Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 116 - 20. juni 2006 Síðani kjakið um tilfeingisgjald ella ikki kom aftur á dagsskrá, hava sjónarmið frá fleiri pørtum verið førd fram í fjølmiðlunum. Eitt tað vanligasta argumentið hjá teimum, sum ynskja tilfeingisgjaldið, har piparið grør, er, at landið fær sítt, tá seljandi partafelagið skal rinda skatt av sínum vinningi. Tað kann væl vera nakað um tað. Men at siga at landið fær hendan pening, er nú ikki heilt rætt. Tí goldni skatturin svarar upp á oyra til tann skattliga fyrimun, sum keyparin fær umvegis avskrivingar. Tað vil við øðrum orðum siga, at treytað av, at keypari megnar at forrenta sína íløgu, er ikki ein tann einasta skattakróna komin í landskassan av einum slíkum handli. Hartil kemur tann skeivleikin, sum holið í kapitalvinningsskattalógini hevur borið við sær. Undir teimum umstøðum, sum vóru tilætlaðar í lóggávuni, vildi ein slíkur vinningur í fyrsta lagi verið skattaður við 18%, sum seljandi felagið skuldi rindað í partafelagsskatti. Hartil vildu komið 35% í kapitalvinningi, um peningurin síðani varð útlutaður til partaeigarar. Við verandi skattaholi sleppur seljari tó í nógvum førum undan at hugsa um hesi 35%. Tað vil siga, at einasti skatturin, sum landið fær í sambandi við slíkar sølur, eru tey 18%, sum verða tikin frá einum reiðara og lætin einum øðrum. Sosialurin Skattafrítt tilfeingi Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Heimi í Havn hava tey við góðum úrsliti heitt á pávan í sambandi við skúlabygging! Úti á Argjum áttu vit kanska at roynt tað sama!? Eyðun á Borg í viðmerking SAMBAND eirikur lindenskov@ eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 viðmerkingar Kunnu føroyingar loyva sær at tiga spurningin um út­lát burtur og vænta, at trupuleikin loysir seg av sær sjálvum? Hoyrdi landsstýrismann­ in í Innlendismálum, har hann í Útvarpinum tosar um manglandi hagtøl og at onki enn røkist fyri, at Føroyar taka undir við Kyoto sáttmálanum. Vit hava tikið undir við klima­ avtaluni, ið áleggur okkum at minka um útlátið, tí eiga vit at gera eina ætlan fyri, hvørji tiltøk vit vilja seta í verk. Landstýrismaður Sjálv­ stýr­isfloksins Eyðun Elt­ tør setti eina kanning í verk, og er hon útgivin av Heilsufrøðisligu Starv­ stovuni og Oljumálaráð­ num. Lena Lástein stóð fyri kanningini. Hendan kanningin vísti millum annað, at Føroyar eru nr. 3 av heimsins mest dálkandi londum innan veðurlagsgassir. Ringast stóð til í USA síðan kom Australia. Okkara útlát av CO2 var 12 tons pr. íbúgva og eru vit sostatt eisini tað mest dálkandi av norðanlondunum. Sjálvsagt er ein frágreiðing, at stórur triðingur av orkuni verður brúktur av okkara skipaflota, men hetta friðhalgar okkum ikki fyri at støðga á og seta spurningin: ”Hvat kunnu vit gera”. Tað er undrunarvert, at lands­stýrismaðurin í um­ hvørvismálum tosar um tørv á hagtølum, tá hesi eru gjørd fyri 4 árum síðani og eru líka viðkomandi ídag. Vit kunnu seta tiltøk í verk at minka um útlát. Slóða fyri og áseta at 5o % av upphiting í almennum bygningum skal koma frá varandi orkukeldum t.d. sól­orkuskipan. Herd krøv til bjálving og tættleika í sethúsum og almennum bygningum. Avtøka av meirvirðis­ gjaldi á tøkni, ið minkar um oljunýtsluna td. hitapumpur og sólorkuskipan. Menna vind, vatn, vetni og aldu. Føgur orð skulu til, men vit mugu taka nøkur verðulig stig, sum prógva góða viljan. Grúiligt rok, nú nøkur hava avdúkað, at vit einaferð aftur eru dottin í felluna. Hina somu gomlu felluna, sum vit verða fangað í við jøvnum millumbilum, og sum er gjørd av fávitsku og trongskygni. Tímir tú, verður sera spennandi at eygfara, hvør fer at sita kúrrur sum haran, til teir ringastu brotasjógvarnir hava lagt seg aftur. Áttu vit ikki øll, og ser­ liga politikkarar at ána vand­ar­nar og gjørt mót­til­ tøk, tá ein táverandi banka­ stjóri málaði síðu upp og síðu niður í bløðunum, “um at banken sandelig ikki financierer noget som helst, hvis vi ikke får pant i fiskiloyvine”. Við hesum avdúkaði hann, at bankin fór at leggja hald á fólksins ogn einaferð afturat. Og av beiskum royndum áttu vit at minst til, at endamál bankans er at vinna pen­ ing til partaeigarnar – okk­ um – ið av hepnari tilvild eru umboðað av júst hes­ um somu strongdu politik­ arum. Karrussellin koyrir betur og betur, vit gerast í ørviti, meðan hin dugnaligi vinnulívsmaðurin við al­menn­um stuðli vinnur sær pening til at keypa banka­parta­brøv fyri. Umsitingin og strategar­ nir hjá politikkarunum hvat gjørdu teir meðni? Jú teir vóru farnir til hitt privata vinnulívið, tí politikkarnir hava nýtt allan peningin til sína egnu løn, so einki er eftir til at gjalda klókum fólki fyri at halda skil á landsins viðurskiftum. Tað er eyðsýnt, at ikki er lætt vera politikkari. Hann skal syngja sum ein eingil, helst duga at sparka ein bólt, at mála ein sølubæran málning og at luttaka í alla handa undirhaldstiltøkum. Eg fari at tiva tá eg hugsi um alt teir mugu, og skilji væl at bara hetta er nóg mikið til ein fullan arbeiðsdag, minst til, teimum tørvar eisini hvíld líka sum tú og eg. Tað er kanska ikki so løgið at 68 procent av politikkarunum ikki hava havt stundir at seta seg inn í hvat homoseksualitetur er. Dag og dagliga síggja vit, at tað eru so mong onnur ting, teir heldur einki vita um. Visión 2015 er eitt, Pisa­ kanning eitt annað, sum hevur verið á breddanum hesa seinastu tíðina. Hitt fyrra í vøkrum pakka, hitt seinna ikki so vakurt á at líta, men reaktiónin er líka fyri bæði tvey, Sambært løgmanni gongur Visión 2015 í høvuðsheitum út uppá, at tillaga samfelagið til støði hjá politikkarunum, og sambært serkunnleikanum nýtist Pisakanningin heldur ikki at takast í álvara, tí tey, sum ikki dumpaðu, hava allar møguleikar til at gera seg galdandi utt­an­ lands. Vit eru so fitt og vællýdd allastaðni, sosialt vælmentað tjóð, tá ser­kunn­ leikin ger sínar metingar. Hví stúra, tá karrussellin koyrir so væl, sum hon ger her hjá okkum. Okkum tørvar bústað og røkt til gomul, veik og avlamin og øll hini, sum ikki fingu høvi til at lóggeva pening til sín sjálvs. Men lukkutíð hesin tørvur sæst næstan ikki í øllum hóvastákinum. Rask­ ir menn kýta seg í staðin við sjálvbodnari tempul­ bygging, og hvør kann mót­ mæla tí. Tá ein ávís mongd av byggitilfari bráðliga stend­ ur sum eitt liðugt tempul, kann ein avgjalds- og skatta­plágaður borgari bara gapa og gána, meðan hann skoðar undurgerningin, men vónandi fer hann at ásanna at tilveran í veru­leik­ anum snýr seg um “nur behändigkeit, keine Hexe­ rei”. Bara snildir, ongin gandur. Umhvørvið nú og í einari framtíðarvisjón Snildir ikki gandur Súsanna Dam løgtingsmaður Sjálvstýrisflokkurin Kári P. Højgaard