætlan
kann loysast, men enn
hevur Teheran ikki svarað.
Sambært uppskotinum hjá
teimum seks londunum
skal Iran sleppa ætlanini
at ríka uran, men higartil
hevur iranska stýrið hildið
uppá, at landið hevur rætt
til at ríka uran.
Hans Blix sigur við AP-
tíðindastovuna, at sjálvt
um tey flestu londini geva
iranum rætt í, at teir hava rætt
til at byggja kjarnorkuverk
til orkuframleiðslu, so fer
Vesturheimurin framvegis
at seta seg upp ímóti teimum
iransku ætlanunum.
– Vesturheimurin hevur
einki ímóti, at Iran kemur
inn í kjarnorkuøldina. Men
Vesturheimurin vil ikki
hava iranar at ríka uran, tí
tað fer at økja spenningin í
Miðeystri. Tí vil Vestur
heimurin heldur hava Iran
at keypa uran uttanlands,
sigur tann royndi svenski
diplomaturin.
Hans Blix heldur ikki, at Iran
ætlar at gera kjarnorkuvápn,
men tað kann broytast, sigur
hann.
Tað heldur Hans
Blix, sum var leiðari
hjá vápnaeftirlit
smonnunum í Irak.
Iran
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Vil hava tjóðarhirðina til
New Orleans
Fólk í amerikanska býnum
New Orleans eru skelkað,
eftir at fimm unglingar
vórðu skotnir mitt í býnum
seinasta vikuskiftið, og
tey krevja, at býarmynd
ugleikarnir taka stig til at
gera tað trygt at ganga í
gøtunum.
Ray Nagin, borgarstjóri,
hevur svarað, at hann fer
at gera alt fyri at gera býin
tryggan, og hann hevur tí
biðið landsmyndugleikar
nar senda menn úr tjóð
arhirðini til New Orleans.
Tað kann hava við sær, at
býurin fær umleið 300
hermen og 60 løgreglu
menn adturat sínari egnu
løgreglu, skrivar AP.
Skottilburðurin seinasta
leygardag var ein tann
ringasti í søguni hjá New
Orleans. Annars eru morð
ikki óvanlig har, og higar
til í ár hava 52 fólk latið
lív í harðskapi av ymsum
slagi.
Krevja hermann fyri rættin
Italska ákæruvaldið krev
ur, at amerikanski her
mnaðurin, sum skjeyt
italska
fregnartænastu
mannin Nícola Calipari í
Bagdad í fjør, skal fyri
rættin.
Tann 51 ára gamli Cali
pati bleiv skotin, tá hann
skuldi fjala italsku tíð
indakvinnuna
Giuliana
Sgrena, sum júst var slopp
in leys frá burturflytarum
í irakska høvuðsstaðnum.
Tá bilur teirra koyrdi fram
við einari amerikanskari
eftirlitsstøð, skjeyt ein av
amerikonsku hermonnun
um eftir honum og rakti
Calipati so meint, at hann
doyði.
Amerikonsku myndug
leikarnir halda uppá, at
bilurin koyrdi skjótt, og at
italiumenninir høvdu ikki
varskógvað amerikanarar
nar um, at talan var um
ein
fregnartænastubil.
Men italiumenn siga, at
bilurin koyrdi spakuliga,
og at amerikanska her
valdið hevði fingið at vita,
at ein fríaður gísli var í
bilinum.
Nú krevur Italia, at tann
amerikanski hermaðurin
skal fyri rættin, og í Rom
verður roknað við, at
málið verður tikið upp,
sjálvt um hermaðurin ikki
kemur hagar. Hann verður
ætlandi ákærdur fyri mann
dráp og kann vænta sær
fráverudóm, verður hann
funnin sekur, sigur BBC.
Hugsa um egin áhugamál
Ein frágreiðing um menn
ingarhjálp til tey fátæku
londini avdúkar, at tað
gerst meiri og meiri van
ligt,
at
gevaralondini
hugsa meiri um sína egnu
trygd enn um viðurskiftini
hjá teimum fátæku og illa
støddu.
Í Reality of Aid 2006,
sum frágreiðingin eitur,
stendur millum annað, at
USA brúkar menningar
hjálp sum lið í bardaga
sínum ímóti yvirgangi, og
at ein partur av hjálpini
úr Avstralia til Indonesia
og Filipsoyggjarnar skal
brúkast til ymisk tiltøk,
sum kunnu forða yvir
gangi.
– Skal stuðul til her
naðarlig mál metast sum
menningarhjálp, kann tað
skjótt enda við, at tað
verður tann minni parturin,
sum fer til at hjálpa teim
um fátæku. Tað má ikki
henda, at menningarhjálp
verður brúkt til hernaðar
lig endamál, sigur Tony
Tujan, sum er leiðari í
Reality of Aid, við AP.
Fann eina bjørn í køkinum
Ein kvinna í Kanada gjørd
ist ikki sørt kløkk, tá hon
nú um dagarnar kom til
hús, tí inni í køkinum stóð
ein bjørn og át. Kvinnan
leyp á dyr og kvikaði sær at
ringja til løgregluna. Nakrir
løgreglumenn vóru skjótir
á staðið, men bjørnin tóktist
ikki geva sær stórvegis far
um teir.
– Bjørnin var komin inn
ígjøgnum eina skjótihurð,
men hon stóð so friðarlig
og át, at vit lótu hana eta
seg metta. Síðani lótu vit
hana fara útaftur og inn í
skógin stutt frá húsunum
hjá kvinnuni, sigur Paul
Skelton hjá løgregluni í
býnum Vancouver.
Løgreglan í Vancouver
sigur, at tað er vorðið
rættiliga vanligt, at bjarnir
taka seg fram at bygdum og
býum. Tann eina dagin í
síðstu viku fekk løgreglan
ikki
færri
enn
seks
fráboðanir frá fólki, sum
høvdu sæð bjarnir stutt frá
húsunum.
Vesturheimurin hevur einki ímóti, at Iran kemur inn í kjarnorku
øldina. Men Vesturheimurin vil ikki hava iranar at ríka uran
Hans Blix, vápnaeftirlitsmaður
tíðindi