týsdagur 20. juni 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 20. juni 2006
13
Petur Pauli Danielsen,
Tórshavn,
vanliga
nevndur
Petur
á
Hvítanesi andaðist á
Landssjúkrahúsinum
19. juni, 92 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Benny Forná, Tórs
havn, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum sunnu
dagin 18. juni, 50 ára
gamal.
Bønarhald
verður í landssjúkra
húskapellinum miku
dagin 21. juni, kl. 18.
Jarðarferðin verður úr
Havnar Kirkju hósdagin
kl. 14. Sungið verður
úr sálmabókini. Tey,
ið ynskja at minnast
Benny, kunna lata eina
gávu til børnini; konta í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri pápi, beiggi og abbi okkara
Benny Forná
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 18. juni
50 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
mikudagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
hósdagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Guðrun, Beinta, Rúni, Ranvá og Birita
Tey, ið ynskja at minnast Benny kunnu lata eina gávu til børnini
á konto í peningastovnunum.
Tøkk
Hjartans tøkk vil eg veita øllum, sum mintust
meg, nú eg fylti 70. Tað var hugaligt, at so
mong kundu vera við henda dagin. Takk fyri
gávur, blómur, telegramm, uppringingar og
vøkur orð í sangi, talu og á skrift.
Eina serstaka tøkk til tey, sum fyrireikaðu
dagin og tóku sær av øllum.
Blíðar heilsanir
Freydis Poulsen
Tað bróta brot so sorgarvond
á Syðrugøtusandi,
tí heintaður í Harrans hond
er enn ein lívsins andi.
---
Eg kendi teg ei fyrr enn nú,
tú sjúkur lást á beði,
og tó frá sjúkralegu tú
oss gøddi væl við við gleði.
Um stúrin onkur bros ei bar,
tú reystligani mælti,
at kúrur fyri lívið var,
sum grind í dovnum salti.
Tú einusinni sligin varð
við herviligum happi,
og tó tú lagnu tína bar,
sum reystur avrekskappi.
Tú bardist við tín lista lut
í áratíggju tveggja
at ongin tína sáru sút
í sinn sær skuldi leggja.
Eg sá tey koma hvønn ein dag,
tey øll um lív títt vóru,
og tú, við tínum ljósa lag,
tit saman mótburð bóru.
Tú segði mær um lívið títt,
um børn og konu kæra,
har alskur átti støðið sítt
at laða lívsins varða.
Tú segði mær um barnabørn,
um tvíburðar, sum báðir
for abban vórðu vælavørn
heilt frá, teir vóru smáir.
Tú glaður vart um alt títt hús,
um øll, tú rópti tíni,
sum um teg stóðu heil og fús,
nú lív títt fór um sýnu.
Eg visti ei, at nos enn vond
so nær for framman lógu,
sum slíta skuldu lívsins bond,
har vit í stovu lógu.
Tú vart so tolin, í tær lá
ein sælur lívsins farri,
tí trúfastur í tíni trá
var hægri lívsins Harri.
Tú fórst um deyðans feigdarflúr
við lívsins vón í vænti,
sum mangan annan góðan túr,
ið tínum heimi tænti.
---
Nú livir eftir minnið títt
so glæsiligt í vavi,
har heim og vinur, hvør fekk sítt,
av tínum lívsins havi.
---
Eg takki, at tað untist mær,
nú liðugt er at dansa,
at lagnan læt mær minnir kær,
frá Jónhardi á Skansa.
Um bróta brot á Gøtusand,
nú Jónhards lív er farið,
so dagar upp um lón og land,
hans vakri minnisvarði.
pmp
Jonhard á Skansa
13. juli 1935 – 10. juni 2006
in memoriam
Mánadagin 19.juni gift
ust í Vesturkirkjuni John
Johannessen, løgtingsmaður
í Havn, og Ragnhild Olsen
úr Sandavági.
Brúdleypið varð hildið
saman við familjuni, og nú
eru tey farin til Grikkalands
á brúdleypsferð.
Løgtingsmaður
fann sær brúður