Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-06-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 [ Nr. 116 - 20. juni 2006 ] Ger Rooney frískan Ein heimasíða á internetinum biður nú fólk hjálpa til við at gera fótbóltsspælaran Wayne Rooney frískan í fótinum. Wayne Rooney breyt stutt undan HM- kappingini fótin, men hann er nú komin so frætt fyri seg aftur, at hann fær spælt. Á heimasíðuni healrooney. com verða fólk biðin um at hjálpa til at gera Rooney frískan. Umvegis músina og telduskíggjan ber til at senda positiva orku til fótin hjá Rooney, so at hann verður førur fyri at spæla í HM-kappingini. Eitt serligt barometur ger upp, hvussu tað gongur við healingini. Skutari til AB-spælarar Spælararnir í ungdómsdeildini hjá AB hevur nú fingið ein skutara frá einum sponsori. Ætlanin er, at skutarin skal ganga upp á skift millum spælarar, sum standa seg væl í felagnum. Álopsspælarin Andreas Granskov, sum er komin á U17 landsliðið, er tann fyrsti AB-spælarin, sum sleppur at brúka tann grøna skutaran. – Ætlanin er, at skutarin skal verða eitt slag av ferðasteypi í felagnum, har spælarar, sum gera vart við seg, verða løntir fyri avrikið, sigur Jesper Reinhardt, sum hevur latið felagnum skutaran. Eftir fund við høv­ uðs­dómarar, start­ dómarar, eygleiðarar og fremstu hjálp­ ar­­menninir fer nevnd­in í Róðrar­ sam­bandinum at taka støðu til, hvørja lagnu róðurin millum 10-mannaførini á Skálafjørðinum skal fáa 10-MANNAFØR Jóannes Hansen Luftin fór fullkomuliga úr kappingini millum 10- manna­førini í dýrdar­veðr­ inum á Skálafjørðinum leygardagin. Eysturoyingur og Vestmenningur hingu fast­ir í startinum, og Klaks­ víkingar hølvaði hinar av. Hesa ferð eydnaðist tað Skálabátinum at basa Havnarbátinum í kappingini um næstfremsta plássið. Síðani róðurin og vón­ brotið hjá Eysturoying­inum hevur nógv verið tosað og skrivað. Mánakvøldið sat nevndin í RSF á fundi, og í kvøld klokkan 8 verð­ur nýggjur fundur. Jan Her­ man Hansen, formaður í Róðrarsambandinum sigur, at teir hava kallað allar seks høvuðsdómararnar, allar níggju startdómararnar og nakarar persónar afturat, sum eru álitismenn hjá sambandinum, til fundar. Eingin hevur kært um róðurin, sum var eyðkendur av, at Eysturoyingur og Vestmenningur bara róðu seks tøk, áðrenn teir hingu fastir, tí línan, sum hekk frá bátinum og aftur í fasta startin, var farin upp ímillum róðrið og bátin. Nógvir av rógvarunum, sum kappast umborð á 10- mannaførunum, hava sent RSF bræv við tilmæli í fyrsta lagi um, at úrslitið av róðrinum á Skálafjørðinum verður strikað og í øðrum lagi, at róð verður umaftur. Talan er um manningarnar á Havnarbátinum og Nóls­­ oy­­inginum og um nakrar rógvarar um­borð á Klaks­ víkingi. Vest­menn­ingur og Eysturoyingur vóru teir, sum hingu eftir í startinum, og tí hava manningarnar á hesum bátunum ikki skrivað undir. Tað hava teir umborð á Skálabátinum heldur ikki gjørt. Tá ið spurningurin er vendur og snaraður í kvøld, fer nevndin í RSF at gera sína niðurstøðu. – Uttan mun til hvussu fundurin fer at taka seg upp, og uttan mun til hvør niðurstøðan verður, so er talan um sera óhepna støðu, staðfestir Jan Her­ man Hansen, formaður í Róðrarsambandinum, sum samstundis heldur, at tað er týdningarmikið, at RSF tænir kappróðrinum sum heild, og at tað tí er týdningarmikið, at tað í kvøld eisini verður røtt um, hvussu tað eigur at verða farið fram í framtíðini. Øðrvísi Góða veðrið leygardagin var partur av orsøkini til óhepnu støðuni, sum tók seg upp. Vanliga plagar línan við fasta startinum at vera einar tólv metrar aftanfyri bátarnar, sum so hava verið noyddir at seta á fyri at halda upp ímóti. Hesa ferð varð gjørt av at flyta fasta startin á 2000 metra málinum nærri bátunum. Tað bar við sær, at slakk kom í teymarnar, sum var fastur í bátarnar, og tað var hetta, sum so at siga var vanlagnan í kappingini, sum varð roknað at vera kilmaksið í framúr væl fyriskipaðum kappróðri. Manningin á Eysturoyingi var so vónbrotin av, at høvuðsdómarin ikki skeyt róðurin av, at teir bein­ anvegin boðaðu frá, at teir ikki ætlaðu sær í bátin aftur. Tað hava teir ikki verið, men mánakvøldið vandu teir á maskinunum í neystinum á Glyvrum. Høvuðsdómarin helt seg ikki hava orsøk at skjóta róðurin av, tí tað er ábyrgdin hjá manningunum at sleppa leys av fasta startinum. Um­borð á Eysturoyingi og í Kappróðrarfelagnum NSÍ halda teir, at hetta var serstøk hending, sum ikki eigur at verða sammett við tað, tá ið róðursmenninir ikki megna at krøkja seg leysar av fasta startinum. Klaksvíkingar løgdu ikki inn, og teir halda ikki, at teir kundu gjørt so nógv øðrvísi: – Eg hevði verið sera vónbrotin, um hetta hevði komið okkum fyri, og vit harmast um, at vit ikki vunnu í harðari kapping við Eysturoying. Eingin segði nakað umborð hjá okkum. Aftaná hava vit skilt, at allir hugsaðu um, um dómarin fór at skjóta av ella ikki. So leingi sum hann einki hevði gjørt hildu vit fram at rógva. Men vit høvdu einki havt ímóti at sloppið undan tí móttøkuni, sum summi góvu okkum, tá ið vit komu á land aftur, sigur Svein Rógvi Nielsen, bátsformaður umborð á Klaks­víkingi. – Tað verður víst til regl­ ur, sum siga, at dómarin hevur ikki loyvi at skjóta av orsaka av at bátar hanga fastir í startinum, og tað hevur verið víst til, at bátar fáa gult kort, um teir leggja inn, uttan at dómarin hevur givið boð um tað. Vit hava fregnast eftir, hvar hetta stendur skrivað, tí vit duga ikki at finna tað. Enn hava vit ikki fingið svar, sigur Sámal Hansen, formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum vónar, at tað fer at bera til at finna eina loysn, sum ber við sær, at kappingin millum 10-mannaførini um FM verður avgjørd í sunnari kapping á firðum og víkum. Mæla til at strika úrslitið ella rógva umaftur