Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 116 - 20. juni 2006 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Dagurin í morgin 21. juni. Longsti dagur. Sólstøður, tá ið sólin stendur hægst á luftini um miðdagin. Kann vera 21. ella 22. juni. Dagurin eitur eisini Albanus. Hann var úr Onglandi, og gjørdist biskupur í Mainz, har hann varð hálshøgdur, tá ið vandalar um ár 400 søktu at býnum. Hósdagin 14. juni skipaði Faroe Dive fyri einum nýggj­ um og spennandi tiltaki fyri føroyingum og vitjandi gestum okkara. Talan var um snorkling út fyri Syðrugøtu. Tey, ið hava vitja Miðjarahavið og Reyðahavið o.a., kenna óiva til snorkling, har fólk svimja í vatnskorpuni við fitjum, masku og snorkli. Afturat hesari útgerðini hevði Faroe Dive, útvegað luttakarunum turrdraktir soleiðis at tey kundu verða heitt og turr á túrinum í Syðrugøtu. Endamálið við snorkling er, at eygleiða og uppliva fram­úrskarðandi vakra heim­in, ið er í sjónum. Fram við oyggjum okkara er, eins og aðrastaðir, ótrú­liga nógv vakurt at síggja bæði av djórum og landsløgum. Á hesum túrinum útfyri Syðrugøtu sóðu luttakararinir m.a. stóran og vakran taraskóg, ternumurtar og reyðfisk. Tey ið skipaðu fyri tiltakinum, vóru á einum máli um at hetta verður eitt afturvendandi tiltak í summar. Faroe Dive, Klaksvík: Snorkling út fyri Syðrugøtu Tíðindaskriv Um nóg nógv tekna seg, verð­ur skipað fyri einu túri til Grønlands í seinnu helvt av august fyri teir sum róðu út við bátum á Hvarvinum frá síðst í 50- unum til seinna partin av 60-unum. Tað eru teir báðir Magnus Fuglø og Jógvan Weihe í Havn, sum báðir vóru við í hesi vinnu, sum skipa fyri túrinum. Eftir ætlan verður farið við flogfari úr Keypmannahavn mánadagin 21. august. Flog­ið verður beinleiðis til Narssarsuak, og síðan við tyrlu til Nanortalik. Ætl­anin er so at sigla til ymisk pláss sum t.d., í Frederiksdal, Aappilattoq og á veðurstøðina í Prins Christian Sund. Vitjað verð­ ur eisini í teimum havn­um, har skipini lógu. Endamálið við túrinum er at vitja aftur á teimum støðum, har útróðurin gekk fyri seg. Hetta verður so av­gjørt ein áhugaverdur túr­ur og ein stór uppliving hjá teimum sum vóru við í hesum arbeiði, siga Magnus Fuglø og Jógvan Weihe, sum í mong ár hava havt eitt ynski um at koma einaferð aftur yvir til Grønlands. Fleiri hundrað mans vóru við í hesum arbeiði. Skip, sum vóru við í hesi vinnu í Grønlandi, vóru t.d. skonnartirnar Tinganes, Kongshavn, Hvítabjørn, Atlantsfarið, Mars og Marité. Ferðalagið verður aft­ ur í Keypmannahavn mána­dagin 28. august. Far­ið verður úr Føroyum nakað áðrenn fráferðina úr Keypmannahavn. Áhugaði kunnu venda sær til Magnus Fuglø á tel. 214637 ella hjá Jógvan Weihe á tel. 553897. Aftur á slóðina: Túrur fyri útróðrarmenn til Grønlands Hósdagin 15. juni læt nýggjur bóka- og pappírshandil upp í SMS, talan er um handilin Rit & Rák, sum teir báðir Kári Justinussen og Kári Árting eiga í felag Handil Í sambandi við stóru um- og útbyggingina í SMS hev­ur nýggi bóka- og papp­ írshandilin »Rit & Rák« sæð dagsins ljós. Handilin er ein samanrenning av Grifflinum hjá Kára Justinussen og Bókasøluni hjá Kára Árting í SMS. »Rit & Rák« er ein stórur handil upp á 320 fermetrar og er harvið helvtina størri enn Grifflinum og Bókasølan vóru tilsamans. Handilin er bygdur upp eftir sama konsepti sum donsku handlarnir í Bog & Ide-ketuni. Eisini er ætlanin at geva út 5-6 katalog um árið sum verða send í hvørt hús. Eigararnir av »Rit & Rák« siga, at nýggi handilin gevur teimum størri og betri møguleikar, vøruúrvalið er størri, arbeiðsgongdin verður meira effektiv, og nú fæst alt á einum stað. Kári og Kári við »Rit & Rák« Kári Árting og Kári Justinussen í nýggja handlinum »Rit & Rák« í SMS Mynd: Jens Kristian Vang www.sosialurin.fo