Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 20. juni 2006 11 Eri limur í Kommunu­ lækna­felag Føroya. Fari í trimum greinastubbum at umrøða ymisk viðurskifti í arbeiði okkara. Endamálið er ikki at drýta í egið reiður, men at gera vart við, at kommunulæknarnir, um teir vóru betri mannaðir, betri útbúnir og betri skipaðir, kundu røkt starv teirra við størri nøgdsemi, betri viðgjørdum og nøgdari sjúklingum. Her er annar skvettur. Visiónir Løgmaður hevur eina visión um einar betri Føroyar ár 2015. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur fyri sín part sett fokus á heilsu okkara. Hjálptur av einum arbeiðsbólki er hann farin í hernað ímóti sonevndu vælferðarsjúkunum. Hann vil hava okkum at eta minni, røra okkum meiri, kvetta við tubbakkið o.s.fr. Hugsanin er røtt: at forða fyri sjúkum elvdar av skeivum livihátti heldur enn at at brúka orku og pening uppá viðgerð, tá sjúka er komin. Amboðið Týdningarmesta amboð heilsumálaráðharrans at fyri­ byrgja sjúku eru føroysku kommunulæknarnir. Vit fáast hvønn dag við slíkt arbeiði. Dømi eru fyri­byrgj­ andi kanningar av børnum, barnakonum, kanning fyri krabba í lívmóðirhálsi. Eisini kanning og viðgerð fyri blóðtrýst, økt fitievni í blóðinum og fyri sukursjúku eru dømi um atgerðir ætl­ aðar at fyribyrgja sjúku hjá annars ofta frískum fólk­ um. Eftirbátar Loyvi mær at meta, at hóast ávíst fyribyrgjandi arbeiði verður gjørt, liggur nógv eftir. At vit eisini á hesum øki eru aftanfyri aðrar. Umvæla heldur enn at røkja, fyribyrgja. At tað fokus, sum eitt nú danir hava sett á málið, ikki er at finna hjá okkum. Annað dømi er, at rødd okkara ov sjáldan hoyrist í almenna orðaskiftinum um fyribyrging av sjúkum ella um heilsuspurningar yvirhøvur. Óvargaliga kann vera sagt, at vit avmarka okkum til eina kunning á heysti um, at nú man vera tíð at koppseta fyri influenzu. Støðan er ikki nøktandi. Orsakirnar eru fleiri. Tvinn­ ar eru eyðsýndar: vit eru ov illa mannaðir. Hava bert orku til mest átrok­andi arbeiðið – um­væl­ ingarnar, um ein vil. Vit brúka orkuna skeivt. Eru ov illa skipaðir. Dømi um hetta seinra er óneyðugt vaktarbeiði. Vaktarskipanin Núverandi vaktarskipan er dømi um, at vit nýta orku okkara skeivt. Í løtuni eru 5 kommunulæknar á vakt fyri oyggjarnar Vágoy, Streymoy, Eysturoy og Norðuroyggjar. Hesir lækn­ar skulu aftaná fullan arbeiðsdag hava vakt um kvøldið og um náttina, summir annan ella triðja hvønn dag. Tað er eyðsæð, at hetta ávirkar arbeiðið um dagin bæði viðvíkjandi orku og góðsku. Nevnda tal fyri vaktina átti at verið tveir um kvøldið og ein um náttina. Eftir umbøn frá Heilsu­ mála­ráð­num lat nevnd við luttøku av komm­unu­ læknum og umboðum frá Heilsumálaráðnum seinast í 2003 úr hondum uppskot um nýggja vaktarskipan fyri miðøkið, tvs. Vágar, Streymoy og Eysturoy. Fíggj­arligi parturin av hes­ um uppskoti var við sam­ ráðing ímillum serliga Kommunulæknafelagið og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya fingin uppá pláss. Ávíst orðaskifti var mill­um kommunulæknar­ nar um skipanina, men á eykaa ðalfundi um várið 2005 var við greiðum meiri­luta samtykt at seta hana í verk, byrjandi aft­ aná summarfrítíðina. Enda­­málið við skipanini er partvíst at minka um yvirarbeiðið, so at meiri orka fæst til skipað dag­ arbeiði. At rationalisera vakt­ararbeiðið, so minst møgulig manning er á vakt. Partvíst at fáa eitt javnari býti av vaktararbeiðinum við eins nógvum vaktum til hvønn lækna. Uppskotið fevndi eisini um onnur viðurskifti so sum vaktar­ høli og hjálparfólk. Stígur í Sum kunnugt er skipanin ikki fingin at virka. Um­støð­urnar eru broyttar. Nevnda uppskot nevndi Norð­oyggjar sum eitt sjálv­ sagt øki at hava við, tá undirsjóvartunnilin kom. Nú hesin er veruleiki, er neyðugt at viðgera málið av nýggjum. Mest av øllum hava kommunulæknarnir í Klaksvík tørv á eini hjálp­ andi hond at minka um arbeiðsbyrðuna . Ar­beiðs­ umstøðurnar hjá komm­ unulæknunum í Klaksvík eru góðar á tann hátt, at teir hava fingið nýggj og vælútgjørd viðtaluhølir. Við ov lítlari og skiftandi manning er hinvegin arbeiðs­ byrða teirra hin størsta í landinum. Hesin veruleiki og nógvu vaktirnar koma sum frálíður at hava við sær, at Klaksvíkin og onnur støð við verða avtoftaði fyri kommunulæknar, fáast ikki neyðugar ábøtur. Onki fokus Fokus hevur í seinastuni verið á Klaksvíkar sjúkrahús og tess leiklut fyri norðingar og føroyingar allar, nú um­støðurnar við tunnlinum og betraða sambandinum við meginøkið broyttust. Tað er viðkomandi at kjakast um eitt nú øktu møguleikarnar fyri samstarvi ímillum Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið, um ambu­lansutænastuna og ann­að mangt. Hin vegin kann verða spurt, hvat fyri fokus er á primeru heilsutænastuni í Norðoyggjum, nú tunnilin kom. Tað er eitt lítið undur, sum hendir teimum sjúk­ lingum, sum við pínu fara haltandi inn á sjúkrahúsið í Klaksvík og koma út aftur við normalum gongulagi og pínuleysir. Men við hugsan um tað, ið frammanfyri er sagt um fyribyrging, hvør hugsar um teir norð­ingar, sum ganga við hækk­aðum blóðtrýsti, hækk­aðum kolesterol­tali og sukur­ sjúku, og sum eingin veit um, tí orka er ikki hjá komm­unulæknunum at finna og viðgera teir? Avleiðingar Nevni hetta , av tí at serliga polittikarar í Klaksvík og í Vágum alment hava ivast í, um ein nýggj vaktarskipan fer at gagna sjúklingunum í teirra øki. Fyri norðingar er støðan púra greið. Um ikki arbeiðsbyrðan minkar, er vandi fyri, at eingin fastur kommunulækni fram­ yvir verður í Klaksvík. Sama støða kann væntast í Vágum, tí nýggja ættarliðið av læknum ynskir ikki at virka undir eini skipan við tveyskiftis vakt. Um nakar ivast í hesum, so spyr ungu læknarnar. Vit sýndu ábyrgd Í hesum máli hava komm­ unu­læknarnir víst ábyrgd, hava roynt at betra um arbeiðsumstøður teirra, sjúklingunum at gagni. Meti, at politiski mynd­ug­ leikin ikki hevur víst sama vilja ella neyðugt hegni í hesum máli. Hugburðsbroyting Treytirnar fyri eini væl­ virk­andi vaktarskipan eru fleiri. Ein er broyting av hugburðinum hjá sjúk­ling­ um, hjá lækn­um og hjá politiska myndugleikanum. Sjúklingurin eigur at gera sær greitt, at bert bráfeingis læknahjálp fæst í vaktini. At sjúklingurin undir vanligum umstøðum skal fara til læknan, ikki øvugt. At neyðugt kann vera at ferðast í bili ávísan tein til vaktarviðtaluhølið. Afturfyri fær hann trygd fyri, at kommunulæknin virk­ar undir optimalum um­ støðum, eins og sjúkling­ urin í bráfeingis støðu í nógv­um førum er nærri teimum læknum, sum skulu taka yvir, gerst innleggjan neyðug. Kommunulæknarnir eiga at gera nýggja vaktarskipan. Tað eru teir og ongin annar, sum megna at leggja slíka skipan til rættis og taka ábyrgdina av, at hon virkar. Mín meting er, at eitt gott samstarv ímillum læknarnar í eini skipan við einum kommunulækna í vakt fyri økið Vágoy og Streymoy og einum fyri økið Eysturoy og Norðuroyggjar fram til miðnátt er nøktandi. Um náttina er nóg mikið við einum lækna fyri økið alt, um neyðug hjálp fæst frá ambulansutænastuni og frá sjúkrahúsunum báðum. Politikararnir, tað ver­ið seg í landsstýri ella løg­ tingi, eiga at hava álit á, at kommunulæknarnir í hesi roynd at betra um arbeiðsumstøður teirra virka við ábyrgd. Lands­ stýrismaðurin í heilsumálum eigur at skipa so fyri, at neyðuga samarbeiðið við aðrar fakbólkar fæst at virka væl, og at fíggjarliga grundarlagið fyri skipanini er ílagi. Í aðrar mátar eiga kommunulæknarnir sjálvir at avgera, hvussu teir á besta hátt skipa arbeiði teirra. Hetta er forrestin eis­ ini galdandi fyri visita­tión av sjúklingum til sjúkra­ húsini. Hvør er betur enn kommunulæknin førur fyri at avgera, hvaðar sjúk­ lingurin í akuttari støðu skal fara? Visiónir eru góðar at hava, bæði hjá læknum og politikarum.Tað hevur tó eisini týdning at síggja tað, ið liggur beint fyri framman. Sovorðið sum vaktarskipanarmálið. Hví ikki loysa tað? Come on! Á Sandi 20. juni 2006 Argja skúli og pávin Heimi í Havn hava tey við góðum úrsliti heitt á pávan í sambandi við skúlabygging! Úti á Argjum áttu vit kanska at roynt tað sama!? Pávin hevði ávíst samband við Argir fyri nøkrum øldum síðani (spitalskusjúkrahúsið), so kanska --- !? Á Billutrøð á Argjum longsta aftan 2006 Við skúlakvøðu viðmerkingar Føroysku kommunulæknarnir eftirbátar (2) Kommunulækni D. Petur Højgaard Eyðun á Borg Tað tykir okkum innav­ løgdu sera hugstoytt, at Kringvarp Føroya broytir alla sína vanligu sendiskrá so út av lagi til frama fyri eina ítrótt, ið ein nokk so stórur partur av hyggjarum og lurtarum okkara lítlan og ongan áhuga hevur fyri. Vit fólkapensionistar, ið lítið og einki fáa til lívsins uppihald uttan tað, ið Almannastovan eftir síni bestu sannføring lutar okkum út, tá hon hevur fingið tað at vita frá okkum, ið hon skal rokna seg fram til, kenna okkum sera illa viðfarnar. Tey alrafelstu av tí unga ættarliðinum hava alt til at taka, ið tøknifrøðin hevur at bjóða í dag: Internet, Breiðband, Eurosport og Guð viti hvat. Vit væl við aldur, hálvgomlu og gomlu – mundi eg nærum sagt burturavløgdu – kenna lítið og einki til hesa framkomnu tøknifrøði. Kortiliga skulu vit gjalda nógv fyri at hava hetta tvungna undirhald liggj­ andi á okkum. Dagur og vika eru í hesi vit­leysu fót­bólts­sparkara­ kappingum flutt ein tíma aftur – frá kl. 20.00 til kl. 19.00. Skyldmaðurin stendur algoystur og bros­ andi á skíggjanum til reiðar at halda »grindini til«! Væl vóru vit tey mongu ár, vit starvaðust saman uppi í Sortudíki og verða tað helst framvegis. Kortiliga »nívir tað hart á leggin«, nú fleiri okkara annaðhvørt verða noydd at skrúva fyri ella leita sær annað til dagdvølju. Gott í tykkum í kring­ varps­leiðsluni! Latið okk­ um, ístaðinfyri ivasomu og møðsomu metingar tykk­ara um »hvat-hví- or­søkina« til úrslitini av teim ymsu dystunum, fáa okkurt annað undirhalda ta løtuna uppiløga er. Alt gott um ítrótt. Men latið tað ikki kennast okkum sum at sita í moðæti. And­ svar vænti eg mær einki sum vanligt, tá fýlst verð­ ur á. Á Heiðaskákinum 9, 7. juni 06- Ívar Iversen Gevið okkum annað enn fótbólt