týsdagur 20. juni 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 116 - 20. juni 2006
ítróttur
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
HB vil
stríðast til
tað síðsta
HB-Málið
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í gjár tók Dómsnevnd
in hjá Fótbóltssamband
inum umsíðir avgerð í
málinum um spæliloyvið
hjá Páll Mohr Joensen í
steypadystinum millum
HB og VB/Sumba.
Dómsnevndin
stað
fest ir
avgerðina
hjá
kappingarnevndini um,
at HB skal koyrast úr
steypakappingini,
tí
spæliloyvið hjá einum
HB-spælara var ikki í
lagi til dystin.
Tað eru nærum 90 dag
ar gingnir, síðani teir 90
minuttirnir á vøllinum
vórðu spældir, og enn er
málið ikki heilt liðugt.
– Vit halda, at HB hev
ur verið fyri mismuni í
hesum málinum, og vit
hava longu kært dómin
inn fyri Ítróttardómstólin,
sigur Hallur Danielsen,
formaður í P/F Havnar
Fótbólti.
HB vónar framvegis
Eftir at Dómsnevndin hjá
FSF staðfesti úrskurðin
hjá kappingarnevndini,
er tað VB/Sumba, sum
skal spæla fjórðings
finalu ímóti EB/Streymi
í kappingini um Løg
manss teypið. Enn hevur
kappingarnevndin ikki
ásett, nær dysturin skal
spælast, men tað skal
gerast innan stutta tíð, tí
hálvfinalurnar eru farnar
at nærkast.
Ítróttardómstólurin
skal eisini taka eina
skjóta avgerð, so at sein
asta
fjórðingsfinalan
kann avgreiðast.
Í HB vóna tey fram
vegis, at felagið sleppur
at spæla dystin.
– Vit eru av órøttum
blakaðir út úr steypa
kappingini. Vit hava víst
á, at vit lótu øll neyðug
skjøl inn til FSF, og tí
hava vit einki skeivt gjørt.
Hinvegin vísir minnilutin
í Dómsnevndini á, at
skilið kanska ikki er so
gott í FSF, og tað kann
eisini hugsast, at FSF
hevur gjørt eitt mistak
í málinum, sigur Hallur
Danielsen, formaður í P/
F Havnar Fótbólti.
Fyrrverandi VB-
spælarin, Lukasz
Cieslewicz, hevur
gjørt nýggjan sátt
mála við danska
stórfelagið Brøndby.
Lukasz heldur fram
í felagnum næsta
hálvtannað árið
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað gekk sera væl hjá
álopsspælaranum Lukasz
Cieslewicz í Brøndby und
an
summarsteðginum.
Lukasz slapp at royna seg
á næstbesta liðnum hjá
Brøndby, har nógvir ungir
spælarar royna seg, og hann
skoraði mest sum mál í
hvørjum dysti.
Hetta
hevur
fingið
Brøndby at bjóða Lukasz
ein veruligan sáttmála.
Lukasz hevur havt eitt slag
av lærlinga sáttmála, men
nú hann er blivin 18 ára
gamal, hevur hann fingið
ein veruligan sáttmála við
danska felagið.
Lukasz og Brøndby eru
komin ásamt um, at Lukasz
skal halda fram í felagnum
í hálvtannað ár afturat í
fyrstu syftu. Sáttmálin er
komin upp á pláss , og hann
gevur greiðar ábendingar
um, at Brøndby sær nakað
stórt í unga spælaranum úr
Póllandi, sum hevur búð
nógv av sínum barnaárum í
Suðuroynni.
Lukasz gjørt nýggjan sáttmála við Brøndby
– Vit eru av órøttum blakaðir út úr
steypakappingini.
Hallur Danielsen, formaður í P/F Havnar Fótbólti
HB skal verja seg
eftir langa ferð og
gott avrik, meðan KÍ
hevur møguleika at
koma fyri seg eftir
stutta ferð og lítið
sannførandi avrik
UPPTAKT
Jóannes Hansen
HB hevur nógv jørn í
eldinum í hesum døgum.
Teir eru við í Intertoto
Cup, og tað ber við sær
landskappingardystir mitt í
síðstu viku og í annaðkvøld
og fótbóltsferð til Baltikum
í vikuskiftinum og heima
dyst í Intertoto næsta viku
skifti.
HB hevur nógv fólk,
og teir skifta eitt sindur
ímillum summar spælarar.
Tí kann roknast við, at onk
rir, sum ikki fingu møgu
leikan í Intertoto sunnu
dagin, fara at fáa møgu
leikan í annaðkvøld, tá ið
HB í Klaksvík fer at royna
at halda tørn um góðu støð
una í oddinum.
Lagið minni gott
Í Klaksvík er fótbóltshýrur
in ikki so góður, sum hann
var fyrr í ár. Úrslitini síðani
fyrst í mai tala fyri seg, og
tað kann valla gerast minni
sannførandi, enn tað var
í Fuglafirði sunnudagin.
Men KÍ er framvegis ikki
so langt frá toppinum, og
um tað eydnast teimum at
fáa fult í kvøld, fer stiga
talvan at bera boð um, at
tað framvegis skal roknast
við KÍ.
Tá ið liðini hittust í Klaks
vík fyrr í ár javnaði KÍ til
2-2 í síðsta minutti, eftir
at HB leingi hevði verið
omaná, og KÍ síðstu løtuna
hevði trýst nógv.
Sum tað varð nevnt und
an vikuskiftinum, so er
Iulian Florescu ikki longur
partur av KÍ liðnum. Mána
kvøldið vandi hann í Fugla
firði. Einasta ivamálið í
Klaksvík er Sinisa Jovevic.
Mánakvøldið hildu KÍ spæl
ararnir frí. Tá vandi serbin
fyri seg sjálvan.
KÍ fær ein møguleika afturat